Føroya kunngerðasavn A og B - 22.08.1996, Blaðsíða 106
254
Undirvísingin
2.1 Næmingamir skulu gjøgnum eina miðvíst skipaða innlæring venjast at skilja talað og skrivað týskt, sum ikki
inniheldur stórvegis trupulleikar, og at málbera seg skilliga og natúrliga á einføldum týskum í samtalu og í ávís-
an mun skrivliga.
2.2 Undirvísingin skal so skjótt sum gjørligt byggja á óviðgjørdar, týskar tekstir. í undirvísingini skal annað AV-
tilfar verða tikið til hjálpar, eitt nú ljóðbond, filmar, myndbond, edv.
2.3 Næmingamir skulu læra notatteknikk og at brúka orðabøkur við skili.
Innihaldið í undirvísingini
3.1 Lisnar verða í minsta lagi 180 og í mesta lagi 225 normalsíður, alt eftir torleikastigi í tekstunum.
3.2 Pensum skal vera fjøltáttað og umboða ymisk tekstasløg, hemppií tað episka, leiklistaliga og lyriska teksta-
slagið, og fevna um ymisk yrkisbókmentasløg. Pensum skal fevna um tilfar, sum er hóskandi til grundleggjandi
innførslu í nútíðar geografisk og mentanarlig viðurskifti í sambandslýðveldinum Týsklandi.
3.3 Serligur dentur eigur at verða lagdur á at byggja upp tað orðatilfarið, sum er mest umráðandi fyri evni og
førleika næminganna at samskifta á týskum.
3.4 Undirvísingin í mállæru skal serliga viðgera teir spumingar, sum em neyðugir fyri samtaluførleikan og lesi-
førleikan.
3.5 Skrivliga arbeiðið skal fyrst og frernst stuðla tí munnliga málførleikanum og skal serliga fevna um stuttar
gmndleggjandi uppgávur. 5 fríar uppgávur á 1-2 síður og 7 uppgávur á 0,5-1 síðu skulu latast inn. Umframt hetta
skal eisini arbeiðast við tí skrivliga í tímunum. Tá ið skrivligar uppgávur verða latnar næmingunum aftur, fáa
teir vegleiðing bæði í felag og einsæris.
3.6 Arbeiði við teld er partur av undirvísingini. Hetta arbeiðið kann fevna um nýtslu av forritum, sum serliga
em ætlað læmgreinini, framhaldandi nýtsla av brúkaraforritum á staðnum og viðgerð av meginregluligum av-
leiðingum av at brúka edv.
3.7 Hvør pultstími, sum burturav verður brúktur til audiovisuella undirvísing, kann umroknast til 2 normalsíður
í lesipensum, tó í mesta lagi 20 normalsíður tilsamans.
Próvtøkan
4.1 Hildin verður ein munnlig próvtøka. Fyrireikingartíðin er umleið 25 minuttir, og tá em við vegleiðing og
tilfarsútflýggjan íroknað. 2,5 próvtakarar verða próvhoyrdir um tíman, íroknað próvdøming.
4.2 Næmingar, ið fara til próvtøku eftir vanligum treytum, geva upp til próvtøkuna í minsta lagi 60 og í mesta
lagi 75 normalsíður, sum svara til umleið ein triðing av lisnum pensumi.
4.3 Próvtøkupensum skal fevna um óviðgjørdar tekstir, soleiðis at lesipensum - bæði innan fagurbókmentir og
yrkisbókmentir - er umboðað við fleiri ymiskum tekstum.
4.4 Fyri sjálvlesandi og næmingar, ið fara til próvtøku eftir serligum treytum, er próvtøkupensum tað sama sum
lesipensum, t.e. umleið 200 síður.
4.5 í fyrireikingarrúminum skulu rein eintøk av øllum tí tekstatilfari, sum er gjøgnumgingið í undirvísingini,
vera til taks til próvtakaramar. Um tekstaútgávumar hava viðmerkingar, hemppií prentaðar ella ljósprentaðar
orðalistar, hava próvtakaramir loyvi at brúka tær. Próvtakaramir kunnu hammframt í fyrireikingartíðini brúka
egnar uppskriftir frá undirvísingini. Fyribrigdið egnar uppskriftir fevnir ikki um viðmerkingar í teimum upp-
givnu tekstunum ella um umsetingar av teimum uppgivnu tekstunum. Eingir aðrir hjálparmiðlar em loyvdir,
heldur ikki handbøkur sum orðabøkur, mállæmr, alfrøði o. tíl. Verða tekstir, sum em til í undirvísingarbókum,
brúktir í ljóstøkum, mugu broytingar ikki gerast í mun til útgávuna í sambandi við próvtøkuna, t.d. soleiðis at
orð, viðmerkingar og møgulig onnur hjálp em sett inn í støðum, har tað ikki stendur í uppmnaútgávuni. Til tess
at styðja framløguna kann próvtakarin undir próvhoyringini brúka tær uppskriftir, hann hevur gjørt í fyrireik-
ingartíðini, men eitt beinleiðis handrit til upplestur telur ikki positivt í dømingini.