Føroya kunngerðasavn A og B - 22.08.1996, Blaðsíða 174
322
5.6 Til tess at styðja framløguna kann próvtakarin undir próvhoyringini brúka tær uppskriftir, hann gevur gjørt
í fyrireikingartíðini, men eitt beinleiðis handrit til upplestur telur ikki positivt við í próvdømingini.
6.1 Givið verður 1 próvtal. Próvtalið verður ásett við støði í einari heildarmeting av próvtakarans fatan av ólisna
tekstinum, framburði og tónalag (intonatión), taluførleika, kunnleiki til lisna tekstin, og fatan av spumingum
próvhoyrarans.
6.2 í dømingini av taluførleikanum verður høvuðsdenturin lagdur á, hvat próvtakarin veruliga er førur fyri at
greiða frá. Ein innihaldsliga góð samtala við nøkrum málsligum villum verður hægri mett enn ein samtala, har
próvtakarin ikki torir út um tær vanligu málsligu gyrðingamar og tí heldur ikki ger so nógvar feilir.
Hástig
7. Undirvísing og próvtøka í lærugreinini á hástigi fer fram sambært reglunum í kunngerð um studentaskúlar og
stakgreinalestur á studentaskúlastigi (studentaskúlakunngerðina).
HF-kunngerðin
Fylgiskjal 20
Juli 1996
Samfelagsfrøði
Felagslærugrein
Endamálið
1. Endamálið er,
a) at næmingamir fáa innlit í gmndleggjandi samfelagsligar samanhangir og í, hvussu avgerðir verða mynd-
aðar, sum hava týdning fyri tann einstaka og samfelagið sum heild,
b) at fremja næminganna medvit um og áhuga fyri samfelagsligum spumingum og at taka støðu til dagliga kja-
kið um ymisk samfelagsviðurskifti,
c) at næmingamir verða førir fyri at knýta samband millum samfelagsfrøðiligt medvit og gerandisdagin, sum
teir kenna hann,
d) at næmingamir menna teirra málsliga førleika.
Undirvtsingin
2.1 Undirvísingin skal fevna um 2-3 temu, soleiðis at kravdu høvuðsøkini verða viðgjørd og fakliga dygdin
tryggjað við, at farið verður gjølla um. í minsta lagi 1 tema skal verða tvørfakligt.
2.2 Undirvísingin skal í mestan mun snúgva seg um føroysk samfelagsviðurskifti, men tað ber eisini til at taka
altjóða viðurskifti til viðgerðar.
23 Undirvísingin skal fevna víða, tá ræður um val av tilfari og háttaløgum. Aktuell samfelagsviðurskifti skulu
eisini verða partur av undirvísngini.
2.4 Lesipensum fevnir um 200-225 síður.
2.5 Teld er partur av undirvísingini.
Innihaldið í undirvísingini
3. Kravdu økini em:
1) Búskapur
Undirvísingin fevnir um aktuell viðurskifti í føroyska búskapinum, sum t.d. búskaparligir samanhangir,
javnvágartmpulleikar og avleiðingamar, ið standast av hesum, og um almenn samfelagsbúskaparlig viður-
skifti og samanhangir, sum eiga at verða tiknir við í viðgerðina.
2) Politikkur
Undirvísingin skal taka støði í aktuella politiska kjakinum og fevna um:
- politiskan atburð og hugburð
- politisku hugsjónimar
- møguleikamar fyri politiskari ávirkan og fyri, hvussu politiskar avgerðir verða tiknar.