Føroya kunngerðasavn A og B - 22.08.1996, Blaðsíða 150
298
vørum til brúkaramarkr.aðin skal lýsast nágreiniliga við atliti at skiftisrøð, marknaðarføring, vørumenning og
marknaðarmenning. í hesum sambandi skal eisini greiðast frá um sølu av feskum vørum og vørum, sum halda
sær longur. Virkisøkið hjá útlendskum uppboðssølum og fiskamarknaðum skal lýsast.
6) Felagsviðurskifti og trygdarskipanir
Greitt verður í stuttum frá feløgunum, sum hava samband við fiskivinnuna, og sáttmálin millum Føroya Fiski-
mannafelag og Føroya Reiðarafelag verður viðgjørdur. Tey nýggjastu hýrutølini fyri teir ymsu skipabólkamar
verða viðgjørd og sammett við lønarlagið á landi, og næmingamir skulu fara ígjøgnum dømi um avrokningar
til manningina. Undirvísingin leggur dent á at lýsa almennar stuðuls- og trygdarskipanir til útróðrarbátar, skip
og manning.
7) Valfría verkætlan
Næmingamir kunnu, saman við læraranum, velja at gera eina verkætlan innan fyri eitt av teimum kravdu kjam-
uøkjunum. Arbeitt verður vanliga í bólkum, og arbeiðið endar við eini skrivligari frágreiðing.
Próvtøkan
4.1 Hildin verður ein munnlig próvtøka við fyrireiking. Fyrireikingartíðin er umleið 25 minuttir, og tá em veg-
leiðing og tilfarsútflýggjan íroknað. 2,5 próvtakarar verða próvhoyrdir um tíman, íroknað próvdøming.
4.2 Fyri næmingar, ið fara til próvtøku eftir vanligum treytum. er próvtøkupensum tað sama sum lesipensum
umframt møguligar starvsstovufrágreiðingar, sum hoyra til. Uppgivna tilfarið verður skipað eftir økjum, soleið-
is at nomið verður við øll økini. Av hesum skulu 4 viðgerast nágreiniliga. Um verkætlan er gjørd, er hon partur
av próvtøkupensum.
4.3 Fyri sjálvlesandi og næmingar, ið fara til próvtøku eftir serligum treytum, er próvtøkupensum tað sama sum
lesipensum umframt kravt royndararbeiði og starvsstovufrágreiðingar. Um verkætlan er gjørd, er hon partur av
próvtøkupensum.
4.4 Próvtakarin fær ein próvtøkuspuming, sum er býttur sundur í stigvíst torførari undirspumingar. Við próv-
tøkuspuminginum skulu fylgja kend ella ókend fylgiskjøl (t.d. talvur, myndir ella tól). Møguliga ókend fylgi-
skjøl skulu líkjast tilfarinum, sum er brúkt í undirvísingini.
4.5 Til próvtøkuna em hesir hjálparmiðlar loyvdir:
1) í fyrireikingartíðini: tilfar, sum hoyrir til próvtøkuspumingin, bøkur og annað tilfar, sum stendur á skjalin-
um fyri lesipensum. Hammffamt egnar uppskriftir, møguligar royndarfrágreiðingar og lummaroknari.
2) undir próvhoyringini er tað loyvt próvtakaranum at styðja seg til próvtøkuspumingin og tilfar, sum hoyrir
til próvtøkuspumingin, umframt til uppskriftir gjørdar í fyrireikingartíðini, men eitt beinleiðis handrit til
upplestur er ikki loyvt.
5. Givið verður 1 próvtal fyri munnliga avrikið við støði í einari heildarmeting.