Føroya kunngerðasavn A og B - 22.08.1996, Side 187
335
c) lívskor, familiuviðurskifti og sosialar bólkingar,
d) mentan og hugsanarháttur.
í sambandi við arbeiðið við omanfyri nevndu táttum skulu lívskorini hjá mannfólki og konufólki lýsast.
3.10 Lesipensum fevnir um í mesta lagi 600 normalsíður. Tað veldst um, hvat tilfar ið nýtt verður, og hvussu
torført tað er.
4.1 Allir næmingamir skriva hvør sær eina uppgávu, søguuppgávuna, sum skal skrivast innan fyri karmamar av
teimum søguskeiðum, ið lisin em.
4.2 Umleið 25 pultstímar verða nýttir at gera uppgávuna, umframt ta tíð, ið vanliga kann roknast við, at næm-
ingamir aðramáta brúka at fyrireika hesar tímar.
4.3 Uppgávan verður skrivað ímóti endanum av fyrra lestrarári, og skal hon latast inn í seinasta lagi 1. mai. Upp-
gávuevnið verður valt í samráð við læraran, sum vegleiðir, meðan uppgávan verður skrivað.
4.4 Uppgávan má í mesta lagi vera 10 maskinskrivaðar A-4 síður, sum hava l'/2 regluglopp, umframt møgulig
fylgiskjøl. Uppgávan er partur av undirvísingini, og næmingurin fær sostatt ikki met fyri avrikið. Uppgávan skal
í arbeiðsavriki samsvara við ta undirvísingartíð, ið nýtt er.
Próvtøkan
5.1 Hildin verður ein munnlig próvtøka við fyrireikingartíð. Fyrireikingartíðin er umleið 30 minuttir, og tá em
vegleiðing og tilfarsútflýggjan íroknað. 2 næmingar verða próvhoyrdir um tíman, íroknað próvdøming. Ein
spumingur verður givin.
5.2 Flokkurin kann gera avtalu við læraran um, at í einum ella fleiri av stutt/langætlanunum verður tilfar lagt
fram, sum ikki hevur verið viðgjørt í undirvísingini. Velur flokkurin at nýta ókent tilfar til próvtøkuna, skal til-
farið, sum verður framlagt, vera stutt - í mesta lagi 1 til 2 blaðsíður - og hóska væl at lýsa deplar (undirtættir)
í tilfarinum, ið uppgivið er. Ókent tilfar kann eisini vera ikki-skrivligt, til dømis myndir. Um ókent tilfar verð-
ur nýtt, er tað ikki neyðugt, at tað er partur av øllum próvtøkuspumingunum.
5.3 Næmingar, sum fara til próvtøku eftir vanligum treytum, uppgeva tilfar burtur úr 3 til 5 stutt/langætlanum.
Av hesum skal í minsta lagi ein langætlan vera frá tíðini fyri 1945 og tvær eftir 1945. Tilfarið skal svara til 275-
325 normalsíður. Av hesum skulu í minsta lagi 75 normalsíður vera tilfar, ið er gjølliga metodiskt lisið. Bæði
føroysk og evropeisk søga og eisini mentanarøki uttan fyri evropeiska mentanarheimin skulu vera umboðað.
Uppgevingamar vera savnaðar í skilliga greind øki, tíðarbil og evni. Tíðaravmarkingin og innihaldið verða til-
skilað í pensumlistanum.
5.4 Ikki-skrivligt tilfar kann vera partur av lesipensum. Eftir ætli verður ikki-skrivliga tilfarið umroknað til síða-
tal. Metingin skal byggja á ta tíð, sum er nýtt í undirvísingini at arbeiða við tilfarinum. Um filmar ella sjónvarps-
upptøkur em partar av próvtøpensum, skulu næmingamir hava høvi at síggja filmamar/sjónvarpsupptøkumar í
próvtøkulestrartíðina; eisini skal tað bera til at síggja brot, meðan próvtøkan er.
5.5 Tilfar, ið próvtakarar sjálvir hava savnað, t.d. samrøður, ella gjørt, t.d. uppgávur, ritgerðir og sjónbandsupp-
tøkur, kann vera partur av próvtøkupensum, um lærarin metir at tilfarið hóskar. Søguuppgávan kann tó ikki upp-
gevast. Flokkur hevur vanliga felags próvtøkupensum, men í sambandi við einans stutt/langætlan, ber tó til at
hava próvtøkupensum, ið bara ávísur bólkur gevur upp. Próvtøkupensum hjá einstøku bólkunum skulu, um so
er, í vavi samsvara við tað, ið verður uppgivið í felag. Um bólkar geva serstakt tilfar upp, skal greitt og skilliga
vera tilskilað á lista, hvat er felagstilfar hjá flokkinum, og hvat er bólkatilfar. Bólkauppgevingamar verða til-
skilaðar á lista, sum vísir, hvussu næmingamir em býttir sundur í bólkar. Hesar uppgevingar verða latnar inn
saman við lesipensum. Geva bólkar serstakt tilfar upp, so skulu serstakir próvtøkuspumingar gerast til hesar
næmingar. Hesir spumingar skulu lutfalsliga samsvara bæði til uppgevingamar og til próvtøkuspumingamar, ið
flokkurin fær í síni heild í próvtøkupensum hjá flokkinum.
5.6 Sjálvlesandi og næmingar, sum fara til próvtøku eftir serligen treytum, uppgeva tilfar úr 6 til 8 stutt/lang-
ætlanum, sum í vavi svarar til umleið 600 normalsíður. Av hesum skulu í minsta lagi 125 normalsíður vera til-
far, ið er gjølliga metodiskt viðgjørt. Ikki-skrivligt tilfar kann vera partur av próvtøkupensum. Stutt/langætlan-
imar vera samansettar sambært somu krøvum, sum galda fyri undirvísingina hjá skeiðsnæmingunum.