Føroya kunngerðasavn A og B - 22.08.1996, Blaðsíða 84
Studentaskúlakunngerðin
232
Fylgiskjal 24
Juli 1996
Spanskt
Kravt stig
Endamálið
1. Endamálið er,
a) at næmingamir verða førir fyri at lesa og skilja eyðskildar spanskar tekstir,
b) at næmingamir venjast í munnligum málfimi og fatan av talaðum sponskum, og
c) at næmingamir gjøgnum arbeiðið við tekstunum ogna sær kunnleika til mentanarviðurskifti í Spania og
Latínamerika.
Undirvísingin
2.1. Undirvísingin verður løgd soleiðis til rættis, at næmingamir fáa eina málsliga vitan og eitt mentanarligt inn-
lit, sum eisini í longdini kann verða teimum at gagni.
2.2. Við støði í tekstunum verður arbeitt miðvíst við orðatilfar og mállæru, soleiðis at næmingamir læra at skilja
talað og skrivað spanskt, og soleiðis at teir fáa málslig amboð til munnliga og skrivliga at málbera seg á einum
einføldum máli um teir lisnu tekstimar og evnini.
2.3. Skrivliga arbeiðið skal stuðla tí munnliga málburðinum og skal málsligt og innihaldsligt vera eitt náttúrlig
framhald av dagliga arbeiðinum við tekstunum. Tað skal hjálpa næmingunum at skilja tann málsliga bygnaðin
í spanska málinum.
2.4. Arbeiðið við tekstunum skal venja munnliga framsetingarevnið hjá næmingunum, soleiðis at teir læra at
greiða frá og viðgera evni, ið em týðandi fyri spanska og latínamerikanska metanarøkið.
2.5. Arbeiði við edv er partur av undirvísingini. Hetta arbeiðið kann fevna um at lesa tekstir um evnið, at brúka
lærugreinasermerkt forrit, at leita í og brúka dátagrunnar og samskifta við onnur lond um teleráðstevnu ella um
elektróniskan post.
2.6 Næmingamir fáa undirvísing í notatteknikki og í skilagóðum brúki av orðabókum.
Innihaldið í undirvísingini
3.1 Lisnar verða í minsta lagi 170 normalsíður. Lesipensum verður sett saman av tekstum úr Spania og Latín-
amerika. Tekstir, sum em umsettir til spanskt úr staðarbundnum málum í spanskttalandi økjum, kunnu vera part-
ur av lesipensum.
3.2 Ein partur av tekstunum verður lisin nágreiniliga, aðrir leysliga, og brúktir verða ymiskir lestrarhættir.
Ymisk sløg av tekstum, herundir ftlmar, ljóðbond og myndir skulu nýtast.
3.3 Lesipensum kann verða minkað, um AV-tilfar, herundir edv-tilfar, verður nýtt, soleiðis at ein pultstími við
AV-undirvísing svarar til 1,5 normalsíðu, tó í mesta lagi 30 normalsíður.
3.4 Skrivliga arbeiðið fer fram lutvíst heima og lutvíst í flokkinum. Skrivliga heimaarbeiðið fevnir um 6 friar
uppgávur á 1-2 síður og 5 uppgávur á 0,5-1 síðu. Tá ið skrivligu uppgávumar verða latnar næmingunum aftur,
fáa teir vegleiðing bæði í felag og einsæris.
Próvtøkan
4.1 Hildin verður ein munnlig próvtøka ið fevnir um próvhoyring í einum lisnum og einum ólisnum teksti. Fyri-
reikingartíðin er umleið 50 minuttir, og tá eru vegleiðing og tilfarsútflýggjan troknað. 2,5 próvtakarar verða
próvhoyrdir um tíman, íroknað próvdøming.
4.2 Næmingar, ið fara til próvtøku eftir vanligum treytum, geva upp 60 normalsíður av lesipensum, sum fevna
um í minsta lagi 3 tekstir og temu. Ein tekstur ella eitt tekstaúrtak má í mesta lagi vera 25 normalsíður. Einans
ótillagaðir tekstir mugu gevast upp. Tilfar frá bytjanarbókum kann ikki vera partur av próvtøkupensum. Við tí
uppgivna tilfarinum kann fylgja gjøgnumgingið myndatilfar.
4.3 Sjálvlesandi og næmingar, ið fara til próvtøku eftir serligum treytum, geva upp 120 normalsíður, sum fevna
um í minsta lagi 5 tekstir og temu. Einans ótillagaðir tekstir mugu gevast upp. Tilfar úr bytjanarbókum kann