Føroya kunngerðasavn A og B - 22.08.1996, Blaðsíða 93
241
4) Funkur
Funkuhugtakið, frummongd, funkuvirði, virðismongd, monotoniviðurskifti. Ymiskir hættir at áseta funkur.
Linjurættar og linjubrotnar funkur, eksponentiellar gongdir. Krossskipan. Einkultlogaritmisk krossskipan.
At loysa einfaldar líkningar og ólíkningar við at lesa á rás.
5) Hagtøl
Óflokkað og flokkað hagtøl. Eygbering, títtleiki (tíðføri), samantaldur títtleiki, tídd (frekvensur), samantald
tídd. Ritmyndan. Hagfrøðilig lýsingartøl.
6) Líkindarokning
Roynd. Úrslit og úrslitamongd. Líkindafunka. Endaligt líkindaøki. Hendingar. Sýni. Binomialbýti.
19.2. Nærri um einstøku høvuðsevnini:
Viðv. 1) Tølum
Potens- og róthugtakið verða viðgjørd so mikið, at arbeitt kann verða við miðal prosentum og loystar kunnu
verða líkningar av slagnum bac = d. Hugtøk úr mongdarlæruni verða so mikið viðgjørd, sum neyðugt er
fyri viðgerðina av hinum evnunum.
Viflv. 2) Prosent- og renturokning
Renturokningin fevnir um framrokning við støðugum prosenti og um rentuformilin.
Viflv. 3) Geometri og trigonometri
í sambandi við tríkantin verða heitini hædd og vídd umrødd. Vinkulsummurin í tríkanti og lutføll ímillum
síðulongdir í einsvinklaðum tríkantum verða umrødd. Sinus, kosinus og tangens verða viðgjørd við rætt-
vinklaða tríkantinum sum útgangsstøði. Við til at rokna síður og vinklar í rættvinklaða tríkantinum hoyrir
setningur Pythagoras.
Viðv. 4) Funkum
Funka lýsir sambandið ímillum óheftan og heftan variabul. Sambandið verður ásett á ymiskan hátt, og
viðgjørdar verða funkur ásettar við rokniforskrift, við talvu, við rás ella við algoritmu, sum til dømis í ein-
um roknara. Funkumar við forskriftunum Áx, x% 1/x og log(x) verða serstakt umrøddar. Til monotoni-
viðurskifti hoyra hugtøkini vaksandi og fallandi funka, størstavirði og minstavirði hjá einari funku. Við-
gjørdar verða krossskipanir, eisini tá ið eindimar á ásunum em ymiskar, og tá ið tær ikki skerast í (0,0).
Funkumar við forskriftunum f(x) = ax + b og f(x) = bax verða serstakt viðgjørdar, og dentur verður lagdur
á at vísa, hvussu hesar verða nýttar at lýsa ymisk fyribrigdi. Hugtøkini helvtartal og tvífaldstal verða við-
gjørd.
Viðv. 5) Hagtølum
Hugtøkini títtleiki (tíðføri), samantaldur títtleiki, tídd (frekvensur) og samantald tídd verða lýst, samstund-
is sum arbeitt verður við dømum. í sambandi við ritmyndan verður lýst: pinnamynd, rimamynd, trappu-
mynd, stabbamynd og samløgurás (S-rás). Hagfrøðilig lýsingartøl fevna um hugtøkini: minstavirði,
størstavirði, breidd, mesti, miðaltal, niðara fjórðingsmark, miðja og ovara fjórðingsmark.
Viflv. 6) Líkindarokning
Bæði javnbýtt og ikki javnbýtt líkindaøki verða umrødd. Neyðug hugtøk úr mongdarlæruni verða leysliga
viðgjørd, fyri at hendingar kunnu verða viðgjørdar. Næmingamir skulu læra at finna K(n,p) bæði í talvu og
við rokning. Teir skulu duga binomialbýtið, bæði við at rokna og við at brúka talvu fyri samantalt líkindi
hjá binomialbýtinum.
19.3 í sambandi við viðgerðina av høvuðsevnunum verður arbeitt við roknitøkniligum hjálparamboðum (rokn-
ara, formlasavni, talvum, einkultlogaritmiskum pappíri).
19.4 Lisnar verða einar 150-270 síður, treytað av valda undirvísingartilfarinum.
Próvtøkan
20. Hildin verður ein munnlig og ein skrivlig próvtøka.
21.1 Til munnligu próvtøkuna er fyrireikingartíðin umleið 25 minuttir, og tá em vegleiðing og tilfarsútflýggjan
íroknað. 2,5 próvtakarar verða próvhoyrdir um tíman, íroknað próvdøming.
21.2 Næmingar, ið fara til próvtøku eftir vanligum treytum, geva upp umleið helvtina av lesipensum. Treytað
av valda tilfarinum verða givnar upp einar 80 - 140 síður, valdar soleiðis, at býtið á tey 6 høvuðsevnini er nøku-
lunda javnt.
21.3 Fyri sjálvlesandi og næmingar, ið fara til próvtøku eftir serligum treytum, er próvtøkupensum tað sama
sum lesipensum.