Føroya kunngerðasavn A og B - 22.08.1996, Blaðsíða 27
175
30.1 Til skrivligu próvtøkuna, sum er 5 tímar, verður givið eitt teksttilfar á enskum, og settar verða nakrar upp-
gávur, sum sýna, í hvønn mun próvtakarin megnar at brúka enska málið, skilir givna tekstin og megnar at mál-
bera seg flótandi á skrivligum enskum. Umframt hetta verður ein tekstur týddur til enskt.
30.2 Til próvtøkuna kunnu brúkast tvímálsligar orðabøkur sum í vavi svara til tær reyðu orðabøkumar hjá
danska Gyldendal (ensk-føroysk, donsk-ensk, ensk-donsk), føroysk-donsk og donsk-føroysk umframt ensk-
ensk orðabók í vavi sum Advanced Leamer’s Dictionary (OUP) ella Longman’s Dictionary of Contemporary
English. Aðrir hjálparmiðlar em ikki loyvdir.
31.1 í próvdømingini verður dentur fyrst og fremst lagdur á, hvussu próvtakarin megnar at brúka enska málið.
Væntað verður, at hann er nøkulunda stinnur í idiomatikki, semantikki, syntaksi, morfologi og ortografi. Tað,
sum mett verður um, er, í hvønn mun próvtakarin megnar enska málbygnaðin.
Tá ið talan er um samandráttaruppgávur verður harumframt dømt um, hvussu neyvt og nágreiniliga próvtakar-
in við egnum orðum og trúgvur móti tekstinum megnar at endurgeva høvuðstættimar í tekstinum í stuttari, sam-
anhangandi framløgu.
Tá ið talan er um ritroyndaruppgávur verður hammframt dømt um, hvussu rámandi og nágreiniliga próvtakarin
í longri, væluppbygdari framløgu megnar at lýsa og meta tekstin: gongd, persónslýsing, próvførslu, rithøvunda-
hugburð og boðskap.
Tá ið talan er um onnur fríari uppgávusløg, verður harumframt dømt um, hvussu rámandi og nágreiniliga próv-
takarin megnar at greiða og meta um - ella í fiktiónslíki lýsa - eitt greiðsluevni í tekstinum í styttri, samanhang-
andi framløgu.
Tá ið talan er um umsetingamppgávur verður harumframt dømt um, hvussu neyvt og nágreiniliga próvtakarin
megnar at endurgeva uppmnatekstin á enskum. Metingin av svarinum upp á hesa uppgávu verður tikin við sum
ískoyti í samlaðu metingini av málførleika próvtakarans.
At enda verður eisini tikið við í dømingina ein meting av, hvussu væl og fjølboytt í vavi samlaða avrikið er skip-
að.
31.2 Givið verður 1 próvtal fyri alt tað skrivliga avrikið. Próvtalið verður givið við støði í einari heildarmeting.
Studentaskúlakunngerðin
Fylgiskjal 6
Juli 1996
Evnafrøði
Støddfrøðilig deild
Kravt stig
Endamálið
1. Endamálið er,
a) at næmingamir fáa grundleggjandi kunnleika um evnafrøðiligt orðalag, hugtøk og roknihættir í læragrein-
ini,
b) at næmingamir fáa kunnleika um arbeiðshættir í evnafrøðiligum royndum og verða varagir við vandamál,
trygdarviðurskifti í sambandi við at fáast við kemikaliir, umhvørvisviðurskifti og
c) at næmingamir í ávísan mun fáa førleika at málbera seg munnliga og skrivliga um einføld evnafrøðilig
viðurskifti.
Undirvísingin
2.1 Undirvísingin fevnir um 5 høvuðsøki umframt valfrítt tilfar. í undirvísingini skulu vera næmingaroyndir og
sýnisroyndir umframt ástøðilig viðurskifti og útrokningar.
2.2 Undirvísingin skal hava støði í dagliga lívinum hjá næmingunum og teirra ítøkiligu vitan frá alis/evnafrøði-
undirvísing fólkaskúlans. Undirvísingin skal leggjast til rættis við royndum og skal hava bæði tematiskar og
fakliga reglubundnar undirvísingargongdir. Har tað er gjørligt, skal kvantitativ viðgerð innan evnisøkini fara
fram.
2.3 Royndararbeiðið skal vera týðandi táttur í undirvísingini. Tað fevnir um næmingaroyndir, sýnisroyndir og
møguliga royndir í sambandi við virksemi uttan fyri skúlan. Royndararbeiðið skal stimbra eygleiðingarevni
næminganna og menna evni teirra at nema evnafrøðilig hugtøk grandað á ítøkiligar eygleiðingar. I nøkram
royndum skulu gerast nágreiniligar mátingar. sum kunnu eftirgerast. Royndimar verða vanliga gjørdar í bein-
leiðis sambandi við undirvísingargongdimar.