Føroya kunngerðasavn A og B - 22.08.1996, Blaðsíða 79
227
og fjølbroytt svar við nøkrum málsligum villum verður mett hægri enn eitt svar, sum heldur seg innan sera
trongar karmar viðvíkjandi syntaks og orðatilfari. Størri krøv verða sett til rættleikan í umsetingini enn í teimum
fríaru uppgávunum.
Studentaskúlakunngerðin
Fylgiskjal 22
Juli 1996
Sálarfrøði
Endamálið
1. Endamálið er,
a) at næmingamir ogna sær vitan um sálarfrøðiliga menning menniskjans og um fortreytir fyri munum og
broytingum í hesi menning,
b) at næmingamir fáa kunnleika til ymisk sálarfrøðilig ástøði og háttaløg, teirra menniskjaáskoðan og ítøkiligu
nýtsluna av teimum,
c) at næmingamir menna evni síni at frambera, greina og meta um sálarfrøðiligu greiðsluevni bæði á einstak-
lingsstøði og á sosialum støði, og
d) at næmingamir læra at seta sálarfrøðiliga vitan í samband við dagliga lívið.
Undirvísingin
2.1 Undirvísingin viðger sálarfrøðina sum eina kunnleikalæmgrein, ið er vísindaliga undirbygd.
2.2 Undirvísingin skal
1) viðgera tey kravdu økini, sbr. 3.1, og kann verða løgd tematiskt til rættis
2) tryggja fakliga dybd á øllum 3 økjum
3) geva støði undir kritiska støðutakan til sálarfrøðilig ástøði og nýtsluna av teimum
4) vera fjølbroytt í vali av tilfari, ástøði og háttaløgum
5) tryggja, at munnligi framburðurin verður mentur.
Innihaldið í undirvísingini
3.1 Undirvísingin fevnir um hesi kravdu økini:
1) Menningarsálarfrøði
Sálarliga menning menniskjans skal viðgerast sum ein lívslong farleið. Givin verður ein breið innførsla í
menningarsálarfrøði við høvuðsdenti á kensluligu og skilvísu menningina. Menningin skal viðgerast bæði
út frá søguligum og mentanarligum sjónarhomi.
2) Samspælssálarfrøði
Undirvísingin skal viðgera ymisk sløg av samspæli og ávirkanum út frá tí sjónarhomi, at bæði tilætlaðar og
ótilætlaðar gongdir koma fyri, og at ávirkanimar kunnu tæna menning einstaklingsins eins og hava onnur
endamál. Fyri at lýsa samspæl og ávirkanir skulu hesir partar viðgerast:
a) familja
b) skúli
c) íjølmiðlar
d) arbeiði
3) Ymiskleikasálarfrøði
Undirvísingin skal viðgera sálarfrøðiligar frágreiðslur um munir millum menningargongdir menniskjans og
um broytingar í menningini hjá tí einstaka menniskjanum. Hemndir skal týdningurin av sambandinum mill-
um persónligan og mentanarligan samleika og millum knappligar kreppur og persónliga menning viðger-
ast.
3.2 Høvuðsmunimir millum sálarfrøðiligar ástøðisskapanir, háttaløg og menniskja-áskoðanir skulu vera partur
av undirvísingini.
3.3 Teld er partur av undirvísingini.
3.4 Lisnar verða einar 300-350 síður.