Føroya kunngerðasavn A og B - 22.08.1996, Blaðsíða 164
312
Høvuðsuppgávan
3. Arbeiðið við høvuðsuppgávuni skal liggja innan endamálsorðingamar fyri lærugreinina. Uppgávutittulin skal
vísa til stuðulsbókmentir, ið geva næminginum høvi at greiða frá einum undirtátti. Herumframt skulu fylgiskjøl
við tilhoyrandi teksti í umseting, sum í mesta lagi má vera 2 normalsíður, vera hjáløgd, og skal næmingurin við
greining av tekstafylgiskjalinum meta um undirtáttin.
Próvtøkan
4.1 Hildin verður ein munnlig próvtøka. Fyrireikingartíðin er umleið 25 minuttir, og tá eru vegleiðing og tilfar-
sútflýggjan íroknað. 2,5 próvtakarar verða próvhoyrdir um tíman, íroknað próvdøming.
4.2 Fyri næmingar, ið fara til próvtøku eftir vanligum treytum, er próvtøkupensum umleið 12 normalsíður av
lisnum upprunateksti. Verður skanderað poesi givin upp, verða 25 ørindi roknað sum 1 normalsíða.
4.3 Próvtøkupensum hjá sjálvlesandi og næmingum, ið fara til próvtøku eftir serligum treytum, er 20 normal-
síður av upprunateksti. Verður skanderað poesi givin upp, verða 25 ørindi roknað sum 1 normalsíða.
4.4 Próvtakarin kann hava egnar uppskriftir við í fyrireikingarrúmið. Einans tær uppskriftir, próvtakarin hevur
gjørt í fyrireikingartíðini, kunnu havast við inn til próvhoyringina.
4.5 Próvhoyringin fevnir um upplestur, umseting, málsliga greining og innihaldsfatan av einum ólisnum upp-
runateksti upp á í mesta lagi 1/4 normalsíðu (umleið 325 bókstavir, um talan er um prosa), nøkulunda javnt býtt
millum rithøvundamar til tekstimar, sum verða uppgivnir. Próvtøkuspumingamir skulu innihalda inngang, ið
vísir próvtakaranum til rættis í próvtøkutekstinum, og upp til 30% av orðunum í leitorðalíki. Undir próvhoyr-
ingini skal tíðin til tey einstøku evnini, upplestur, umseting, málsliga greining og innihaldsfatan, lagast eftir av-
riksstøðinum hjá próvtakaranum. Tá umsetingin er liðug, velur próvhoyrarin ein ella tveir heilsetningar úr próv-
tøkutekstinum, har próvtakarin skal roynast í málsligari greining. Tey krøvini, sum verða sett til ta málsligu
greiningina, em: kunnleiki til gmndleggjandi formlæmna, orðasmíð og setningsgreining. Próvtakarin skal gera
greiðu fyri meining og innihaldi í tekstabrotinum.
6. Givið verður 1 próvtal fyri alt avrikið. Undantikið upplesturin skulu avrikini í teimum einstøku pørtunum av
próvtøkuni týðiliga ávirka ásetanina av endaliga próvtalinum.
HF-kunngerðin
Leiklist
Fylgiskjal 16
Juli 1996
Vallærugrein
Endamálið
1. Endamálið er,
a) at næmingamir menna teirra kropsmál, kropsframsøgn og kropstilvitan, og gjøgnum raddarvenjing og ar-
beiði við talaða málinum styrkja um møguleikar sínar at roynast sosialt og sum einstaklingur,
b) at næmingamir menna fatan sína fyri týdninginum av spælinum, hugflognum og leikpartaspælinum,
c) at næmingamir menna hug sín og evni síni til í samstarvi við øðmm at nýta ávirkingarmegi sjónleiksins í
ítøkiligum atburði og framman fyri áskoðamm, og harumframt eggja hug og áhuga teirra at uppliva sjón-
leik og skyldar framsagnarhættir,
d) at næmingamir menna evni síni at greina, tulka og meta um sjónleikaraframførslur og skyldar framsagnar-
hættir, og
e) at næmingamir menna evni síni at líta at sjónleiksframleiðslu í einum søguligum, samfelagsligum og ment-
anarligum høpi.