Føroya kunngerðasavn A og B - 22.08.1996, Blaðsíða 132
280
Stundir skulu vera at taka samanum viðgjørdu evnini til at vísa á samanhang og heildarfatan.
3.2 Heiti, tekn og eindir verða sum heild at nýta sum fyriskrivað í alisfrøðiligum formlasavni, sum Skúlafyrisi-
tingin hevur góðkent.
Próvtøkan
4.1 Hildin verður ein munnlig próvtøka. Fyrireikingartíðin er umleið 30 minuttir, og tá eru vegleiðing og tilfars-
útflýggjan íroknað. 2 próvtakarar verða próvhoyrdir um tíman, íroknað próvdøming.
4.2 Próvtøkupensum hjá næmingum, sum fara til próvtøku eftir vanligum treytum, er umleið 2/3 av lesipens-
um. Harumframt verða givnar upp 8 royndarfrágreiðingar.
4.3 Próvtøkupensum hjá sjálvlesandi og næmingum, ið fara til próvtøku eftir serligum treytum, er tað sama sum
lesipensum umframt allar royndarfrágreiðingamar frá einum starvsstovuskeiði (sí fylgiskjal 31) ella onkrum
tílíkum.
4.4 Loyvdir hjálparmiðlar í fyrireikingartíðini eru: bøkur, evnissavn, formlasavn, talvur, uppgávur, royndarfrá-
greiðingar og annað skrivligt tilfar, sum hevur verið nýtt ella er skrivað í sambandi við undirvísingina. Tól, sum
hava verið nýtt í sambandi við uppgivnu royndimar. Góðkendur lummaroknari.
4.5 Próvhoyrarin hevur ábyrgdina av, at próvtakarin hevur til taks neyðugu tólini. Próvhoyrarin hevur eisini
ábyrgdina av, at bøkur í uppgivna pensum em til taks í fyrireikingarhølinum. Øðmm loyvdum hjálparmiðlum
hevur próvtakarin ábyrgd av at hava við.
4.6 Próvtakarin verður próvhoyrdur í einum ástøðiligum spumingi og einari roynd. Spumingur og roynd skulu
fevna um hvør sítt evni. Spumingurin kann fevna um fleiri partar av uppgivna pensum. Til tess at styðja fram-
løguna kann próvtakarin undir próvhoyringini brúka tær uppskriftir, hann hevur gjørt í fyrireikingartíðini um-
framt møgulig fylgiskjøl í sambandi við spumingin, men eitt beinleiðis handrit til upplestur telur ikki positivt í
dømingini. Undir próvhoyringini kunnu verða nýtt talvur, myndir og annað tilfar úr royndarfrágreiðingunum.
Próvtøkuspumingurin skal sum heild eisini fevna um royndartólið við tilknýti til evnið.
4.7 Givið verður 1 próvtal. Próvtalið verður givið við støði í eini heildarmeting.
Hástig
5. Undirvísingin og próvtøkan í læmgreinini á hástigi fer fram eftir reglunum í studentaskúlakunngerðini.
HF-kunngerðin
Alisfrøði-evnafrøði
Fylgiskjal 2
Juli 1996
Felagslærugrein
Endamálið
1. Endamálið er,
a) at næmingamir fáa kunnleika um týdningin, sum náttúruvísindini hava fyri mentan og samfelagslív,
b) at næmingamir við at fáast við alisfrøðiligar og evnafrøðiligar spumingar fáa kunnleika um umhvørvis-
viðurskifti,
c) at næmingamir fáa vitan um høvuðshugtøk innan alisfrøði og evnafrøði, ið kunnu vera grundarlag undir
framhaldandi lesnaði,
d) at næmingamir fáa skil á alisfrøðiligum og evnafrøðiligum evnum, ið hava týdning í gerandisdegnum,
e) at næmingamir fáa kunnleika um royndararbeiðshættir, vandamál og trygdarviðurskifti í hesum sambandi,