Føroya kunngerðasavn A og B - 22.08.1996, Blaðsíða 215
363
Stk. 2. Rektarin/skeiðleiðarin skal síggja til, at brek-
aðir og fremmandamálsligir næmingar verða kunnað-
ir um møguleikamar fyri at fáa undantaksloyvi, um-
framt um at tað í ávísum førum ber í sær átekning á
próvnum, sambært § 64, stk. 1 og 2, umframt fylgi-
skjal 2.
Stk. 3. Undantaksloyvi verður givið eftir skrivligari
umsókn næmingsins av rektaranum/skeiðleiðaran-
um, smbr. § 44, stk. 1, ella av Skúlafyrisitingini,
smbr. § 44, stk. 2, eftir eini einmenniligari meting av
teimum trupulleikum, sum brekið ella fremmanda-
málsliga bakstøðið ber í sær í tí ítøkiligu próvtøku-
støðuni.
Stk. 4. Saman við øllum umsóknum um undantaks-
loyvi orsakað av breki ella fremmandamálsligum
bakstøði skal fyriliggja ummæli frá einum serkønum
fólki innan avvarðandi øki (lækna, sálarfrøðingi,
sjónráðgeva e.t.). Snýr tað seg um at loyva fremm-
andamálsligum próvtakarum at nýta serligar orða-
bøkur, smbr. § 44, stk. 1, nr. 3, er eitt ummæli frá fak-
læraranum nóg mikið.
Stk. 5. Ummælið sambært stk. 4 skal lýsa verandi
virkisstøði hjá tí brekaða/fremmandamálsliga næm-
ingi og má ikki vera meiri enn 2 ára gamalt. Eitt um-
mæli, sum er givið fyrr í sambandi við aðra skúla-
gongd, kann ikki gerast støði undir undantaksloyvi.
§ 44. Rektarin/skeiðleiðarin gevur undantaksloyvi
viðvíkjandi:
1) serligum verkligum tiltøkum og nýtslu av tøkni-
ligum hjálparmiðlum, herundir teldum, tó bert
við vanligum tekstaviðgerðarforriti uttan rætt-
stavara,
2) nýtslu av ljóðbondum, stórprenti ella punktskrift,
3) nýtslu av serligum orðabókum fyri fremmanda-
málsligar próvtakarar, ið ikki hava gjøgnumført
eina samlaða fólkaskúlagongd í Føroyum,
4) hjáveru av einum av rektaranum/skeiðleiðaran-
um tilnevndum hjálparfólki ella skrivara, sum
ikki má vera faklærari hjá próvtakaranum,
5) longdari fyrireikingartíð og/ella próvhoyringar-
tíð, herundir longt tíðarskeið til høvuðsuppgáv-
una, og
6) frítøku fyri próvhoyring í kortum og myndatilfari
fyri sjónbrekaðar næmingar.
Stk. 2. Umsóknir um undantaksloyvi viðvíkjandi
innihaldi í próvtøkuni og próvtøkuhátti annars verða
sendar Skúlafyrisitingini til støðutakan saman við
tilmæli rektarans/skeiðleiðarans og hjáløgdum til-
mælum annars, smbr. § 43, stk. 4 og 5.
Stk. 3. Umsóknir um undantaksloyvi sambært stk. 2
og umsóknir, ið viðvíkja tilevning av skrivligum upp-
gávum, skulu latast rektaranum/skeiðleiðaranum í
seinasta lagi 6 mánaðar, áðrenn próvtøkuskeiðið
byrjar.
Stk. 4. Eitt undantaksloyvi er bert galdandi fyri næsta
próvtøkuskeið.
§ 45. Dømingin av próvtøkuavrikinum fer fram uttan
atlit at einum undantaksloyvi, sambært § 44.
Stk. 2. Rektarin/skeiðleiðarin boðar beint eftir próv-
tøkuskeiðslok Skúlafyrisitingini frá nýttum undan-
taksloyvum sambært § 44, stk. 1 og 2, á serligum
oyðiblaði, sum Skúlafyrisitingin ger.
Kapittul 10
Sjúkrapróvtøka
§ 46. Verður næmingur vegna sjúku forðaður í at
møta til eina av teimum skrivligu ella munnligu próv-
tøkunum, skal skúlin alt fyri eitt hava boð um hetta.
Hevur skúlin ikki fingið boð um hetta, áðrenn av-
varðandi próvtøkudagurin er lokin, er viðkomandi
næmingur at rokna sum ikki møttur til próvtøkuna,
smbr. § 6, stk. 5.
Stk. 2. Um ein próvtakari hóast sjúku byrjar eina
próvtøku, smbr. § 11, sleppur viðkomandi ikki til
sjúkrapróvtøku.
Stk. 3. Sjúka, sum tekur seg upp undir próvtøkuni,
verður viðgjørd sambært § 48.
Stk. 4. Munnlig sjúkrapróvtøka kann eftir avgerð
rektarans/skeiðleiðarans verða hildin í vanligum
próvtøkuskeiði.
§ 47. Næmingurin skal skriva seg inn til sjúkrapróv-
tøku áðrenn 25. juni. Innskrivingin fer fram hjá rekt-
aranum/skeiðleiðanum á einum oyðiblaði, sum
Skúlafyrisitingin ger, og sum fevnir um ta í § 48, stk.
1, nr. 2 nevndu læknaváttan. Innskrivingin er bind-
andi, smbr. § 6, stk. 5.
§ 48. Rektarin/skeiðleiðarin loyvir sjúkrapróvtøku, tá
ið hesar fyritreytir eru í lagi, smbr. tó stk. 2 og 3.
1) næmingurin hevur verið hjá lækna í seinasta lagi
próvtøkudagin, og
2) sjúkan er skjalprógvað við læknaváttan. Skúla-
fyrisitingin ger oyðibløð, sum læknin skal nýta í
hesum sambandi.
Stk. 2. Rektarin/skeiðleiðarin kann loyva einum
næmingi, sum av heilt serligum orsøkum ikki hevur
kunnað farið til próvtøku i vanliga summarpróvtøku-
skeiðinum, at fara til próvtøku í sjúkrapróvtøkuskeið-
inum.
Stk. 3. Rektarin/skeiðleiðarin kann gera frávik frá
kravinum um læknaváttan, tá ið heilt serlig viður-
skifti gera seg galdandi.
§ 49. Rektarin/skeiðleiðarin sendir áðrenn 27. juni
Skúlafyrisitingini frágreiðing um teir næmingar, sum
av rektaranum/skeiðleiðaranum hava fingið loyvi at
fara til sjúkrapróvtøku, herundir um orsøkina til loyv-
ið.
Stk. 2. Reglumar í stk. 1, umframt í §§ 46, 47 og 48
em eisini at nýta í sambandi við høvuðsuppgávuna.
Innskriving til sjúkrapróvtøku í høvuðsuppgávuni fer
fram í sambandi við innlating av læknaváttan. Høv-
uðsuppgávan kann verða skrivað innan somu læru-
grein og sama øki, men hon skal hava nýtt heiti.