Føroya kunngerðasavn A og B - 22.08.1996, Blaðsíða 222
Átekningin skal orðast eftir hesum myndli:
370
Orsakað av
.... sjónbreki
.... hoymabreki
.... talubreki
.... rørslubreki
.... serligum málsligum trupulleikum
.... fremmandamálsligari bakrund
.... sjúku
.... eftirráki av sjúku
.... o.s.ff.
hevur rektarin/skeiðleiðarin/Skúlafyrisitingin givið undantaksloyvi frá
.... teimum almennu próvtøkutreytunum við munnliga/skrivliga próvtøku í (lærugreinin verður til-
skilað).
.... tíðarkarmunum við munnliga/skrivliga próvtøku í (lærugreinin verður tilskilað).
ella
hevur rektarin/skeiðleiðarin/Skúlafyrisitingin givið loyvi til
.... longjan av fyrireikingartíðini við munnliga próvtøku/próvtøkutíðini við skrivligari próvtøku í
(lærugreinin verður tilskilað).
.... longjan av próvhoyringartíðini við munnliga próvtøku í (lærugreinin verður tilskilað).
.... o.s.fr.
Er undantaksloyvið givið av Skúlafyrisitingini, skal skrásetingamummarið hjá Skúlafyrisitingini altíð tilskilast.
Hesi frávik frá teimum almennu próvtøkuásetingum krevja ikki átekning:
Serlig verklig tiltøk (t.d. um próvtøkan verður hildin í einum serligum høli),
Brúk av tøkniligum hjálparmiðlum (t.d. skrivimaskina, telda og CCTV),
Serligar gjørdar próvtøkuuppgávur (t.d. ljóðbond, stórprint ella punktskrivt),
Brúk av serligum orðabókum
Leggið tó til merkis: Um ljóðbond verða brúkt við munnliga próvtøku í fremmandamálum, skal átekning fara
ffam!
Um eitt undantaksloyvi, sum er givið, ikki verður brúkt, dettur átekningin, sum er knýtt at hesum, burtur. Hetta
ger seg galdandi bæði í tí føri, tá ið tann avvarðandi lærugreinin ikki verður drigin til studentspróvtøkuna, og í
tí føri, har próvtakarin í seinasta lagi beint undan próvtøkubyrjan ger vart við, at hann ikki ynskir at brúka
undantaksloyvi.
2. Frítøka fyri ítrótt
Um næmingurin hevur verið frítikin fyri kravdu undirvísingina í ítrótti (á studentaskúlanum í tann mun, at árs-
met ikki kann gevast), verður átekningin orðað soleiðis:
Frítøka frá ítrótti sambært
.... fylgiskjali til studentaskúlakunngerðina um ítrótt.
.... fylgiskjal til HF-kunngerðina um ítrótt.