Føroya kunngerðasavn A og B - 22.08.1996, Blaðsíða 81
229
Innihaldið í undirvísingini
3.1 Kravdu økini eru hesi:
1) Sosiologi og sosialsálarfrøði
a) Sosialisatión, og hvussu meiningar verða myndaðar
- ávirkan og innlæring av virðum, rollum og normum,
b) Kommunikatión, og hvussu meiningar verða myndaðar
c) Samfelagslig menning, og hvussu hon ávirkar
- livikorini
- sosialkarakterin
- mentanina
2) Búskapur
Býtið av búskaparligum virðum og møguleikar at ávirka og broyta býtið
- innlit í lutin hjá tí almenna sum búskaparligur umbýtari
- dømi um møguleikar at ávirka og broyta búskaparligar gongdir.
3) Politikkur
Mannagongdin, tá politiskar avgerðir verða tiknar, og hvørjar treytimar eru, tá
tað snýr seg um politiska ávirkan:
- politiskur atburður og hugburður
- flokkar og hugsjónir.
- stýrisskipanir
4) Verkætlan
Verkætlanin skal veljast í samráð millum lærara og næmingar. Evnið kann veljast bæði innanfyri ella uttan-
fyri omanfyri kravdu økini (sí nr. 1,2 og 3). Verkætlanin fevnir um 20-30 pultstímar, og ein næmingaupp-
gáva skal spyijast burturúr.
3.2 Samfelagsvísindaligir teknikkir, háttaløg og ástøði skulu vera partur av undirvísingini og skulu fevna um:
a) Greining av teksti og taltilfari v.m.
b) Ástøði úr øllum kravdum økjum.
c) Munnliga framløgu.
Próvtøkan
4.1 Hildin verður ein munnlig próvtøka. Fyrireikingartíðin er umleið 25 minuttir, og tá em vegleiðing og tilfars-
útflýggjan íroknað. 2,5 próvtakarar verða próvhoyrdir um tíman, íroknað próvdøming.
4.2 Næmingar, ið fara til próvtøku eftir vanligum treytum, geva upp umleið 225 síður lisið tilfar til próvtøkuna.
í minsta lagi 75 síður skulu vera annað tilfar enn úr læmbókunum. Uppgivna tilfarið verður skipað eftir tema,
soleiðis at øll tey 4 kravdu høvuðsøkini em nøkulunda javnt umboðað. I minsta lagið ein næmingauppgáva skal
vera partur av uppgevingunum í sambandi við verkætlanina.
4.3 Sjálvlesandi og næmingar, ið fara til próvtøku eftir serligum treytum, geva upp umleið 300 síður lisið tilfar
til próvtøkuna.
4.4 Hesir hjálparmiðlar em loyvdir próvtakaranum at nýta:
1) í fyrireikingartíðini: Tilfar, sum hoyrir til próvtøkuspumingin, og tilfar, sum er nýtt í undirvísingini,
umframt læmbøkur og egnar uppskriftir.
2) Til próvhoyringina: Uppskriftir, sum próvtakarin hevur gjørt í fyrireikingartíðini, og tilfar, sum hoyrir til
próvtøkuspumingin.
4.5 Próvtøkuspumingamir verða settir við støði í útflýggjaðum tilfari, ið ikki er brúkt í undirvísingini. Tað út-
flýggjaða tilfarið skal vera átøkt tí tilfarinum, sum er brúkt í undirvísingini. Hvør próvtakari fær ein spuming,
sum er býttur sundur í stigvíst torførari undirspumingar.
5. Givið verður 1 próvtal fyri alt tað munnliga avrikið.
Hástig
Endamálið
6.1 Endamálið er,
a) at næmingamir fáa innlit í týdningarmikil sosial, búskaparlig og politisk viðurskifti, og á tann hátt fáa styrkt
fatanina av, hvussu samfelagið hongur saman, og hvørji árin samfelagsligu korini hava fyri møguleikamar
hjá tí einstaka at liva og virka,