Føroya kunngerðasavn A og B - 22.08.1996, Blaðsíða 131
279
HF-kunngerðin
Fylgiskjal 1
Juli 1996
Alisfrøði
Vallærugrein
Endamálið
1. Endamálið er,
a) at næmingamir fáa ein lykil at skilja heimin, og at teir fáa kunnleika til náttúruvísindaligu heimsmyndina,
b) at næmingamir fáa innlit í alisfrøðiligar meginreglur og arbeiðslag, sum em grundarlag undir tøknifrøðini í
okkara tíð, og
c) at næmingamir verða kunnugir við alisfrøðiligar hugsanarhættir og arbeiðshættir.
Undirvísingin
2.1 Undirvísingin skal tryggja, at næmingamir fáa skil á høvuðsøkjunum í klassiskari og nýggjari alisfrøði.
Næmingamir skulu eisini læra at leggja til rættis og at gera alisfrøðiligar mátingar. Teir skulu duga høvuðssevn-
ini so væl, at teir vera førir fyri at meta um bæði kendar og ókendar spumingar og at gera útrokningar í hesum
sambandi. Teir skulu vera førir fyri at meta um og viðgera upplýsingar um tøkniligar og náttúmvísindaligar
spumingar, sum hava týdning fyri umhvørvi, tøkni ella samfelagslív sum heild. Næmingamir skulu vera førir
fyri at orða seg bæði munnliga og skrivliga um alisfrøðiligar spumingar.
2.2 Undirvísingin skal leggjast soleiðis til rættis, at næmingamir støðugt
- fáa skil fyri, at fyribrigdi í umheiminum kunnu skiljast á alisfrøðiligum gmndarlagi.
- fáa kunnleika til ítøkilig dømi um, hvussu alisfrøðilig úrslit og arbeiðslag verða nýtt í tøknifrøði.
- fáa kunnleika til partar av alisfrøðisøguni og fáa varhuga av alisfrøðini sum sannkenningarhátti.
Partar av undirvísingini kunnu leggjast soleiðis til rættis, at ávíst evni (tema) verður lýst í síni heild.
2.3 Stómr dentur skal leggjast á alisfrøðiligar royndir og tað at máta. Royndir, sum næmingamir sjálvir gera og
skriva royndarfrágreiðing um, skulu fevna um einar 25 pultstímar. Næmingamir skriva 9 royndarfrágreiðingar
hvør á 3-7 síður (fylgiskjøl ikki íroknað). Hammframt verður mælt til at gera eina størri roynd (6-8 tímar), har
næmingar í felag skriva royndarfrágreiðing, sum f arbeiðsbyrði íalt svarar til eina frágreiðing fyri hvønn
næming. Verður eingin størri roynd gjørd, skriva næmingamir í staðin íalt 2 vanligar royndarfrágreiðingar eyka
hvør.
2.4 Arbeiðið við alisfrøðini fevnir eisini um uppgávurokning, bæði í tímunum og sum sjálvstøðugt næminga-
avrik. Næmingamir lata inn 15 uppgávurøð. Hvørt rað er í arbeiðsbyrði 40-60% av einum próvtøkuraði í alis-
frøði á hástigi.
2.5 Undirvísingin verður løgd til rættis við atliti at læmgreinini alisfrøði-evnafrøði sum vallæmgrein. Somu-
leiðis verður undirvísingin løgd til rættis við atliti at øðmm læmgreinum. Edv er partur av undirvísingini, t.d.
við at nýta amboðs-, venjingar- og samlátforrit. I sambandi við arbeiðið við royndum kann edv verða nýtt sum
amboð, tá ið tað snýr seg um at fáa til vega mátingar og samlát, eins og til stýring og eftirlit.
Innihaldið í undirvísingini
3.1 Høvuðsevnini em:
1) Mekanikkur.
Rørsla eftir beinari linju við javnari ferð. Rørsla eftir beinari linju við javnari akseleratión. Kraft, arbeiði og
effekt. Lógir Newtons. Mekanisk orka.
2) Ellæra.
Ringrásir við lineemm komponentum, løðing, streymmegi, spenningsmun, resistan, elektromotorisk kraft,
elektrisk, orka og effekt. Dømi um ikki-lineerar komponentar.
3) Aldulæra.
Um aldur og støddir, ið knýttar em at aldum. Sveigtíð, frekvensur, sveigvídd, aldulongd og ferð. Superposi-
tión og interferensur. Ljóð og hoym. Ljós sum dømi um elektromagnetiskar aldur. Optiskt gittar og spektur.
4) Varmalæra.
Trýst, hiti, mýlaástøði. Loftevnalógin og gasslógir. 1. høvuðssetningur við einføldum dømum. Evnisvarmi,
kalorimetri, bræðing, guving. Varmaleiðing.
5) Serevni.
Umleið 10 pultstímar verða nýttir at lesa eitthvørt serevni, sum næmingar og lærari velja í felag.