Føroya kunngerðasavn A og B - 22.08.1996, Blaðsíða 50
198
í seinna stigi krevst, at næmingurin skal vandaliga kunna viðgera málsligar spumingar og greina tekst frá máls-
ligum sjónarmiði. Næmingurin skal eisini læra at brúka málkunnleikan í verki við at greina og rætta tekstir og
taka støðu til málbrúkið í teimum. Næmingurin skal hava heildarfatan av føroyskum máli í nútíð og søgu, av
føroyskum málburði og málrøkt.
Tilfarið í málkunnleika má ikki vera tað sama, sum er givið upp í sambandi við tekstalestur. Lisnar verða í
minsta lagi 150 normalsíður í málkunnleika.
Felags fyrifyrra og seinna stig
8.3 í báðum stigum skal næmingurin lesa úrval av tekstum, ið geva honum greiða fatan av arbeiðinum at menna
og varðveita føroyskt mál.
Føroyskur málpolitikkur skal umrøðast, málrøktarspumingar skulu viðgerast, og nýggjyrði skulu umrøðast.
Av tilfari, sum føroyska málnevndin letur prenta um málrøkt og málpolitikk, verða lisnar í minsta lagi 10 norm-
alsíður.
Fyrra stig
8.4 Næmingurin skal duga at greina setningar og gera greiðu fyri ymsu fláunum í málinum. I mállæru, sum fevn-
ir um orðalagslæm, formlæru og ljóðlæm, verða lisnar í minsta lagi 15 normalsíður.
Næmingurin skal læra um høvuðsljóðbroytingar frá norrønum til føroyskt. Kunnleiki næmingsins til ljóðlæm
skal verða so mikið hollur, at hann við støði í norrønum teksti skal kunna greiða frá høvuðsljóðbroytingum til
føroyskt. Av norrønum teksti sum grundarlag undir arbeiði við ljóðbroytingum og ljóðlæm verða lisnar í minsta
lagi 5 normalsíður.
Seinna stig
8.5 Næmingurin skal hava heildarfatan av føroyskum máli í nútíð og søgu, av føroyskum málburði og málrøkt.
Søgan hjá føroyska málinum skal lesast, soleiðis at næmingurin fær heildarfatan av øllum skeiðnum frá Svabo
og til okkara tíð. Av føroyskari málsøgu verða lisnar í minsta lagi 20 normalsíður.
I sambandi við tíðarskeiðið frá Svabo og fram til 1850 verða í minsta lagi 20 normalsíður lisnar.
í sambandi við tíðarskeiðið frá 1850 til 1940 verða í minsta lagi 20 normalsíður lisnar.
í sambandi við tíðarskeiðið frá 1940 til nútíðina verða í minsta lagi 20 normalsíður lisnar.
Islendskir og nýnorskir tekstir skulu lesast við tí miði, at næmingurin gerst varugur við lfkskap og munir og fat-
ar, hvussu nýggjyrði verða gjørd við støði í norðurlendska málskyldskapinum.
Av íslendskum og nýnorskum tekstum sum grundarlag undir arbeiðnum við vestumorðurlendskum málskyld-
skapi verða lisnar í minsta lagi 20 normalsíður.
Próvtøkan
9. Hildin verður ein munnlig og ein skrivlig próvtøka
10.1 Munnliga próvtøkan fevnir um próvhoyring í lisnum og ólisnum teksti. Fyrireikingartíðin er umleið 60
minuttir, og tá em vegleiðing og tilfarsútflýggjan íroknað. 2 próvtakarar verða próvhoyrdir um tíman, íroknað
próvdøming. Próvhoyrarin velur ólisnu tekstimar. Rithøvundur og útgávuár skulu tilskilast, og í sambandi við
tekstabrot skal stutt høpisfrágreiðing vera skrivað.
10.2 Næmingar, ið fara til próvtøku eftir vanligum treytum, geva upp 2 høvuðsverk og 250 normalsíður av stutt-
um, lisnum tekstum. Tekstimir skulu veljast soleiðis, at teir fjølbroytt umboða lisnu heildina. Ongin stuttur
tekstur telur meiri enn 20 normalsíður.
10.3 Fyri sjálvlesandi og næmingar, ið fara til próvtøku eftir serligum treytum er próvtøkupensum tað sama sum
lesipensum.
10.4 Hvør próvtakari fær lisnan og ólisnan tekst við sær inn í fyrireikingarhølið. Próvtakari fær próvtøkuspum-
ingin skrivliga, umframt reint, vælprentað eintak av ólisnum og lisnum teksti. Allar tøkar føroyskt-føroyskar,
føroyskt-danskar og danskt-føroyskar orðabøkur skulu vera í fyrireikingarhølinum. Næminginum er loyvt at
hava allar bøkur, uppgávur, egnar uppskriftir og annað, ið brúkt hevur verið í undirvísingini øll árini, við sær
inn til fyrireikingar. Undir próvhoyringini kunnu, sum stuðul undir framløguni, brúkast uppskriftir, gjørdar í
fyrireikingartíðini, men beinleiðis handrit til upplesturs telur ikki uppeftir í próvtalsásetingini.
10.5 Ólisnu og lisnu tekstimir skulu vera skyldir í evni, tíðarhøpi ella tekstaslag. Ólisni teksturin, sum í mesti
lagi má vera 8 normalsíður, skal greinast og tulkast; lisni teksturin skal brúkast til at seta avrikini í samanhang.
Við støði í arbeiðinum, gjørt í fyrireikingartíðini, skal próvtakarin í sjálvstøðugari framløgu vísa, at hann dugir: