Føroya kunngerðasavn A og B - 22.08.1996, Blaðsíða 196
344
Próvtøkan
10. Hildin verður ein munnlig og ein skrivlig próvtøka
11.1 Til munnligu próvtøkuna er fyrireikingartíðin umleið 25 minuttir, og tá eru vegleiðing og tilfarsútflýggjan
íroknað. 2,5 próvtakarar verða próvhoyrdir um tíman, íroknað próvdøming.
11.2 Næmingar, ið fara til próvtøku eftir vanligum treytum, geva upp til próvtøkuna umleið 75 normalsíður.
11.3 Fyri sjálvlesandi og næmingar, ið fara til próvtøku eftir serligum treytum, er próvtøkupensum tað sama
sum lesipensum.
11.4 í fyrireikingamiminum skulu rein eintøk av øllum tí tekstatilfari, sum er gjøgnumgingið í undirvísingini,
vera til taks til próvtakaramar. Um tekstaútgávumar hava viðmerkingar, hemppií prentaðar ella ljósprentaðar
orðalistar, hava próvtakaramir loyvi at brúka tær. Próvtakaramir kunnu harumframt í fyrireikingartíðini brúka
egnar uppskriftir frá undirvísingini. Fyribrigdið egnar uppskriftir fevnir ikki um viðmerkingar í teimum lisnu
tekstunum ella um umsetingar av teimum lisnu tekstunum. Eingir aðrir hjálparmiðlar em loyvdir, heldur ikki
handbøkur sum orðabøkur, mállæmr. alfrøði o.tíl. Verða tekstir, sum em til í undirvísingarbókum, brúktir ljós-
prentaðir, mugu broytingar ikki gerast í mun til útgávuna í sambandi við próvtøkuna, t.d. soleiðis at orð, við-
merkingar og møgulig onnur hjálp em sett inn í støðum, har tað ikki stendur í uppranaútgávuni. Til tess at styðja
framløguna kann próvtakarin undir próvhoyringini brúka tær uppskriftir, hann hevur gjørt í fyrireikingartíðini,
men eitt beinleiðis handrit til upplestur telur ikki positivt í dømingini.
11.5 Hoyrt verður fyrst í einum ólisnum prosabroti á hóskandi torleikastigi á umleið 1 normalsíðu, sum próv-
dómarin hevur valt. Síðan verður próvhoyrt í einum broti úr lisnu tekstunum á umleið 0,5 normalsíðu.
a) Próvhoyringin í ólisnum teksti fer fram á henda hátt: Fyrst tosa próvtakari og próvhoyrari saman á føroysk-
um um teir fyrstu 3/4 av tekstinum. Síðani umsetur próvtakarin tann síðsta 1/4 av tekstinum til føroyskt.
b) Brotið úr teimum lisnu tekstunum verður lisið upp, og við støði í brotinum fer ein samtala fram á týskum,
sum skal kanna málførleika og tekstainnlit próvtakarans.
11.6 í dømingini av málførieikanum verður høvuðsdenturin lagdur á, hvussu flótandi og natúrligt próvtakarin
málber seg.
11.7 Givið verður 1 próvtal. Próvtalið verður givið við støði í eini heildarmeting.
12.1 Til skrivligu próvtøkuna, sum varir 4 tímar, fáa próvtakaramir eitt tekstatilfar á týskum. I sambandi við
tekstatilfarið skulu uppgávur av ymiskum slagi svarast, hemppií ein umseting úr føroyskum/donskum til týskt.
12.2 Til skrivligu próvtøkuna em hesir hjálparmiðlar loyvdir: ein týsk-donsk/(føroysk) og ein (føroysk)/donsk-
týsk orðabók, sum em í vavi sum reyðu orðabøkumar hjá danska Gyldendal og donsk-týsk orðabók hjá Munks-
gaard, umframt ein týsk-týsk orðabók, donsk-føroysk og føroysk-donsk orðabók. Eingir aðrir hjálparmiðlar em
loyvdir, heldur ikki serorðabøkur (t.d. stflaorðabøkur) ella orðabøkur við mállæmbrotum á føroyskum/donsk-
um.
12.3 I dømingini verður størri dentur lagdur á, at umsetingin úr donskum/føroyskum til týskt er neyv og lýta-
leys, enn tá ið talan er um tær fríu uppgávumar, har serliga verður ansað eftir, hvussu flótandi og natúrliga próv-
takarin havur málborið seg.
12.4 Givið verður 1 próvtal við støði í lutarpróvtalinum fyri ta munnligu og lutarpróvtalinum fyri ta skrivligu
próvtøkuna.
Hástig
13. Undirvísing og próvtøka í lærugreinini á hástigi fara fram sambært reglunum í kunngerðini um studenta-
skúlar og stakgreinalestur á studentaskúlastigi (studentaskúlakunngerðini).