Føroya kunngerðasavn A og B - 22.08.1996, Blaðsíða 216
364
§ 50. Skúlafyrisitingin ásetur dagamar fyri próvtøk-
umar til skrivligu sjúkrapróvtøkumar.
Stk. 2. Munnligu sjúkrapróvtøkumar skulu fara fram,
so skjótt sum til ber í komandi skúlaári, um ikki
sjúkrapróvtøka verður sambært § 46, stk. 4, soleiðis
at allar próvtøkur era lidnar í seinasta lagi 3 vikur eft-
ir skúlaársbyijan. Skúlafyrisitingin tilnevnir próv-
dómaramar, meðan rektarin/skeiðleiðarin í samráð
við lærarar og próvdómarar avtala dag og tíð fyri
sjúkrapróvtøkumar. Lærari má ikki vera próvdómari
á egnum skúla/skeiði.
Stk. 3. Skúlafyrisitingin ásetur eftir tilmæli frá rektar-
anum/skeiðleiðaranum tíðarskeiðið fyri sjúkrapróv-
tøku í høvuðsuppgávuni.
Kapittul 11
Próvtalsgeving
Felagsreglur
§ 51. Próvtøl verða givin í teimum einstøku læm-
greinunum, sum em tilskilaðar í studentaskúla- og
HF-kunngerðunum. Próvtalsstigin og treytimar fyri
at standa eina samlaða próvtøku em ásett í kunngerð-
ini um próvtalsstiga, smbr. eisini § 53, stk. 2.
Stk. 2. Grundleggjandi førleiki próvtakarans í læm-
greinini er støði undir dømingini. I dømingini við
skrivligu próvtøkuna, hemndir høvuðsuppgávuna,
telur skrivliga framsetingarevni próvtakarans við,
umframt lesileiki uppgávurinnar og útsjónd hennara
aðramáta. í dømingini av høvuðsuppgávuni telur tað
við, at hon lýkur krøvini viðvíkjandi størsta vavi. f
dømingini við munnligu próvtøkuna telur málburður
próvtakarans við. Upplestur ella avskriving á talvuna
av uppskriftum, sum em avskrivt av bókum, evnis-
søvnum o.ø. telur í sjálvum sær ikki positivt við áset-
an av próvtali.
Stk. 3. Próvtølini verða givin soleiðis:
1) Fyri skrivliga próvtøkuavrikið í hvøtjari læm-
grein gevur hvør próvdómári eina døming, og
próvtalið verður síðani ásett eftir munnligum
samráðingum millum próvdómaramar. Semjast
próvdómaramir ikki um eitt próvtal, verður próv-
talið ásett av Skúlafyrisitingini.
2) Fyri hvørt munnligt próvtøkuavrik geva próv-
hoyrari og próvdómari hvør sítt próvtal. Um
próvtølini eru ymisk, og próvhoyrari og próv-
dómari eftir samráðingum ikki semjast um próv-
talið og halda fast um ósemjuna, verður próvtalið
ásett sum miðaltalið av teimum báðum próvtøl-
unum. Er miðaltalið ikki í samsvar við eitt tal á
próvtalsstiganum, verður hækkað/lækkað til
næsta próvtal. Liggur talið mitt ímillum tvey
próvtøl, verður hækkað, um próvdómarin hevur
givið hægra próvtalið, og lækkað, um próvdóm-
arin hevur givið lægra próvtalið. Próvtølini 00 og
13 kunnu bert verða givin, um próvhoyrari og
próvdómari eru samdir um hetta. Um próvhoyrari
og próvdómari halda fast um teirra ósemju um
eitt próvtal, skal próvdómarin skrivliga boða
Skúlafyrisitingini frá próvtølunum hjá próvhoyr-
ara og próvdómara.
3) Fyri høvuðsuppgávuna geva faklærarin og próv-
dómarin hvør sítt próvtal. Um próvtølini eru
ymisk, og faklærarin og próvdómarin eftir sam-
ráðingum ikki semjast um próvtalið, senda bæði
faklærararin og próvdómarin rektaranum/skeið-
leiðaranum eina skrivliga frágreiðing um teirra
uppskot til próvtal saman við uppgávu og próv-
talslista. Rektarin/skeiðleiðarin sendir uppruna-
eintakið av uppgávuni saman við frágreiðing frá
faklærara og próvdómara til ein uppmann, sam-
bært §13. Hesin dømir uppgávuna og ásetir enda-
liga próvtalið.
Stk. 4. Tey ásettu próvtølini skjalprógvast við tí und-
irskrivaða próvtalslista, sambært § 59, stk 2-4, ella
við avgerð hjá uppmanni ella Skúlafyrsitingini, sam-
bært § 59, stk. 5.
Stk. 5. I lærugreinum, har próvtalið verður ásett við
støði í lutarpróvtølum, telja lutarpróvtølini líka nógv,
smbr. tó § 53, stk. 5 og 6, og § 55, stk. 3. Próvtalið
verður roknað sum eitt miðaltal av lutarpróvtølunum.
Svarar útroknaða talið ikki til eitt tal á próvtalsstigan-
um, verður próvtalið nærmasta tal á stiganum. Liggur
miðaltalið mitt ímillum tvey próvtøl, verður hækkað.
Próvtølini 00 og 13 kunnu ikki verða givin við út-
rokning ella hækking/lækking.
§ 52. Fær miðaltalið, sum komið er fram til við út-
rokning, meiri enn ein desimal, verður hækkað/lækk-
að til næsta tal við einum desimali. Liggur miðaltalið
mitt ímillum tvey tøl við einum desimali, verður
hækkað.
Serligar reglurfyri studentspróvtøkuna
§ 53. Umframt tær kravdu lærugreinimar fevnir stu-
dentspróvtøkan hjá einstøku næmingunum í 2. stu-
dentaskúlaflokki um annaðhvørt 1 lærugrein á hástigi
ella 1 á miðstigi, og í 3. studentaskúlaflokki um í
minsta lagi 2 lærugreinir á hástigi og 1 á miðstigi.
Bert ein av hesum vallærugreinum kan vera á hástigi:
evnafrøði, lívfføði, samfelagsfrøði, tónleikur, latín og
grikskt. Latín og grikskt kunnu tó koma inn samlað.
Stk. 2. Ein studentspróvtøka er bert staðin, tá ið krav-
ið um miðaltal er lokið bæði viðvíkjandi ársmetum
og próvtølum.
Stk. 3. Ársmetið frá tí floksstigi, har lærugreinin er
lokin, telur við til studentspróvtøkuna. Ársmetið í
ávikavist evning og ítrótti á kravdum stigi telur tó
ikki við, um lærugreinin verður vald á miðstigi.
Stk. 4. Um ongin próvtøka verður í einari læmgrein,
har próvtøka sambært § 14 í studentaskúlakunngerð-
ini kann haldast, telur ársmetið eisini sum próvtal, og
verður ársmetið tá skrivað í próvtøkubók sum flutt
ársmet. Tó dettur ársmetið burtur aftaná 1. studenta-
skúlaflokk í mállæmgrein, sum verður frávald av
næmingum á málsligu deild, ið hava valt latín og
grikskt á hástigi.