Føroya kunngerðasavn A og B - 22.08.1996, Blaðsíða 51
199
- stutt og greidliga at draga fram aðaltættimar í tekstinum
- at greina tekstin og nýta viðkomandi hugtøk og heiti
- at tulka tekstin og nýta viðkomandi hugtøk og heiti
- at seta tekstin í mentanarligan, samfelagsligan og tíðarsamanhang
- at próvføra, vísa á sjónarmið og hugburð
- at málbera seg væl undir framløguni
f dømingini verður dentur lagdur á sjálvstøðuga hugsan og sjálvbjargna framløgu próvtakarans.
11. Givið verður 1 próvtal fyri alt tað munnliga avrikið. Próvtalið verður givið við støði í heildarmeting. í met-
ingini skal størri dentur leggjast á evni próvtakarans at viðgera ólisna tekstin.
12.1 Skrivliga próvtøkan varir 2 dagar. Fyrra dagin verða 5 tímar til long verkevni, seinna dagin 3 tímar til mál-
kunnleika.
Fyrra dagin
12.2 Próvtakarin skal velja 1 verkevni innan fyri hesi 3 tekstasløg og vísa, at hann megnar at greina og tulka:
- fagurbókmentatekst í bundnum og óbundnum máli
- yrkisbókmentatekst
- myndir
Tekstimir til long verkevni, skulu ikki vera longri enn umleið 15 normalsíður samanlagt.
Próvtakarin skal vísa, at hann dugir at skriva føroyskt væl og bera fram hugsanir greidliga og sjálvstøðugt á
smidligum máli. Tá ið dømt verður, skal umframt greining og tulking eisini metast um próvtakarans evni at
føra prógv og taka støðu.
í próvtøkuhølinum skulu eintøk av øllum tøkum føroyskum-føroyskum, føroyskum-donskum og donskum-
føroyskum orðabókum umframt Fremmandaorðabók / Nudansk Ordbog vera til taks.
Seinna dagin
12.31 málkunnleika skal próvtakarin roynast í verkevnum innan fyri hesi 3 høvuðsevni:
- mállæru, ið skal fevna um orðalagslæru, formlæru og ljóðlæru
- málsøgu og málskyldskap við støði í norrønum, eldri og yngri føroyskum og vestumorðurlendskum teksta-
brotum
- málrøkt við støði í føroyskum nútíðarteksti
í próvtøkuhølinum skulu eintøk av øllum tøkum føroyskum - donskum og donskum - føroyskum orðabókum
umframt Fremmandaorðabók / Nudansk Ordbog vera til taks.
13. Givið verður 1 próvtal fyri alt tað skrivliga avrikið. Próvtalið verður ásett á hendan hátt: próvtalið fyri long
verkevni telur 2/3, og próvtalið fyri málkunnleika 1/3.
Studentaskúlakunngerðin
Fylgiskjal 13
Juli 1996
Geografi
Kravt stig
Endamálið
1. Endamálið er,
a) at næmingamir fáa vitan um og innlit í samspælið millum náttúmgivnar, samfelagsskaptar og mentanarlig-
ar fortreytir fyri lívskomm menniskjans og frábrigdi tess á jørðini,
b) at næmingamir venja teirra førleika at brúka náttúmvísindaligt og samfelagsvísindaligt háttalag at eygleiða,
lýsa og greina geografisk viðurskifti,
c) at næmingamir venja teirra førleika at málbera seg munnliga og skrivliga um geografiskar spumingar,
d) at næmingamir fáa fatan av, hvørja ávirkan tøkniliga, búskaparliga, politiska og søguliga menningin hevur
á samspælið millum náttúm og samfelag - staðarbundið og alheimsliga,
e) at næmingamir fáa fatan av samanhangum millum nýtslu menniskjans av jørðini og tilfeingi hennara og tær
umhvørvistreytaðu avleiðingar av hesum, hon hevur - staðarbundið og alheimsliga,
f) at næmingamir við støði í vitan og innliti menna evnini til sjálvstøðuga og fjøltáttaða støðutakan til føroysk
og altjóða umhvørvis- og samfelagsviðurskifti, eins og teir gjøgnum hesa vitan og hetta innlit fáa størri mill-
umtjóða fatan og ábyrgdarkenslu.