Føroya kunngerðasavn A og B - 22.08.1996, Blaðsíða 186
334
HF-kunngerðin
Fylgiskjal 24
Juli 1996
Søga
Felagslærugrein
Endamálið
1. Endamálið er,
a) at næmingamir menna søgutilvitanina og evnini at fata søguna,
b) at næmingamir fáa høvi at menna samleika sín, og at teimum verður greitt, hvøijar atgerðarmøguleikar teir
hava, við at fáa vitan um mentanarbakgrund sína og við at fáa kunnleika um onnur mentanarøki,
c) at næmingamir fáa innlit í ymisk samfeløg og ymisk mentanarøki fyri at verða førir fyri at fáa yvirlit yvir
týdningarmiklar tættir í søguligu gongdini og soleiðis fata søguligan samanhang og eisini samspælið mill-
um einstakling, samfelag og náttúm, og
d) at næmingamir fáa kunnleika um ymsar áskoðanir viðvíkjandi søguligu gongdini, og at næmingamir verða
førir fyri skrivliga og munnliga at greiða ffá søguligum spumingum. Eisini skulu tey læra at arbeiða við
søguligum tilfari og at meta um søguskriving.
Undirvísingin
2.1 í skeiðstíðini verða 6 til 8 stutt-langætlanir lisnar, sum em spjaddar bæði í tíð og stað. Høvuðsdenturin
verður lagdur á evropeiska søgu. f tíðarskeiðinum eftir um leið 1945 skal søguliga útlitið vera alheimsligt.
Skrivlig uppgáva verður skrivað, søguuppgávan.
2.2 Stuttætlan fevnir um færri enn 15 pultstímar. Langætlan fevnir um millum 15 og 25 pultstímar.
Innihaldið í undirvísingini
3.1 Stutt/langætlanimar vera lagdar soleiðis til rættis, at tær geva næmingunum yvirlit yvir týdningarmiklar
høvuðsdráttir og geva teimum fatan av søguligu gongdini.
3.2 Stutt/langætlanimar skulu fevna um hesar tíðartættir:
a) ein langætlan verður løgd undan umleið 1750,
b) tvær stutt/langætlanir verða lagdar millum umleið 1750 og umleið 1945,
c) tríggjar stutt/langætlanir verða lagdar eftir umleið 1945,
d) ein ella tvær stutt/langætlanir kunnu eftir egnum vali leggjast í teimum trimum tíðartáttunum.
3.3 f minsta lagi ein av stutt/langætlanunum skal viðgera søguligu gongdina fram til dagin í dag.
3.4 Stutt/langætlanimar eftir umleið 1945 skulu vera soleiðis valdar, at týdningarmiklir høvuðstættir í alheims-
søguni og í evropeisku og føroysku søguni verða viðgjørdir.
3.5 f minsta lagi ein stutt/langætlan fýri og í minsta lagi ein stutt/langætlan eftir um leið 1945 skulu leggja
høvuðsdentin á føroyska søgu. Tær mentanir, ið ikki er partar av evropeiska mentanarheiminum, skulu vera um-
boðaðar í minsta lagi í einari stutt/langætlan eftir um leið 1945.
3.6 I stutt/langætlanunum skal verða arbeitt við ymsum sløgum av tilfari. Ein partur av hesum tilfari skal við-
gerast gjølliga metodiskt.
3.7 Teld er partur av undirvísingini.
3.8 Ein langætlan verður vald eftir hesum bólkum:
a) søguliga gongdin í longum tíðarbilum,
b) eitt søguskeið,
c) eitt evni,
d) eitt langtíðartema,
e) ein heimstaðarkanning.
3.9 Søguliga gongdin skal lesast soleiðis, at hesir niðanfyri nevndu tættir og sínámillum samanhangur eru part-
ar av arbeiðinum:
a) politisk viðurskifti og altjóðaviðurskifti,
b) framleiðsla, búskapur og viðurskifti viðvíkjandi náttúrutilfeinginum,