Føroya kunngerðasavn A og B - 22.08.1996, Blaðsíða 182
HF-kunngerðin
Fylgiskjal 23
Juli 1996
Støddfrøði
Felagslærugrein
Endamálið
1. Endamálið er,
a) at næmingamir fáa støddfrøðiligan kunnleika, sum kann verða teimum til gagns í øðrum lærugreinum og í
teirra gerandisdegi, og
b) at næmingamir fáa kunnleika til støddfrøðiligar hugsanarhættir og arbeiðshættir.
Undirvísingin
2.1 Undirvísingin skal miða ímóti, at næmingamir fáa almennan kunnleika og vitan um støddfrøði, og at teir
hava skil á høvuðsevnunum. Teir skulu gerast førir fyri at orða seg bæði munnliga og skrivliga um støddfrøði-
ligar spumingar.
2.2 Skrivligt arbeiði er partur av undirvísingini. Næmingamir lata inn 25 uppgávurøð, sum lærarin rættar og ger
viðmerkingar til. Hvørt raðið skal í arbeiðsbyrðu svara til 50%-100% av einum próvtøkuraði. Skrivligu uppgáv-
umar kunnu vera smáar venjingaruppgávur ella meiri samansettar, størri uppgávur. Næmingamir kunnu eisini
lata inn skrivliga frágreiðing um avís evni. Tílík sløg av skrivligum uppgávum kunnu koma í staðin fyri eitt ella
fleiri uppgávurøð.
2.3 Edv skal verða nýtt í undirvísingini, eitt nú forrit til loysn av líkningum, ella onnur forrit, sum kunnu verða
nýtt at innlæra faklig hugtøk og háttaløg.
Innihaldið í undirvísingini
3.1 Undirvísingin fevnir um 6 høvuðsevni:
1) Tøl
Heil tøl, brot og reel tøl. Roknireglur. Talmongdir. Rokning við potensum og rótum. At loysa einfaldar líkn-
ingar, ólíkningar og dupultar ólíkningar.
2) Prosent- og renturokning
Prosentrokning, miðal prosenttal, vigað miðal, vísitøl og prístal. Renturokning. Annuitetir: samansparing
og lán.
3) Geometri og trigonometri
Tríkantar, rættvinklaðir tríkantar og einsvinklaðir tríkantar. Sin, kos og tan. At rokna síður og vinklar í rætt-
vinklaða tríkantinum.
4) Funkur
Funkuhugtakið, frummongd, funkuvirði, virðismongd, monotoni-viðurskifti. Ymiskir hættir at áseta funk-
ur. Viðgjørdar verða linjurættar og linjubrotnar funkur, eksponentfunka og eksponentiellar gongdir. Kross-
skipan. Einkultlogaritmisk krossskipan. At loysa líkningar og ólíkningar við at lesa á rás.
5) Hagtøl
Óflokkað hagtøl og flokkað hagtøl. Eygbering, títtleiki (tíðføri), samantaldur títtleiki, tídd (frekvensur),
samantald tídd. Ritmyndan. Hagfrøðilig lýsingartøl.
6) Líkindarokning
Roynd. Úrslit og úrslitamongd. Líkindafunka. Endaligt líkindaøki. Hendingar. Sýni. Binomialbýti. Sto-
kastiskur variabul.
3.2 Nærri um einstøku høvuðsevnini:
Viðv. 1) Tølum:
Potens- og róthugtakið verður so mikið viðgjørt, sum tað er neyðugt, fyri at arbeitt kann verða við miðal
prosentum, og loystar kunnu verða líkningar av slagnum bac = d. Hugtøk úr mongdarlæruni verða viðgjørd,
í tann mun, tað er neyðugt fyri viðgerðina av hinum evnunum.
Viðv. 2) Prosent- og renturokning:
Prosentrokning fevnir um framrokning við støðugum prosenti og um rentuformilin. Heraftrat skulu næm-
ingamir læra at brúka annuitetsformlamar fyri samansparing og lán.
Vtðv. 3) Geometri og trigonometri:
í sambandi við tríkantar verður vinkulsummur, hædd og flátamál umtalað. Sambandið ímillum longdimar
av síðunum í einsvinklaðum tríkantum verður viðgjørt. At rokna síður og vinklar í rættvinklaðum tríkanti
fevnir um sinus, kosinus, tangens og setning Pythagoras.