Føroya kunngerðasavn A og B - 22.08.1996, Blaðsíða 209
Nr. 104
357
17. juli
KUNNGERÐ
um
studentspróvtøku og hægri fyrireikingarpróvtøku
(Próvtøkukunngerðin)
Við heimild í § 6 í løgtingslóg nr. 106 frá 29. juni
1995 um Studentaskúlar v.m. við seinni broytingum
og í § 7 í løgtingslóg nr. 107 frá 29. juni 1995 um
Skeið til hægri fyrireikingarpróvtøku v.m. við seinni
broytingum hevur landsstýrið fyrisett:
Kapittul 1
Meginreglur fyri próvtøku
§ 1. Skúlafyrisitingin leggur próvtøkuna til rættis og
hevur eftirlit við henni.
§ 2. Rektarin/skeiðleiðarin hevur mótvegis Skúlafyri-
sitingini ábyrgdina av próvtøkuni á skúlanum/skeið-
inum.
Stk. 2. Rektarin/skeiðleiðarin ella ein av honum
heimilaður persónur skal vera til staðar á skúlanum/-
skeiðinum, meðan próvtøkan fer fram.
§ 3. Vanliga próvtøkan verður hildin í mai-juni mán-
aði (vanliga summarpróvtøkuskeiðið). Tilhoyrandi
sjúkrapróvtøkan verður hildin í august-september
mánaði. Harumframt kann eftir ásetan hjá Skúlafyri-
sitingini munnlig og skrivlig próvtøka verða hildin í
desember-januar mánaði (vanliga vetrarpróvtøku-
skeiðið), umframt munnlig próvtøka til aðrar tíðir í
árinum. Skúlafyrisitingin ásetur møguligar freistir í
sambandi við vetrarpróvtøku.
Kapittul 2
Lesipensum og próvtøkupensum
§ 4. Viðvíkjandi próvtøkukrøvum og próvtøkuhætt-
um í teimum einstøku lærugreinunum eru reglumar í
fylgiskjølunum í kunngerð um studentaskúlan og
stakgreinalestur á studentaskúlastigi (studentaskúla-
kunngerðin) og í kunngerð um skeið til hægri fyri-
reikingarpróvtøku og lestrarfyrireikandi stakgreina-
undirvísing (HF-kunngerðin) galdandi.
Stk. 2. Har onki annað er ásett, skal próvtøkupensum
fjølbroytt umboða lesipensum í lærugreinini.
Stk. 3. Próvtøkupensum verður valt av læraranum í
samráð við næmingamar.
§ 5. Lesipensum og próvtøkupensum verða send
Skúlafyrisitingini til góðkenningar áðrenn 1. mars.
Innsending og góðkenning fara fram sambært áset-
ingum hjá Skúlafyrisitingini. Avrit av lesipensum og
próvtøkupensum verður latið næmingunum.
Stk. 2. Rektarin/skeiðleiðarin sendir próvdómamnum
lesipensum og próvtøkupensum dagin fyri, at próv-
tøkuætlanin verður kunngjørd næmingunum, smbr. §
10, stk. 2. I lærugreinum, har próvdómarin á stu-
dentaskúla ella HF-skeiði skal velja ólisnar tekstir,
skal lesipensum fyri ávikavist kravt stig og felags-
læmgrein sendast samstundis, tá talan er um læm-
greinir á miðstigi, hástigi og vallæmgreinir.
Stk. 3. Avrit av lesipensum og próvtøkupensum skal
varðveitast á skúlanum/skeiðinum í 3 ár.
Kapittul 3
Innskriving til próvtøku
§ 6. Næmingar em innskrivaðir til próvtøku í teimum
læmgreinum, har teir fylgja undirvísingini.
Stk. 2. Farið verður til próvtøku í fyrstkomandi próv-
tøkuskeiði, aftaná at undirvísingin í lærugreinini er
lokin, smbr. tó stk. 4. Verður farið til próvtøku seinni,
fer innskrivingin til próvtøku í tí/teimum einstøku
lærugrein/um fram sambært reglunum fyri sjálvles-
andi, uttan so at próvtøkan fer fram sambært regl-
unum um sjúkrapróvtøku, smbr. kap. 10.
Stk. 3. Næmingar, sum em innskrivaðir til próvtøku í
vanliga próvtøkuskeiðinum, kunnu melda frá í sein-
asta lagi 1. apríl.
Stk. 4. Næmingar, sum fylgja undirvísingini í fleiri
læmgreinum, sum hava skrivliga próvtøku sama dag-
in, sambært fylgiskjali 1, fara til skrivligu próvtøku í
læmgreinunum í vanliga summarpróvtøkuskeiðinum
ella í tilhoyrandi sjúkrapróvtøku í tí raðfylgju, sum
Skúlafyrisitingin ásetur.
Stk. 5. Fyri næmingar, sum av aðrari orsøk enn sjúku
ikki koma til eina próvtøku, teir em innskrivaðir til,
sum verða burturvístir frá einari próvtøku, sum slíta
frá einari próvtøku, ella sum ikki byrja eina próvtøku,
smbr. § 11, stk. 1, telur henda próvtøka sum ein av
teimum 2 møguligu próvtøkunum, smbr. § 7. Hesir
kunnu í fyrsta lagi fara til nýggja próvtøku í avvarð-
andi læmgrein í fylgjandi vanliga próvtøkuskeiði.
Próvtøkan fer fram sambært treytum fyri sjálvles-
andi, uttan so at næmingurin av nýggjum hevur fylgt
tí samlaðu undirvísingini í avvarðandi læmgrein.
Hesir næmingar á studentaskúlanum kunnu ikki flyt-
ast upp í næsta flokk.
Stk. 6. Asetingin í stk. 5 er eisini galdandi fyri høv-
uðsuppgávuna, sum í fyrsta lagi kann skrivast í fylgj-
andi undirvísingarári. Rektarin/skeiðsleiðarin ásetur
tíðarskeiðið.
§ 7. Næmingur kann í mesta lagi fara til próvtøku í
somu læmgrein á sama stigi 2 ferðir og kann ikki í
sama próvtøkuskeiði fara til ta somu próvtøkuna
fleiri ferðir. Er bæði skrivlig og munnlig próvtøka í
einari læmgrein, kann næmingurin innskriva seg til
endurpróvtøku í ávikavist tí munnligu og skrivligu
próvtøkuni hvør sær.