Føroya kunngerðasavn A og B - 22.08.1996, Blaðsíða 66
214
Umsetingaruppgávan fevnir um ein latínskan tekst, sum er lættari tillagaður, og sum telur 150-175 orð. Hann
skal umsetast til eitt tekstatrúgvt, munnrætt føroyskt. Viðmerkingaruppgávan fevnir um ein ótillagaðan latínsk-
an upprunatekst upp á uml. 1 normalsíðu, har 50-75 orð skulu sum eftirlit umsetast til føroyskt. Við tekstinum
fylgir ein parallellumseting. Til tess at dýpa evnið verður úr øllum tekstinum settur
1) ein spumingur í syntaktiskari greining,
2) ein spumingur í tekstafatan,
3) nakrir spumingar um tekstabakgrund, har ið í minsta lagi tveir spumingar skulu svarast.
16.2 Próvtakarin skal svara aðrari av teimum báðum uppgávunum í uppgávuraðinum.
16.3 Hálparmiðlar, sum próvtakarin hevur loyvi at hava við, em mállærur og orðabøkur eftir egnum vali, um
bert orðabøkumar, t.d. frá latíni til eitt nútíðar fremmandamál, em í vavi sum Jensen & Goldschmidt: Latinsk-
dansk ordbog; Gyldendals Røde Ordbog: Latin-dansk er ikki nógmikil, men má brúkast saman við áðumevndu
orðabókum. Realleksika em ikki loyvd at hava við.
17. Svarið verður dømt sum ein heild, har kontrollumsetingin og syntaktiska lutaruppgávan í viðmerkingampp-
gávuni viga dupult. Givið verður 1 próvtal fyri alt svarið.
Støddfrøðilig deild
Miðstig
Endamálið
18. Endamálið er,
a) at næmingamir fáa gmndleggjandi kunnleika til latínskt mál og latínska mentan, so at teir - hjálptir við
orðabók og mállæmbók - gerast førir fyri at lesa samanhangandi latínskar tekstir, og
b) at næmingamir við hesum fáa fatan av týdninginum, sum latín hevur fyri nútíðarmál og almennar málslig-
ar spumingar.
Undirvísingin
19.1 Lisnar verða um 25 normalsíður. 15 síður av samlaða pensum skulu vera uppmnatekstir, serliga frá tíðar-
skeiðinum 100 f.Kr. til 100 e.Kr. Annars kunnu tekstir verða lisnir frá øllum latínskum siðaarvi.
19.2 Lisið verður við atliti at málsligari og innihaldsligari fatan av tí einstaka tekstinum. Morfologi og syntaks,
orðatilfar og realia verða viðgjørd í tann mun, tað er neyðugt fyri at kunnu umseta og skilja tekstimar.
19.3 Undirvíst verður í orðagerð og heilsetningsgreinan. Næmingamir skulu venja seg við at brúka orðabók,
mállæm og aðrar hjálparmiðlar.
Próvtøkan
20.1 Hildin verður ein munnlig próvtøka. Fyrireikingartíðin er umleið 25 minuttir, og tá em vegleiðing og til-
farsútflýggjan íroknað. 2,5 próvtakarar verða próvhoyrdir um tíman, íroknað próvdøming.
20.2 Næmingar, ið fara til próvtøku eftir vanligum treytum, geva upp sum próvtøkupensum 15 normalsíður av
lisnum uppmnateksti. Verður skanderað poesi givin upp, verða 25 ørindi roknað sum 1 normalsíða.
20.3 Próvtøkupensum fyri sjálvlesandi og næmingar, ið fara til próvtøku eftir serligum treytum, er tað sama sum
lesipensum: umleið 25 normalsíður av uppmnateksti. Verður skanderað poesi givin upp, skulu 25 ørindi roknast
sum 1 normalsíða.
20.4 Próvtakarin hevur í fyrireikingarrúminum atgongd til rein eintøk av øllum bókum og ljóstøkum, sum hava
verið brúkt í undirvísingini. Próvtakarin má hava við egnar uppskriftir í fyrireikingarrúmið. Egnar uppskriftir
fevna um umsetingar, sum próvtakarin sjálvur hevur gjørt og skrivað niður. Einans tær uppskriftir, sum próv-
takarin hevur gjørt í fyrireikingartíðini, kunnu havast við inn til próvhoyringina. Sum uppskriftir verða roknað
umseting av orðum og einstøkum orðingum, men ikki umseting, ið er skrivað í fyrireikingartíðini, av øllum
próvtøkutekstinum ella av pørtum av honum,
20.5 Próvhoyringin fevnir um upplestur, umseting, málsliga greining og innihaldsfatan av einum tekstabroti upp
á í mesta lagi 1/3 normalsíðu, tikið úr lisnum pensum. Próvtøkuspumingamir mugu ikki innihalda vegleiðandi
spumingar ella yvirskrift. Undir próvhoyringini skal tíðin til tey einstøku evnini lagast eftir avriksstøðinum hjá
próvtakaranum. Allur próvtøkuteksturin skal umsetast. Umsetingin skal vera tekstatrúgv og á munnrøttum før-