Føroya kunngerðasavn A og B - 22.08.1996, Blaðsíða 179
327
Undirvísingin
2.1 Undirvísingin viðger sálarfrøðina sum eina kunnleikalærugrein, ið er vísindaliga undirbygd.
2.2 Undirvísingin skal
1) viðgera tey kravdu økini, sbr. 3.1, og kann verða løgd tematiskt til rættis
2) tryggja fakiiga dýpd á øllum 3 økjum
3) geva støði undir kritiska støðutakan til sálarfrøðilig ástøði og nýtsluna av teimum
4) vera fjølbroytt í vali av tilfari, ástøði og háttaløgum
5) tryggja at munnligi framburðurin verður mentur.
Innihaldið í undirvísingini
3.1 Undirvísingin fevnir um hesi kravdu økini:
1) Menningarsálarfrøðin
Sálarliga menning menniskjans skal viðgerast sum ein lívslong farleið. Givin verður ein breið innførsla í
menningarsálarfrøði við høvuðsdenti á kensluligu og skilvísu menningini. Menningin skal viðgerast bæði
út ffá søguligum og mentanarligum sjónarhomi.
2) Samspælssálarfrøði
Undirvísingin skal viðgera ymisk sløg av samspæli og ávirkanum út frá tí sjónarhomi, at bæði tilætlaðar og
ótilætlaðar gongdir koma fyri, og at ávirkanimar kunnu tæna menning einstaklingsins eins og hava onnur
endamál. Fyri at lýsa samspæl og ávirkanir skulu hesir partar viðgerast:
a) familja
b) skúli
c) fjølmiðlar
d) arbeiði
3) Ymiskleikasálarfrøði
Undirvísingin skal viðgera sálarfrøðiligar frágreiðslur um munir millum menningargongdir menniskjans og
um broytingar f menningini hjá tí einstaka menniskjanum. Herundir skal týdningurin av sambandinum mill-
um persónligan og mentanarligan samleika og millum bráðkomnar kreppur og persónliga menning viðger-
ast.
3.2 Høvuðsmunimir millum sálarfrøðiligar ástøðisskapanir, háttaløg og menniskja-áskoðanir skulu vera partur
av undirvísingini.
3.3 Arbeiði við teld er partur av undirvísingini.
3.4 Lisnar verða einar 300-350 síður.
Próvtøkan
4.1 Hildin verður ein munnlig próvtøka. Fyrireikingartíðin er umleið 25 minuttir, og tá em vegleiðing og tilfars-
útflyggjan íroknað. 2,5 næmingar verða próvhoyrdir um tíman, íroknað próvdøming.
4.2 Próvtøkupensum fyri næmingar, ið fara til próvtøku eftir vanligum treytum, er 250-275 síður av lesipens-
um, har øll 3 økini nevnd í 3.1 em umboðað.
4.3 Fyri sjálvlesandi og næmingar, ið fara til próvtøku eftir serligum treytum, er próvtøkupensum tað sama sum
lesipensum.
4.4 Loyvdir hjálparmiðlar: Alt tilfar, ið hevur verið nýtt í sambandi við undirvísingina, eisini egnar uppskriftir
og møguligar frágreiðingar. Aðrir hjálparmiðlar em ikki loyvdir. Til tess at styðja framløguna kann próvtakar-
in undir próvhoyringini brúka tær uppskriftir, hann hevur gjørt í fyrireikingartíðini, men eitt beinleiðis handrit
til upplestur telur ikki positivt í dømingini.
4.5 Próvtøkuspumingar verða einans settir í tilknýti til útflýggjaða tilfarið, sum ikki má hava verið nýtt í und-
irvísingini, men sum tó er um somu evni. Einstøku próvtøkuspumingamir skulu hava í sær undirspumingar, til
tess at próvtakarin fær høvi at sýna førleika sín á ymsum stigum.
5. Givið verður 1 próvtal. Próvtalið verður ásett við støði í eini heildarmeting.