Føroya kunngerðasavn A og B - 22.08.1996, Blaðsíða 170
318
Innihaldið í undirvísingini
12.1 Undirvísingin skal tryggja eina dýpandi lýsing av hesum evnum:
a) lívfrøði sum vísindagrein,
b) lívfrøðilig framleiðsla og lívfrøðitøkni,
c) heilsa og sjúka,
d) náttúra og umhvørvi.
12.2 Undirvísingin fevnir um hesi evni:
a) Vistfrøði. Vistfrøðiligar vandamálsstøður verða nágreiniliga viðgjørdar innan fyri hesi partøki: Lívfrøðilig
framleiðsla, tilfeingisnýtsla, umhvørvisdálking og náttúruumsiting. Undirvísingin skal sum heild tryggja innlit
í vistfrøðilig ástøði, háttaløg og fyrimyndir. Við í undirvísingini eru dømi um, hvussu dýr og plantur laga seg
eftir umhvørvi, visteiturfrøði, stovnslívfrøði og atferðarlívfrøði. Harumframt verða nágreiniligari viðgjørd:
Brutto- og nettoframleiðsia, evnaringæsur, orkuumsetingar eins og hvussu berievnini og menningin er hjá vist-
skipanum.
b) Arvalæra og menningarlæra. Arvalæran verður nágreiniliga lýst, og tryggjað verður, at næmingamir verða
settir nágreiniliga og breitt inn í arvafrøðiligt ástøði og háttalag, herundir arvalæru menniskjans, stovnsarva-
læru, menningarlæru og nýtslu av arvalæru í gransking og framleiðslu. f undirvísingina skal kyknudifferentier-
ing og fosturmenning takast við. Harumframt verður mýla- og kyknugrundarlag arvalærunnar lýst, arvamynst-
ur, samanspælið millum arv og umhvørvi, útbreiðsla, úrveljing, góðsking og ílegutøkni.
c) Uvvirkisfrøði. Lívvirkisfrøði menniskjans verður lýst nágreiniliga, og dømi verða givin um lívvirkisfrøðilig
viðurskifti hjá plantum og dýrum. Undirvísingin leggur dent á at vísa á bygnaðar- og virknaðarsambond, hvussu
javnvág og samspælið millum einstakling og umhvørvi verður hildið uppi. Mýla- og kyknulívfrøðiliga og vevn-
aðarlívfrøðiliga grundarlagið fyri lívvirkisfrøðiligum evnabroytingum verða tikin upp í evnini og skeiðvirksem-
ið. Eisini verða tikin við ella nágreiniliga viðgjørd evnaupptøka, evnaflutningur, rørsla eins og lívfrøðilig javn-
ing í tilknýti til hormon, nervaskipan og órinslag.
d) Lívevnafrøði og lívalisfrøði verða tikin við sum fasmr partur av undirvísingini í teimum valdu evnunum og
skeiðsgongdunum. Við í undirvísingini eru bygnaður og virki hjá kolhydratum og fitievnum, mýlskar flutn-
ingstilgongdir, kemosyntesa og fotosyntesa, tað intermediera evnaskiftið eins og lívevnafrøðiligir greiningar-
hættir. Harumframt verður bygnaður og virki hjá eggjahvítaevnum og kjarnusýrum viðgjørd nágreiniliga, eins
og kveikavirksemi og eggjahvítanýgerð.
e) Smáverulívfrøði er við sum fastur partur av undirvísingini í teimum valdu evnunum og skeiðsgongdini. Við
í undirvísingini eru smáverur sum sjúkuelvarar og smáverufrøðiligir arbeiðshættir. Harumframt verður týdn-
ingurin hjá smáverum fýri vistskipanir eins og týdningurin hjá smáverum í gransking og framleiðslu viðgjørd-
ur.
12.3 Tað nágreiniliga lisna tilfarið svarar til 450-500 síður.
Próvtøkan
13.1 Hildin verður munnlig próvtøka. Fyrireikingartíðin er umleið 30 minuttir, og tá eru vegleiðing og tilfarút-
flýggjan íroknað. 2 próvtakarar verða próvhoyrdir um tíman, íroknað próvdøming.
13.2 Próttøkupensum hjá næmingum, sum fara til próvtøku eftir vanligum treytum, er eitt nágreiniliga lisið til-
far á hástigi, svarandi til 200-250 síður umffamt tað tilhoyrandi royndararbeiðið.
13.3 Próvtøkupensum hjá sjálvlesandi og næmingum, ið fara til próvtøku eftir serligum treytum, er eitt nágreini-
liga lisið tilfar, svarandi til 450-500 síður, umframt frágreiðingar frá einum starvsstovuskeiði, smb. fylgiskjal
33, ella samsvarandi.
13.4 Loyvdir hjálparmiðlar eru bøkur, lærubókaúrtøk, og annað tilfar, sum stendur á skjali fyri lesipensum og
próvtøkupensum. Harumframt fremmandorðabók, donsk-føroysk orðabók, egnar frágreiðingar, skrivligar upp-
gávur, uppskriftir og góðkendur lummaroknari.
13.5 Próvtakarin fær ein próvtøkuspuming. Uppi í spuminginum hongur vanliga nágreiniligari undirspuming-
ar og skjalatilfar (eitt nú talvur, myndir ella tól). Við próvtøkuspuminginum skulu vanliga fylgja kend og ókend
fylgiskjøl. Royndararbeiðið og valfría verkætlanin skulu við hóskandi tyngd ganga inn í próvtøkuspumingamar.
13.6 Givið verður 1 próvtal. Próvtalið verður givið við støði í einari heildarmeting.
14.1 Hildin verður skrivlig próvtøka, sum er 5 tfmar. Próvtakaramir fáa útflýggjað 2 stórar uppgávur, og av
teimum skal onnur svarast, umframt 4-5 smærri uppgávur, og av teimum skulu 2-3 svarast.