Føroya kunngerðasavn A og B - 22.08.1996, Blaðsíða 173
321
2.2 Skrivliga arbeiðið stuðlar munnliga málførleikan og gevur grundleggjandi venjing við atliti at lærugreinini
á hástigi.
2.3 Teld er partur av undirvísingini.
2.4 Undirvíst verður í hóskandi nýtslu av orðabók.
Innihaldið í undirvísingini
3.1 Lisnar verða umleið 90 normalsíður. Byrjanarbøkur verða givnar upp við talinum á lisnu normalsíðunum.
3.2 011 tekstasløg kunnu vera partur av pensum, herundir filmar og annað av-tilfar. í mesta lagi 35 normalsíður
frá ymiskum bytjanarbókum mugu vera partur av lesipensum. Ótillagaðir tekstir skulu verða umboðaðir.
3.3 Fyri hvønn pultstíma, sum er brúktur til audio-visuella undirvísing ella undirvísing við edv, kann pensum
verða minkað við 1 normalsíðu, tó í mesta lagi við 10 normalsíðum.
3.4 Næmingamir lata inn skrivligt arbeiði, sum í vavi svara til 6 uppgávur, á umleið 0,5 síðu og 5 uppgávur á
umleið 1 síðu.
Høvuðsuppgávan
4.1 Uppgávan skal viðgera eitt evni innan russiska mentanarheimin, soleiðis sum hetta kemur til sjóndar í tekst-
um.
4.2 Høvuðsbókmentimir skulu heilt ella partvís vera á mssiskum. Hesar skal næmingurin sjálvstøðugt greina,
samanbera og/ella meta um. Sitat úr høvuðsbókmentunum verða endurgivin á russiskum.
4.3 Høvuðsbókmentimar á mssiskum skulu í minsta lagi fevna um 8 normalsíður, sum í torleikastigi hóska til
støðið, og sum vanliga hava lista við orðatýðingum. Hevur næmingurin eina umseting til taks, skulu mssisku
høvuðsbókmentimar vera munandi longri.
4.4 Tekstir, sum em við í lesipensum í valbólkinum, mugu ikki nýtast sum høvuðsbókmentir.
4.5 I dømingini verður høvuðsdenturin lagdur á, at tey formligu krøvini em fylgd, at svarið er samanhangandi
og væl skipað, at evnið er endurgivið í einum greiðum, samanhangandi og sjálvstøðugum máli, at mssiski høv-
uðsteksturin væl sæst aftur í uppgávuni, og at næmingurin er fømr fyri at greina, samanbera og meta um sínar
bókmentir, so at uppgávan ikki bara verður á endursagnarstigi.
Próvtøkan
5.1 Hildin verður ein munnlig próvtøka. Fyrireikingartíðin er umleið 50 minuttir, og tá era vegleiðing og tilfars-
útflýggjan íroknað. 2,5 próvtakarar verða próvhoyrdir um tíman, íroknað próvdøming.
5.2 Próvtakarin verður próvhoyrdur í ólisnum teksti á 0,5 normalsíðu, sum próvdómarin hevur valt, og í lisnum
teksti á umleið 0,5 normalsíðu. Ólisni teksturin skal umsetast. Próvtakarin lesur upp brot burtur úr lisna tekstin-
um, og hetta verður nýtt sum støði undir eini samtalu á russiskum máli.
5.3 Næmingar, ið fara til próvtøku eftir vanligum treytum, geva upp umleið 40 normalsíður, sum skulu umboða
í minsta lagi 3 tekstir og evni. 011 tekstasløg, tað veri seg tillagað og ótillagað, kunnu vera partur av próvtøku-
pensum. Styttri tekstir í uppgevingunum verða savnaðir eftir evnum.
5.4 Sjálvlesandi og næmingar, ið fara til próvtøku eftir serligum treytum, geva upp umleið 65 normalsíður, sum
skulu umboða í minsta lagi 3 tekstir og evni. 011 tekstasløg, tað veri seg tillagað og ótillagað, kunnu vera part-
ur av próvtøkupensum, tó ikki beinleiðis byijanartilfar.
5.5 I fyrireikingartíðini skulu nýtast rein eintøk av uppgivnu tekstunum, og allir uppgivnir tekstir skulu vera til
taks. Verður brot burtur úr einum størri lisnum teksti givið upp, ella eitt størri lisið tema, skal allur lisni tekst-
urin/alt lisna temaið vera til taks. Harumframt er próvtakamnum loyvt at nýta teir hjálparmiðlar, sum teir em
vanir at nýta í dagliga arbeiðinum: orðabøkur, mállærur, málslig yvirlit, orðalistar o.tfl., umframt egnar upp-
skriftir.