Føroya kunngerðasavn A og B - 22.08.1996, Blaðsíða 97
245
í sambandi við arbeiðið við omanfyri nevndu táttum skulu ymisku lívskorini hjá mannfólki og konufólki verða
lýst.
3.5 Tíðin, ið verður nýtt til søguundirvísingina verður býtt sundur í tríggjar javnstórar partar. Tíðartættimir em
hesir:
1) tíðin til umleið 1750
2) tíðin frá umleið 1750 til umleið 1945
3) tíðin eftir 1945
3.6 Stutt-/langætlanimar skulu vera lagdar soleiðis til rættis, at høvuðsdenturin í summum fømm verður lagdur
á yvirlit og samanhang, og í øðmm fømm á djúptøkna lýsing av avmarkaðum tíðarskeiðum. f báðum fømm
skulu ymisk sløg av tilfari - eisini ikki-skrivligt - verða nýtt.
3.7 í øllum trimum tíðartáttunum sær skulu í minsta lagi vera tvær langætlanir, ið hvør teirra fevnir um einar
15-30 tímar, sum snúgva seg um avmarkað øki. Tað ber til at leggja slík øki soleiðis til rættis, at tey røkka tvørt-
ur um tilskilaðu tíðarmørkini. Millum hesi tíðaravmarkaðu økini skal føroysk, evropeisk og ikki-evropeisk søga
vera umboðað.
Søguuppgávan
4.1 Sum partur av undirvísingini í øðmm studentaskúlaflokki skulu næmingamir fyri 15. desember skriva eina
uppgávu, søguuppgávuna, í teimum avmarkaðu økjunum, sum em lisin. Uppgávan kann fevna um samfelags-
fakligt tilfar, um so er, at tað hevur verið samantvinnaður táttur í avmarkaðum øki. Næmingamir velja evni í
samráð við læraran, sum gevur teimum vegleiðing, meðan uppgávan verður skrivað.
4.2 14-16 undirvísingartímar verða nýttir til søguuppgávuna umframt ta tíð, næmingamir vanliga nýta heima at
fyrireika tímamar.
4.3 Næmingamir ráða sjálvir fyri, um teir vilja skriva uppgávuna einsamallir ella gera hana sum bólkaarbeiði.
Uppgáva, ið næmingur ger einsamallur, skal í mesta lagi fevna um einar 8-12 maskinskrivaðar A4 blaðsíður,
sum hevur 1 1/2 regluglopp. í tí føri, at uppgávan er latin inn sum bólkaarbeiði, skal hon vera so mikið stór, at
arbeiðsbyrðan hjá hvøijum einstøkum næmingi sær er tann sama sum hjá næmingum, ið lata inn hvør sær.
Samfelagskunnleiki
5.1 Samfelagskunnleiki skal vera partur av søguundirvísingini í tann mun, ið hildin verður hóskandi.
5.2 Tey bæði økini, ið tilskilað em niðanfyri, skulu viðgerast hvørt sær so mikið nágreiniliga, at undirvísingin
fevnir um 15-20 tímar.
a) bygnaður og starvsháttur í føroysku politisku skipanini,
b) føroyskur búskapur og búskaparpolitikkur
Hammframt skal eitt ella fleiri samfelagslig øki viðgerast, sum flokkurin sjálvur hevur valt.
5.3 Ymisk sløg av tilfari skulu nýtast.
5.4 Næmingamir skulu fáa kunnleika um tey hugtøk, háttaløg, modell og ástøði, ið nýtt verða á teimum ein-
støku økjunum.
Próvtøkan
6.1 Hildin verður ein munnlig próvtøka. Fyrireikingartíðin er umleið 30 minuttir, og tá em vegleiðing og tilfars-
útflýggjan íroknað. 2 próvtakarar verða próvhoyrdir um tíman, íroknað próvdøming. Próvtakarin fær 1 spum-
ing.
6.2 Flokkurin kann gera avtalu um, at í einum ella fleiri søguskeiðum kann tilfar leggjast fram, ið ikki hevur
verið viðgjørt í undirvísingini. í tí føri, at flokkurin velur at nýta ókent tilfar til próvtøkuna, skal tað tilfarið, ið
verður framlagt, vera stutt - ikki meira enn 1 til 2 normalsíður - og tað skal hóska væl til tess at lýsa deplar (und-
irtættir), ið uppgivnir verða. Ókent tilfar kann eisini vera ikki-skrivligt tilfar, til dømis myndir. Verður ókent til-
far nýtt, er tað ikki neyðugt, at tað verður nýtt í øllum próvtøkuspumingunum.
6.3 Næmingar eftir vanligum treytum geva hetta upp:
1) Søga: Bæði tilfar úr stutt-/langætlanum skal uppgevast. Uppgevingamar skulu í fyrra lagi fevna um tilfar,
ið leggur dent á at geva næmingunum yvirlit og samanhang, og í seinna lagi á tilfar, ið miðar eftir at geva