Føroya kunngerðasavn A og B - 22.08.1996, Blaðsíða 157
305
- stutt og greidliga at draga fram aðaltættimar í ólisna tekstinum
- at greina ólisna tekstin og nýta viðkomandi hugtøk og heiti
- at tulka ólisna tekstin og nýta viðkomandi hugtøk og heiti
- at próvføra, vísa á sjónarmið og hugburð
- við støði í lisna tekstinum at seta ólisna tekstin í mentanarligan, samfelagsligan og tíðarsamanhang
- at málbera seg væl undir framløguni
í dømingini verður dentur lagdur á sjálvstøðugu hugsan og sjálvbjargnu framløgu próvtakarans.
9.6 Givið verður 1 próvtal. Próvtalið verður givið við støði í eini heildarmeting. í metingini skal størri dentur
leggjast á evni næmingsins at viðgera ólisna tekstin.
10.1 Til skrivligu próvtøkuna, ið varar 5 tímar, skal próvtakarin velja eitt verkevni innan fyri hesi 3 høvuðsevni:
- greina og tulka fagurbókmentatekst í bundnum og óbundnum máli
- greina og tulka yrkisbókmentatekst
- greina og tulka mynd
Tekstimir, ið valdir verða til long verkevni, skulu ikki vera longri enn 15 normalsíður samanlagt.
10.2 Próvtakarin skal vísa, at hann dugur at skriva føroyskt væl og bera fram hugsanir greidliga og sjálvstøðugt
á smidligum máli. Tá ið dømt verður, skal eisini metast um greining og tulking, og evni næmingsins at føra
prógv og taka støðu.
10.3 í próvtøkuhølinum skulu eintøk av øllum tøkum føroyskum-føroyskum, føroyskum-donskum og donsk-
um-føroyskum orðabókum umframt Fremmandaorðabók/Nudansk Ordbog vera til taks.
10.4 Givið verður 1 próvtal fyri skrivliga avrikið. Próvtalið verður givið við støði í heildarmeting.
HF-kunngerðin
Fylgiskjal 12
Juli 1996
Geografi
Felagslærugrein
Endamálið
1. Endamálið er,
a) at næmingamir fáa vitan um og innlit í samspælið millum náttúrugivnar, samfelagsskaptar og mentanarlig-
ar fortreytir fyri lívskorum menniskjans og frábrigdi tess á jørðini,
b) at næmingamir venja teirra førleika at brúka náttúruvísindaligt og samfelagsvísindaligt háttalag at eygleiða,
lýsa og greina geografisk viðurskifti,
c) at næmingamir venja teirra førleika at málbera seg munnliga og skrivliga um geografiskar spumingar,
d) at næmingamir fáa fatan av, hvørja ávirkan tøkniliga, búskaparliga, politiska og søguliga menningin hevur
á samspælið millum náttúm og samfelag - staðarbundið og alheimsliga,
e) at næmingamir fáa fatan av samanhangum millum nýtslu menniskjans av jørðini og tilfeingi hennara og tær
umhvørvistreytaðu avleiðingar av hesum, hon hevur -staðarbundið og alheimsliga,
f) at næmingamir við støði í vitan og innliti menna evnini til sjálvstøðuga og fjøltáttaða støðutakan til føroysk
og altjóða umhvørvis- og samfelagsviðurskifti, eins og teir gjøgnum hesa vitan og hetta innlit fáa størri mill-
umtjóða fatan og ábyrgdarkenslu.
Undirvísingin
2.1 Undirvísingin verður løgd til rættis í evnum, sum fevna um hesi fakøki:
1) Náttúrugrundarlag og umhvørvi
2) Demografi
3) Vinnulívsgeografi
4) Menniskjaskapta landslagið
í samlaðu undirvísingargongdini skulu 4 geografiskar dimensiónir viðgerast, sum yviromað lýsa læmgreinina
geografi: