Føroya kunngerðasavn A og B - 22.08.1996, Blaðsíða 18
166
8.3 Próvtøkan skal vísa evnini hjá próvtakaranum at orða seg greidliga á donskum máli um samansett fyribrigdi.
Harafturat skal dentur leggjast á evni próvtakarans at leggja tilfarið til rættis, at próvføra og bera fram vitan,
royndir og upplivingar.
8.4 Givið verður 1 próvtal fyri skrivliga avrikið. Próvtalið verður givið við støði í einari heildarmeting.
Studentaskúlakunngerðin
Edv
Endamálið
1.1 Endamálið við brúkaraskeiðnum, sbt. stk. 2.2, er, at næmingamir ogna sær:
a) førleikaat nýta edv-útgerð skúlans
b) vitan og førleika, sum kann gerast grundarlag undir edv-nýtslu í undirvísingini sum heild.
Fylgiskjal 4
' Juli 1996
1.2 Endamálið við edv-undirvísingini annars er, at næmingamir ognar sær:
a) kunnleika at nýta edv
b) kunnleika til nýtslu av edv innan ymsar læmgreinir
c) innlit í samspælið millum edv, einstaklingin og samfelagið og millum edv, menniskja og mentan, og um-
framt høvi at ogna sær sjónarmið og hugburð um hetta.
Undirvtsingin
2.1 Edv-undirvísingin fevnir tilsamans um 100 undirvísingareindir. Undirvísingin er lærugreinasamskipað.
2.2 Edv-undirvísingin byijar við stuttum brúkaraskeiði í 1. studentaskúlaflokki í einari ella fleiri lærugreinum,
har ið skrivligt arbeiði er kravt. Lærarar floksins leggja brúkaraskeiðið til rættis sum part av samskipanini av tí
skrivliga arbeiðinum og við tí fyri eyga at skapa grundarlag fyri at samanteingja edv í undirvísingina framyvir.
2.3 Edv-undirvísingin fer fram frá 1. til 3. studentaskúlaflokk. Undirvísingin kann verða løgd til rættis fyri
hvøtja lærugrein sær ella sum partur av tvørfakligum samarbeiði. Undirvísingin skal fremjast innan tað hugvís-
indaliga, tað samfelagsvísindaliga og tað nátturuvísindaliga fakøkið og kann samanteingjast við allar lærugrein-
imar í studentaskúlanum.
Innihaldið í undirvísingini
3.1 Á brúkaraskeiðnum verður høvuðsdenturin lagdur á edv sum verandi eitt amboð. Undirvíst verður í nýtsl-
uni av í minsta lagi tveimum vanligum amboðsforritum (t.d. tekstviðgerð, rokniark). f valinum av amboðsfor-
ritum skal leggjast upp fyri edv-undirvísingini annars innan hugvísindaliga, samfelagsvísindaliga og tað nátt-
úruvísindaliga økið. Forritið, ið verður nýtt, skal brúkast til at gera í minsta lagi eina skrivliga uppgávu, ið lær-
arin skal rætta sum part av skrivliga arbeiðinum í lærugreinini.
3.2 Edv-undirvísingin er partur av undirvísingini í teimum einstøku lærugreinunum, sbr. lærugreinaskjølini.
Edv skal annars takast upp í undirvísingina í tann mun, at hetta natúrliga kann vera við til at lúka lærugreinaser-
støk endamál.
Frágreiðing og próvtøka
4.1 Hvørt ár verður gjørd ein frágreiðing um vavið og innihaldið av brúkaraskeiðinum.
4.2 Frágreiðing um edv-undirvísingina annars verður givin sambært reglunum í teimum einstøku lærugreinun-
um. Gjøgnumgingið tilfar verður partur av lesipensum í teimum lærugreinunum, har tað er lisið, og verður
givið upp til próvtøku sambært reglunum í teimum einstøku lærugreinunum.