Føroya kunngerðasavn A og B - 22.08.1996, Blaðsíða 45
193
b) at næmingamir gerast førir fyri at málbera seg skrivliga á fronskum á einum einføldum máli og
c) at næmingamir gjøgnum arbeiðið við tekstunum dýpa teirra kunnleika til týðandi partar av søgu og mentan
í Fraklandi og øðmm fransktalandi londum.
Undirvísingin
7.1 Undirvísingin verður løgd soleiðis til rættis, at næmingamir fáa møguleika at arbeiða við týðandi pørtum av
franskari og franskttalandi mentan, bæði úr søguligum og nútíðarligum sjónarhomi.
7.2 Næmingamir skulu venjast at lesa tekstir av ymsum slag, samtíðis sum krøvini til tekstalestur, breiða máls-
liga vitan og mentanarligt innlit økist so við og við.
7.3 Við støði í tekstunum verður arbeitt miðvíst við orðatilfari og mállæm, soleiðis at næmingamir læra at mál-
bera seg flótandi og nøkulunda rætt um teir lisnu tekstimar og evnini. Meginreglan er, at undirvísingin fer fram
á fronskum.
7.4 Skrivligi málburður næminganna verður so við og við bygdur upp, soleiðis at teir læra at málbera seg neyvt
og á einum einføldum máli. Arbeitt verður miðvíst við skrivligum uppgávum frá skúlaársbyrjan. Ein týðandi
partur av tí skrivliga arbeiðinum skal taka støði í teimum tekstum, sum arbeitt verður við. f góðari tíð skulu
næmingamir arbeiða við uppgávusløgum, teir fáa til skrivligu próvtøkuna.
7.5 í arbeiðinum við tekstunum skulu evni næminganna at málbera seg munnliga venjast, so teir læra at greiða
frá, viðgera og tulka evni, sum em týðandi fyri mentanarøkið hjá tí franska eins og tí franskttalandi heiminum.
7.6 Arbeiði við edv er partur av undirvísingini. Hetta arbeiðið kann fevna um at lesa tekstir um evnið, at brúka
lærugreinasermerkt forrit, at leita í og brúka datagmnnar og samskifta við onnur lond um teleráðstevnu ella um
elektróniskan post.
7.7 Næmingamir fáa undirvísing í notatteknikki og í skilagóðum brúki av orðabókum, og hemndir fronsk-
fronsk orðabók og aðrar handbøkur.
Innihaldið í undirvísingini
8.1 Lisnar verða í minsta lagi 150 normalsíður. Lesipensum verður sett saman av ótillagaðum tekstum úr Frak-
landi og øðmm franskttalandi londum. Tekstir, sum em umsettir til franskt úr staðbundnum málum í franskttal-
andi øki, kunnu vera partur av lesipensum.
8.2 Ein partur av tekstunum verður lisin nágreiniliga, aðrir leysliga, og brúktir verða ymiskir lesihættir. Undir-
vísingin skal byggja á ótillagaðar tekstir, við uppískoyti av t.d. filmum, ljóðbondum og myndum.
8.3 Lesipensum kann verða minkað, um arbeitt verður við AV-tilfari, hemppií edv-tilfar, soleiðis at ein pults-
tími við AV-undirvísing svarar til 1,5 normalsíðu, tó í mesta lagi 20 normalsíður.
8.4 Skrivliga arbeiðið fer fram lutvíst heima og lutvíst í flokkinum. Skrivliga heimaarbeiðið fevnir um 8 fríar
uppgávur á 2-3 síður og 15 uppgávur á 0,5-1 síðu. Tá ið skrivligar uppgávur verða latnar næmingunum aftur,
fáa teir vegleiðing bæði í felag og einsæris.
Høvuflsuppgávan
9.1 Evnið á uppgávuni og arbeiðshátturin skulu liggja innan karmamar hjá læmgreinini.
9.2 Høvuðsbókmentimar, sum fevna um uml. 50 síður, verða lisnar á fronskum. Á tittulblaðnum verður víst á
høvuðsbókmentimar. Sitat verða tikin haðani og verða skrivað á fronskum. f arbeiðinum við økinum, sum upp-
gávan byggir á, kann sum ískoyti brúkast tilfar á føroyskum ella øðmm málum. Verður sum ein lítil partur
mynda- og bandatilfar brúkt sum partur av høvuðsbókmentunum, skal tað vera til taks við dømingina av svar-
inum. Høvuðsbókmentimar kunnu ikki vera partur av lesipensum hjá valbólkinum.
9.4 Uppgávan verður vanliga skrivað á føroyskum. Dugir næmingurin betur franskt enn føroyskt, kann uppgáv-
an kortini skrivast á fronskum. Verður hon skrivað á fronskum, skal eisini økið og uppgávuheitið orðast á
fronskum. At uppgávan er skrivað á fronskum, verður ikki í sjálvum sær roknað sum ein fyrimunur í døming-
ini.