Føroya kunngerðasavn A og B - 22.08.1996, Blaðsíða 134
282
Próvtøkan
4.1 Hildin verður ein munnlig próvtøka. Fyrireikingartíðin er umleið 25 minuttir, og tá eru vegleiðing og tilfars-
útflýggjan íroknað. 2,5 próvtakarar verða próvhoyrdir um tíman, íroknað próvdøming.
4.2 Próvtøkupensum hjá næmingum, ið fara til próvtøku eftir vanligum treytum, er umleið 80-100 síður av lesi-
pensum, alt eftir undirvísingartilfarinum, ið nýtt er, og teimum frágreiðingum, ið eru knýttar at undirvísingar-
tilfarinum. Skrivligt heimaarbeiði og dagbøkur skulu vanliga vera partur av próvtøkupensum. Próvtøkupensum
skal veljast soleiðis, at tað fevnir um stórar samanhangandi eindir bæði úr høvuðsøkjum og valtilfari.
4.3 Próvtøkupensum fyri sjálvlesandi og næmingar, ið fara til próvtøku eftir serligum treytum, er tað sama sum
lesipensum umframt allar frágreiðingamar frá einum starvsstovuskeiði ella onkrum tflíkum.
4.4 í fyrireikingartíðini er próvtakaranum loyvt at nýta hesar hjálparmiðlar: skrivligar samandráttir, talvur,
uppgávur, frágreiðingar og annað skrivligt tilfar, ið hevur verið nýtt ella hevur verið gjørt í sambandi við und-
irvísingina. Tól, ið hava týdning fyri royndarliga partin av próvtøkupensum, og góðkendan lummaroknara.
4.5 Til tess at styðja framløguna kann próvtakarin undir próvhoyringini brúka tær uppskriftir, hann hevur gjørt
í fyrireikingartíðini umframt møgulig fylgiskjøl í sambandi við spumingin, men eitt beinleiðis handrit til upp-
lestur telur ikki positivt í dømingini. Eisini kunnu talvur, myndir o.tfl. frá frágreiðingum hjá próvtakaranum ella
øðmm hjálparmiðlum nýtast. Tá ið royndararbeiði er við í próvtøkuspuminginum, eiga týðandi tól at vera tikin
við í próvhoyringina.
5. Givið verður 1 próvtal. Próvtalið verður givið við støði í eini heildarmeting.
HF-kunngerðin
Fylgiskjal 3
Juli 1996
Danskt
Felagslærugrein
Endamálið
1. Endamálið er,
a) at næmingamir menna sítt málsliga, fagurfrøðiliga og søguliga medvit, sína sjálvsfatan, ímyndingarevni og
evni síni at skildøma,
b) at næmingamir menna hug og evni at lesa fagrar bókmentir og onnur tekstasløg hugaliga, men tó vandaliga
c) at næmingamir menna førleika sín at greina, tulka og meta um,
d) at næmingamir menna sína fatan av bókmentasøguligu og siðsøguligu og søguligu gongdini, ið hevur havt
týdning fyri tann mentanararv, ið frnst í Danmark og hinum Norðurlondum, umframt aðrastaðni,
e) næmingamir menna evni síni at umhugsa málslig fyribrigdi, skrivliga og munnliga.
Undirvísingin
2.1 Høvuðstátturin í læmgreinini er danskir, norðurlendskir og aðrir tekstir, við serligum atliti at nágreinligari
og samanfatandi lestri og viðgerð, har mál, søga og fagurfrøði ganga saman í greining, tulking og uppliving.
Fjølmiðlatekstir skulu somuleiðis vera umboðaðir. Skrivligi tátturin er partur av undirvísingini.
2.2 í vavi fevnir tekstalesingin um umleið 200 normalsíður, umframt 4 verk og 4 sjálvlisin verk. Hvør pultstími
sum burturav verður brúktur til audiovisuella undirvísing, kann umroknast til 5 síður í lesipensum, tó í mesta
lagi 40 normalsíður.
23 Tekstalesturin fevnir um søguligan lestur og sjálvvaldar lestrartættir, helvt um helvt.
2.4 Innleiðsla til lærugreinina fer fram fyrstu tíðina í høvuðstáttunum og teimum ymsu háttaløgunum, ið arbeitt
verður eftir.
2.5 Undirvísingin í donskum skal leggjast soleiðis til rættis, at tær báðar lærugreinimar føroyskt og danskt í
størstan mun styðja hvørja aðra og arbeiða saman.