Føroya kunngerðasavn A og B - 22.08.1996, Blaðsíða 12
160
10.4 Loyvdir hjálparmiðlar í fyrireikingartíðini eru: bøkur, formlasavn, talvur, uppgávur, royndarfrágreiðingar
og annað skrivligt tilfar, sum hevur verið nýtt, ella er skrivað í sambandi við undirvísingina. Tól, sum hava ver-
ið nýtt í sambandi við uppgivnu royndimar. Lummaroknari.
10.5 Próvhoyrarin hevur ábyrgdina av, at próvtakarin hevur til taks neyðugu tólini. Próvhoyrarin hevur eisini
ábyrgdina av, at bøkur í uppgivna pensum eru til taks í fyrireikingarhølinum. Øðmm loyvdum hjálparmiðlum
hevur próvtakarin ábyrgdina av at hava við.
10.6 Próvtakarin verður próvhoydur í einum ástøðiligum spumingi og einari roynd. Spumingur og roynd skulu
fevna um hvør sítt evni og verða tey givin próvtakaranum samstundis. Spumingurin kann fevna um fleiri part-
ar av uppgivna tilfarinum, og spumingamir skulu fevna um alt tað uppgivna pensum. Undir próvtøkuni kunnu
verða nýttar talvur, myndir og annað tilfar úr royndarfrágreiðingunum ella øðmm tilfari. Undir próvtøkuni er
loyvt próvtakaranum at styðja seg til egnar uppskriftir, sum eru skrivaðar í fyrireikingartíðini, men eitt beinleið-
is handrit til upplestur er ikki loyvt. Royndarspumingar skulu sum heild eisini fevna um royndartólini.
11. Givið verður eitt próvtal. Próvtalið verður givið við støði í einari heildarmeting.
12.1 Til skrivligu próvtøkuna, sum er 4 tímar, verða givin upp høvuðsevnini bæði á felagsstigi og hástigi. Ser-
evnini em tó undantikin. Til skrivligu próvtøkuna em hesir hjálparmiðlar loyvdir:
a) Støddfrøðiligt formlasavn til felagsstig á støddfrøðiligu deild. Formlasavnið skal vera góðtikið av Lands-
skúlafyrisitingini. Skúlin býtir út formlasavnið í próvtøkuhølinum.
b) Alisfrøðiligt formlasavn, sum er góðkent av Landsskúlafyrisitingini. Skúlin býtir út formlasavnið í próv-
tøkuhølinum.
c) Góðkendur lummaroknari, sum próvtakarin skal hava við sær til próvtøkuna.
d) Millimeturpappír, einkultlogaritmiskt pappír við trimum dekadum á uppásini, umframt dupultlogaritmiskt
pappír við tveimum dekadum á útásini og trimum dekadum á uppásini. Hetta tilfarið býtir skúlin út.
12.2 Tá ið mett verður um avrikið til skrivligu próvtøkuna, verður dentur lagdur á, at próvtakarin dugir at greiða
frá hugsanarhátti sínum í teksti og myndum. Harumframt verður dentur lagdur á, at valdi roknihátturin er skila-
góður, at útrokningamar eru rættar og at úrslitini verða uppgivin við neyvleika, sum er í samsvari við upplýs-
ingamar í uppgávutekstinum.
13. Givið verður eitt próvtal íyri skrivligu próvtøkuna. Próvtalið verður givið við støði í meting av einstøku upp-
gávusvarunum og í eini heildarmeting.
Málslig deild
Miðstig
Endamál
14. Endamálið er:
a) at næmingamir fáa ein lykil at skilja heimin og at teir fáa kunnleika til náttúruvísindaligu heimsmyndina,
b) at næmingamir fáa innlit í alisfrøðiligar meginreglur og háttaløg, sum em grundarlag undir tøknifrøðini í
okkara tíð, og
c) at næmingamir verða kunnugir við alisfrøðiligar hugsanarhættir og háttaløg.
Undirvísingin
15.1 Málið við undirvísingini er, at næmingamir skulu vita skil á høvuðsøkjunum í klassiskari og nýggjari alis-
frøði. Næmingamir skulu vera førir fyri at nýta alisfrøðiligar meginreglur og háttaløg á serligum økjum í nátt-
úm og samfelag. Hammframt skulu næmingamir venjast at leggja til rættis, gera og lýsa alisfrøðiligar máting-
ar. Teir skulu duga høvuðsevnini so væl, at teir vera førir fyri at meta um bæði kendar og ókendar spumingar
og at gera útrokningar í hesum sambandi. Næmingamir skulu vera førir fyri at orða seg bæði munnliga og skriv-
liga um alisfrøðiligar spumingar, og teir skulu vera førir fyri at meta um og viðgera upplýsingar um tøkniligar
og náttúmvísindaligar spumingar, sum hava týdning fyri umhvørvi, tøkni, mentanarlív ella samfelagslív sum
heild.
15.2 Undirvísingin skal leggjast soleiðis til rættis, at næmingamir støðugt
a) fáa skil fyri, at fyribrigdi í umheiminum kunnu skiljast á alisfrøðiligum gmndarlagi,
b) fáa varhuga av alisfrøðini sum heildarlýsing av náttúmni,
c) fáa kunnleika til partar av alisfrøðisøguni og fáa varhuga av alisfrøðini sum sannkenningarhátti,
d) fáa kunnleika til ítøkilig dømi um, hvussu alisfrøðilig úrslit og arbeiðslag verða nýtt í tøknifrøði,
e) fáa innlit í, at neyvt samband er millum alisfrøðilig úrslit og tøkniliga støðið í samfelagnum og lívskor hins
einstaka.