Føroya kunngerðasavn A og B - 22.08.1996, Blaðsíða 163
311
9.4 Próvtøkupensum fyri sjálvlesandi og næmingar, ið fara til próvtøku eftir serligum treytum:
Undir høvuðsøki I er próvtakarans val av ítrótti/evni treytað av unstøðum skúlans at íðka ítrótt. Uppgivin verð-
ur ein upphitingarskrá við tónleiki og ein skrá, sum fevnir annaðhvørt um grundvenjing ella skapandi rørslu-
hættir. Herumframt verða uppgivin 3 ítróttir/evni.
Frá høvuðsøki II verða uppgivnar umleið 200 síður, saman við frágreiðingum frá einum starvsstovuskeiði (sí
fylgiskjal 33).
9.5 Loyvdir hjálparmiðlar:
Tilfar, sum er útflýggjað í sambandi við spumingin, og alt tilfar, sum hevur verið nýtt í sambandi við undirvís-
ingina, herundir læmbøkur, uppskriftir og frágreiðingar.
9.6 Próvtøkan er í 2 pørtum:
a) Próvtakaramir vísa eina upphitingarskrá við tónleiki og annaðhvørt eina gmndvenjingarskrá ella eina skrá,
sum fevnir um skapandi rørsluhættir. Hesin parturin av próvtøkuni fer fram í bólkum og verður fylgdur av
einum stuttum skrivligum yvirliti yvir tað valda innihaldið. Próvtakarin vísir tekniskan (og í bóltspæli eis-
ini taktiskan) førleika í teimum báðum valdu ítróttunum/evnunum.
b) Ein próvtøkuspumingur verður settur innan høvuðsøki II, har eisini verklig greiðsluevnismál verða við-
gjørd. Spumingurin tekur støði í ella verður styðjaður av skjalatilfari. Hesin parturin er ein einstaklings-
próvtøka.
9.7 Sjálvlesandi og næmingar, sum fara til próvtøku eftir serligum treytum, verða próvhoyrd í:
a) einari upphitingarskrá við tónleiki,
b) annaðhvørt einari grundvenjingarskrá ella einari við skapandi fimleiki,
c) eftir lutakast 2 av teimum 3 uppgivnu ítróttum/evnum, og
d) eftir lutakast í einum spumingi innan høvuðsøki II.
10. Givið verður 1 próvtal fyri samlaða avrikið. Próvtalið verður givið við støði í einari heildarmeting. Eitt próv-
tal verður givið fyri hvønn næming sær.
HF-kunngerðin
Latín
Fylgiskjal 15
Juli 1996
Vallærugrein
Endamálið
1. Endamálið er:
a) at næmingamir fáa grundleggjandi kunnleika um latínska málið og latínsku mentanina, so teir verða førir
fyri við orðabók og mállæru at lesa samanhangandi latínskar tekstir, og
b) at næmingamir fata tann týdningin, sum latínska málið hevur fyri evropeisku nútíðarmálini og fyri almenn-
ar málsligar spumingar.
Undirvísingin
2.1 Lisnar verða 20 normalsíður. 12 síður av samlaða lesipensum skulu vera upprunatekstur, og 5 normalsíður
skulu vera frá tíðarskeiðinum 100 f. Kr. til 100 e. Kr.
2.2 Tekstimir verða lisnir við atliti at einari málsligari og innihaldsligari fatan av einstaka tekstinum. Næming-
amir skulu venjast í at nýta orðabók, mállæm og aðrar hjálparmiðlar.
2.3 Setningslæra (syntaks) og formlæra, orðatilfar og søguligar hendingar verða viðgjørd í tann mun, tað er
neyðugt fyri at kunna umseta og skilja tekstimar. Undirvísast skal í orðasmíði, hemndir læknafrøðiligum og lív-
frøðiligum fakheitum, og í heildarsetningsgreining