Føroya kunngerðasavn A og B - 22.08.1996, Blaðsíða 64
212
Próvtøkan
8.1 Hildin verður ein munnlig próvtøka. Fyrireikingartíðin er umleið 25 minuttir, og tá eru vegleiðing og tilfars-
útflýggjan íroknað. Umleið 2,5 próvtakarar verða próvhoyrdir um tíman, íroknað próvdøming
8.2 Næmingar, ið fara til próvtøku eftir vanligum treytum, geva upp sum próvtøkupensum 20 normalsíður,
nøkulunda javnt tiknar burtur úr lisnum pensum. 2 øki, ið eru serliga nágreiniliga lisin, skulu vera umboðað.
Verður skanderað poesi givin upp, verða 25 ørindi roknað sum 1 normalsíða.
8.3 Próvtøkupensum hjá sjálvlesandi og næmingum, ið fara til próvtøku eftir serligum treytum, er tað sama sum
lesipensum: uml. 40 normalsíður av upprunateksti. Verður skanderað poesi givin upp, verða 25 ørindi roknað
sum 1 normalsíða.
8.4 Próvtakarin hevur í fyrireikingarrúminum atgongd til rein eintøk av øllum bókum og ljóstøkum, sum hava
verið brúkt í undirvísingini. Próvtakarin hevur ikki loyvi til at taka við egin eintøk av bókum, tekstum og umset-
ingum. Próvtakarin má hava egnar uppskriftir við í fyrireikingarrúmið. Egnar uppskriftir fevna um tær umset-
ingar, sum próvtakarin sjálvur hevur gjørt og skrivað niður. Einans tær uppskriftir, próvtakarin hevur gjørt í fyri-
reikingingartíðini, kunnu havast við inn til próvhoyringina. Sum uppskriftir verður roknað umseting av orðum
og einstøkum orðingum, men tó ikki umseting, ið er skrivað undir fyrireikingartíðini, av øllum próvtøkutekst-
inum ella av pørtum av honum.
8.5 Próvhoyringin fevnir um upplestur, umseting, málsliga greining og innihaldsfatan av einum tekstabroti upp
á í mesta lagi 1/3 normalsíðu, tikið burturúr uppgivna pensum. Próvtøkuspurningarnir mugu ikki innihalda veg-
leiðandi spumingar ella yvirskrift. Iskoytistilfar og brúktar umsetingar kunnu takast uppí próvhoyringina. Undir
próvhoyringini skal tíðin til tey einstøku evnini lagast eftir avriksstøðinum hjá próvtakaranum. Allur próvtøku-
teksturin skal umsetast. Umsetingin skal vera tekstatrúgv og á munnrøttum føroyskum og skal vera sjálvstøðugt
avrik hjá próvtakaranum. Tá umsetingin er liðug, velur próvhoyrarin eitt ella tvey brot úr próvtøkutekstinum,
har próvtakarin skal roynast í málsligari greining. Tey krøv, sum sett verða til ta málsligu greiningina, eru: kom-
pleks syntaks, møguliga við ymiskum greiningum, smároyndir í morfologi og leitiformum. Próvtakarin skal
gera greiðu fyri meining og innihaldi í tekstabrotinum umframt tí høpi, sum tekstabrotið stendur í.
9. Givið verður 1 próvtal fyri alt avrikið. Undantikið upplesturin skulu avrikini í teimum einstøku pørtunum av
próvtøkuni týðiliga ávirka ásetanina av endaliga próvtalinum.
Málslig deild
Hástig
Endamálið
10. Endamálið er,
a) at næmingamir gerast førir fyri at lesa latínskar tekstir og at umseta teir til samsvarandi og fjølbroytt før-
oyskt,
b) at næmingamir fáa víðkaðan kunnleika um latínska bendingarlæru (morfologi), setningslæm (syntaks) og
merkingarfrøði (semantikk) og tann vegin kunnleika til almennar málsligar bygnaðir,
c) at næmingamir fáa kunnleika um týdningarmiklar tættir í rómverska samfelagnum, tess bókmentir, ímynd-
anarheim og evnismentan, sum tað kemur til sjóndar í tekstum og øðmm tilfari, og
d) at næmingamir fáa skil fyri týdninginum hjá rómversku mentanini og latínska málinum fyri seinni evropisk-
an siðaarv.
Undirvísingin
11. Undirvísingin byggir á latínskar uppmnatekstir. Lisnar verða uml. 110 normalsíður. Bæði prosa og poesi
skulu vera partur av pensum og svara til í minsta lagi 1/3 hvør. Tekstimir skulu serliga veljast millum verk frá
tíðarskeiðinum 100 f.Kr. til 100 e.Kr., og pensum verður sett saman soleiðis, at næmingamir fáa kunnleika til
grundleggjandi tekstasløg og týdningarmiklar rithøvundar.
Innihaldið í undirvísingini
12.1 Undirvísingin fevnir um:
1) mállæmgreining og stílistiska eygleiðing,
2) brúk av hjálparmiðlum í læmgreinini (orðabøkur, mállæmr, viðmerkingar, handbøkur o.a.),
3) brúk av umsetingum, soleiðis at lisin tekstabrot síggjast í søguligum og bókmentaligum høpi,
4) Uppítakan av fomfrøðiligum og øðmm tilfari og øðmm, ið gevur tekstunum útsýni.