Føroya kunngerðasavn A og B - 22.08.1996, Blaðsíða 103
251
2,5 próvtakarar verða próvhoyrdir um tíman, íroknað próvdøming. Til próvtøkuna í tónleikaíðkan hevur hvør
próvtakari umleið 10 minuttir.
5.2 Próvtøkupensum fyri næmingar, sum fara til próvtøku eftir vanligum treytum, fevnir um alt lisna tilfarið
svarandi til 10 verk/sjálvstøðugar satsir og í sambandi við hetta umleið 100 normalslíður av teksti.
5.3 Próvtøkupensum fyri sjálvlesandi og næmingar, ið fara til próvtøku eftir serligum treytum, fevna um 15 ein-
raddaðar sangir, sum vísa breidd bæði í tónleikastíli og tónleikaslagi, alt lisna tilfarið svarandi til 10 verk/sjálv-
støðugar satsir og í sambandi við hesi umleið 100 normalsíður av teksti.
5.4 Próvtøkan í tónleikafatan: Próvtakarin verður próvhoyrdur í einum spumingi í uppgivna pensuminum. Próv-
takaranum verður latin ein bandupptøka, møgulig tekstaskjøl umframt nótatilfar ella annað grafiskt tilfar í sam-
bandi við verkið. Um próvtakarin skal próvhoyrast í ljóðframleiðslu síni, verður eitt avrit av framleiðsluni lat-
ið honum, og í fyrireikingarhølinum skal vera møguleiki fyri at spæla hetta (á teldu, hermli við datatransmis-
sión, sjónbandi o.s.fr. ). Fyrireikingarhølið skal hammframt verða útgjørt við klaveri og bandupptakara. Próv-
takarin kann hava egnar uppskriftir frá dagliga arbeiðinum við í fyrireikingarhølini, men tær mugu ikki vera
skrivaðar sum nótar, ið eru meinlíkir tí tilfari, sum próvtakarin fær útflýggjað til próvtøkuna.
5.5 Próvtøkan í tónleikaíðkan verður hildin samlað fyri allan valbólkin við próvtøkubyijan ella mitt á degi.
Próvtakarin skal framføra tvær uppgávur í tónleikaíðkan, har av bert ein má vera ein solouppgáva. í báðum upp-
gávum skal tað vera møguligt at meta um einstaka próvtakaran. í serligum førum t.d. har tað er neyðugt orsakað
av einum ávísum ljóðføri, kunnu einstakir próvtakarar luttaka og dømast í trimum uppgávum.
5.6 Fyri at varðveita støðið í próvtøkuuppgávuni, sum bólkaframførslan var komin á við undirvísingarlok,
kunnu lærari og næmingar hittast til 2 - 3 venjingar undan munnligu próvtøkuni.
5.7 Próvtøkan fyri sjálvlesandi og næmingar, sum fara til próvtøku eftir serligum treytum: próvhoyrt verður ikki
í bólkaframførslu, men í staðin í tveimum solouppgávum. Onnur skal vera framførsla av einum av teimum upp-
givnu 15 sangunum, valt av próvdómaranum. Hin kann vera ein sangur eftir egnum vali ella eitt ljóðførisstykki
eftir egnum vali.
5.8 Við sjúkrapróvtøku dettur próvhoyringin í bólkaframførslu burtur. í staðin verður størri dentur lagdur á eina
møguliga solouppgávu í tí samlaðu dømingini. Um ein próvtakari harafturímóti til regluligu próvtøkuna hevur
valt tvær bólkaframførslur, skal próvtakarin eftir egnum vali annað hvørt framføra ein sang ella spæla eitt stykki
á ljóðføri .
6. Givið verður 1 próvtal. Próvtalið verður ásett við støði í einari heildarmeting, har dømingin av teimum verk-
ligu táttunum og dømingin av avrikinum í tónleikafatan viga lutfalsliga helvt um helvt. Próvtakarin verður ikki
kunnaður um lutarpróvtølini.
Hástig
Endamálið
7. Endamálið er,
a) at næmingamir víðka teirra áhuga og ansni fyri tónleiki, samstundis sum teir framhaldandi menna teirra tón-
leikahegni og teirra hug, álit og evni til saman við øðrum at spæla, lurta og tosa um tónleik,
b) at næmingamir gjøgnum uppliving og drúgva nýtslu av tónleiki fáa størri og breiðari fatan av tónleiki sum
framsagnarhátti fyrr og nú, og
c) at næmingamir við virkið og sjálvstøðugt at fáast við tónleik og sang víðka og dýpa teirra vitan um tónleik
og tey høpi, hann er partur av, soleiðis at teir koma til eina djúpri fatan av egnum samleika, søguliga, sosi-
alt og sálarfrøðiliga, og styrkja møguleikar teirra fyri egnum og sosialum leiki.
Undirvísingin
8.1 Tónleikur sum vallærugrein á hástigi byggir víðari á undirvísingina á kravdum stigi gjøgnum eina víðari til-
ognan av verkligum, ástøðiligum og greiningarligum kunnleikum, so at næmingamir gerast førir fyri sjálvstøð-
ugt at arbeiða við tilfarinum.
Sangur og samanspæl
8.2 Arbeitt verður við bæði ein- og fleirraddaðum sangi innan eitt pensum, sum fevnir um í minsta lagi 20 ein-
raddaðir og 6-10 fleirraddaðir vokalsatsir. Dentur verður lagdur á, at einstaki næmingurin tilvitað arbeiðir við