Føroya kunngerðasavn A og B - 22.08.1996, Blaðsíða 177
325
Hástig
1 árs skeið
Endamálið
9. Endamálið við undirvísingini er,
a) at næmingurin fær innlit í týdningarmikil sosial, búskaparlig og politisk viðurskifti, og á tann hátt fær
styrkt fatanina av, hvussu samfelagið hongur saman, og hvørji árin samfelagsligu korini hava fyri møgu-
leikamar hjá tí einstaka at liva og virka,
b) at næmingurin gerst førur fyri sjálvstøðugt at leita eftir og viðgera samfelagsligt tilfar grundað á samfel-
agslig ástøði og háttaløg, og
c) at næmingurin grundað á fakligt djúptøkni fær førleika í neyvari og skipaðari eygleiðing og mennir
evnini hjá sær at orða samfelagsligar trupulleikaorðingar.
Undirvísingin
10.1 Undirvísingin skal verða grundað á samfelagslig háttaløg og ástøði, innan undirvísingargreinimar, sosio-
logi, búskap, politikk og altjóða politikk. Undirvísingin skal somuleiðis tryggja, at næmingurin fær royndir í at
skriva próvtøkuuppgávur við atliti at skrivligu próvtøkuni.
10.2 Undirvísingin skal vera soleiðis háttað, at fakliga dygdin verður tryggjað við at gjølla verður farið um.
Undirvísingin skal hanga saman og hava framtøku í sær.
10.3 Undirvísingin skal fevna víða, tá ræður um val av tilfari, háttalagi og ástøði. Aktuell mál og spumingar
skulu hava innivist í undirvísingini.
Innihaldið í undirvísingini
11.1 Kravdu økini em:
1) Sosiologi.
Sosiologisk ástøði og háttaløg:
a) Ástøði, ið em knýtt at:
- sosialisatión og hvussu meiningar verða myndaðar,
- lívsformum, livikorum og mentanum.
b) Innsavning og viðgerð av bæði kvantitativum og kvalitativum upplýsingum.
2) Búskapur.
a) Vinnulívsmenning:
- Menningin innan vinnuskipanina og tøknifrøðina.
b) Búskaparástøði og búskaparpolitikkur.
3) Politikkur.
a) Politiska skipanin í Føroyum.
b) Politisku hugsjónimar.
4) Altjóða politikkur.
Føroysk uttanlandsviðurskifti:
- sambandið millum Føroyar og Danmark
- innanhýsis og uttanhýsis viðurskifti, ið ávirka samstarvið millum Føroyar og útheimin.
11.2 Samfelagsvísindaligir teknikkir, háttaløg og ástøði skulu vera partur
av undirvísingini og skulu fevna um:
a) Greining av teksti og taltilfari o.ø.
b) Ástøði úr øllum kravdum økjum.
c) Munnliga framløgu.
d) Skrivlig avrik, sum í samlaðum vavi skulu svara til 11-12 studentspróvtøkuuppgávur.
11.3 Teld er partur av undirvísingini.
11.4 Lesipensum skal fevna um 400-500 síður.