Føroya kunngerðasavn A og B - 22.08.1996, Blaðsíða 111
259
8.4 f lesipensum kunnu vera lisnir einstakir styttri, lættir, yrkissermerktir tekstir frá øðrum lærugreinum, har-
uppi í náttúruvísindaligir tekstir.
8.5 Framvegis skal arbeiðast við at halda uppi og menna orðaval næminganna, serliga við atliti at at skerpa evni
næminganna at skilja innihaldslig og stflfrøðilig brigdi.
8.6 Skrivliga arbeiðið skal beinanvegin, tá ið undirvísingin byrjar, hava ein týðandi leiklut og fevna um ymisk
uppgávusløg. Latnar verða inn 8 fríar uppgávur á 3-5 síður og 15 uppgávur á 0,5-1 síðu. Tá ið skrivligar upp-
gávur verða latnar næmingunum aftur, fáa teir vegleiðing bæði í felag og einsæris.
8.7 Arbeiði við edv er partur av undirvísingini. Hetta arbeiðið kann fevna um nýtslu av forritum, sum serliga
eru ætlað lærugreinini, framhaldandi nýtslu av brúkaraforritum á staðnum og viðgerð av meginregluligum av-
leiðingum av at brúka edv.
8.8 Hvør undirvísingartími, sum burturav verður brúktur til audiovisuella undirvísing, kann umroknast til 2
normalsíður í lesipensum, tó í mesta lagi 15 normalsíður tilsamans.
Høvuðsuppgávan
9.1 Evnið á uppgávuni og arbeiðshátturin skal liggja innan karmamar hjá lærugreinini. Økið kann vera fram-
hald av tí, sum arbeitt hevur verið við í valbólkinum, men tað ber ikki til beinleiðis at skriva um teir tekstimar,
sum valbólkurin hevur lisið.
9.2 Grundbókmentimar og ein partur av stuðulsbókmentunum verða lisin á týskum.
9.3 Svarið verður vanliga skrivað á føroyskum, men kann skrivast á týskum, um tað er ein fyrimunur fyri næm-
ingin. Verður svarið skrivað á týskum, skal eisini økið og uppgávuheitið orðast á týskum. At skrivað verður á
týskum, verður ikki í sjálvum sær roknað sum ein fyrimunur í dømingini. Sitat skulu skrivast á uppmnamálin-
um.
Próvtøkan
10. Hildin verður ein munnlig og ein skrivlig próvtøka.
11.1 Til munnligu próvtøkuna er fyrireikingartíðin umleið 30 minuttir, og tá em vegleiðing og tilfarsútflýggjan
íroknað. 2 próvtakarar verða próvhoyrdir um tíman, íroknað próvdøming.
11.2 Næmingar, ið fara til próvtøku eftir vanligum treytum, geva upp til próvtøkuna í minsta lagi 75 normal-
síður og í mesta lagi 100 normalsíður, sum svarar til umleið helvtina av lisnum pensum.
11.3 Fyri sjálvlesandi og næmingar, ið fara til próvtøku eftir serligum treytum, er próvtøkupensum tað sama
sum lesipensum, sum svarar til umleið 175 normalsxður.
11.4 í fyrireikingarrúminum skulu rein eintøk av øllum tí tekstatilfari, sum er gjøgnumgingið í undirvísingini,
vera til taks fyri próvtakaramar. Um tekstaútgávumar hava viðmerkingar, hemppií prentaðar ella ljósprentaðar
orðalistar, hava próvtakaramir loyvi at brúka tær. Próvtakaramir kunnu hammframt í fyrireikingartíðini brúka
egnar uppskriftir frá undirvísingini. Fyribrigdið egnar uppskriftir fevnir ikki um viðmerkingar í teimum upp-
givnu tekstunum ella um umsetingar av teimum uppgivnu tekstunum. Eingir aðrir hjálparmiðlar em loyvdir,
heldur ikki handbøkur sum orðabøkur, mállæmr, alfrøði o. tfl. Verða tekstir, sum em til í undirvísingarbókum,
brúktir ljósprentaðir, mugu broytingar ikki gerast í mun til útgávuna í sambandi við próvtøkuna, t.d. soleiðis at
orð, viðmerkingar og møgulig onnur hjálp em sett inn í støðum, har tað ikki stendur í uppmnaútgávuni. Til tess
at styðja framløguna kann próvtakarin undir próvhoyringini brúka tær uppskriftir, hann hevur gjørt í fyrireik-
ingartíðini, men eitt beinleiðis handrit til upplestur telur ikki positivt í dømingini.
11.5 Hoyrt verður fyrst í einum ólisnum prosabroti á hóskandi torleikastigi á umleið 0,5 síðu, sum próvdómar-
in hevur valt. Síðan verður hoyrt í einum broti úr teimum uppgivnu tekstunum á umleið 0,5 normalsíðu. Tann
ólisni teksturin verður umsettur. Brotið úr tí uppgivna tekstinum verður lisið upp og við støði í brotinum fer ein
samtala fram á týskum, ið skal kanna málførleika og tekstainnlit próvtakarans.
12. Givið verður 1 próvtal. Próvtalið verður givið við støði í eini heildarmeting.