Føroya kunngerðasavn A og B - 22.08.1996, Blaðsíða 59
207
Studentaskúlakunngerðin
Fyleiskjal 15
Juli 1996
Heimspeki
Endamálið
1. Endamálið er,
a) at næmingamir ogna sær vitan um heimspekilig greiðsluevnismál og ástøði viðvíkjandi grundleggjandi
fatan av menniskju, samfelagi og náttúru og viðvíkjandi almennum fyritreytum fyri sannkenning og gerð,
b) at næmingamir menna evni síni at greiða frá, greina og taka støðu til heimspekiligar spumingar, og
c) at næmingamir fáa fatan av, hvussu heimspekiligar áskoðanir em tengdar saman við hug-, samfelags- og
nátturuvísindaligum læmgreinum og eisini politiskum gmndáskoðanum.
Undirvísingin
2. Undirvísingin byggir á hesi evni:
a) ástøðiliga heimspeki (herandir serliga metafysikk, sannkenningarástøði, vísindaástøði og logikk)
b) verkliga heimspeki (hemndir serliga siðafrøði, politiska heimspeki og lívsheimspeki).
3.1 Undirvísingin verður løgd soleiðis til rættis, at greiðsluevnismál og háttaløg ffá báðum evnum verða tikin
við í viðgerðina av tilsamans fýra evnum, har trý verða vald burturúr, soleiðis at hesi evnisøki verða umboðað:
a) menniskjað og ímyndir tess
b) samfelagið og søgan
c) náttúran og tøknifrøðin.
3.2 Fjórða evnið kann veljast frítt, tað kann t.d. vera eitt heimspekiligt evni, sum er partur av eini ella fleiri av
hinum læmgreinunum á studentaskúlanum ella av einum heimspekiligum evni, sum er partur av aktuellum
mentanarkjaki ella er av týdningi fyri sjálvsfatan næminganna.
4.1 Arbeiðið verður gmndað á lesing av gmndtekstum og útleggingum. Lisnar verða 150-225 normalsíður av
gmndtekstum.
4.2 í minsta lagi eitt evni verður viðgjørt søguliga eins og reglubundið út frá eini størri heild av gmndtekstum.
4.3 Teld er partur av undirvísingini.
Próvtøkan
5.1 Hildin verður ein munnlig próvtøka. Fyrireikingartíðin er umleið 25 minuttir, og tá em vegleiðing og tilfars-
útflýggjan íroknað. 2,5 næmingar verða próvhoyrdir um tíman, íroknað próvdøming.
5.2 Próvtøkupensum fyri næmingar, ið fara til próvtøku eftir vanligum treytum, er 100-150 normalsíður av
gmndtekstum, býttar yvir í minsta lagi 3 av teimum 4 evnunum, sum undirvísingin hevur fevnt um.
5.3 Próvtøkupensum fyri sjálvlesandi og næmingar, ið fara til próvtøku eftir serligum treytum, er tað sama sum
lesipensum: 150-225 normalsíður, býttar yvir øll 4 evnini. Hammframt verður givið upp í hóskandi mát stuð-
ulsbókmentir, sum lýsa greiðsluevnismál og háttaløg innan vísindaøkini: ástøðilig og verklig heimspeki.
5.4 Próvtakarin hevur undir fyrireikingini atgongd til øll tey tekstasøvnini, útleggingar og annað tilfar, sum er
latið næmingunum í sambandi við undirvísingina. Próvtakaranum er loyvt at hava við sær alt tilfar, sum nýtt
hevur verið í undirvísingini, eisini egnar uppskriftir. Við próvhoyringina kunnu sum stuðul undir framløguni
brúkast uppskriftir, sum eru gjørdar í fyrireikingartíðini, men eitt beinleiðis handrit til upplestur telur ikki posi-
tivt við í đømingini.
5.5 Próvhoyrt verður í einum lisnum teksti møguliga við ískoytistilfari. Tekstatilfarið má í mesta lagi vera á 2
normalsíður. Orðingin av próvtøkuuppgávuni má greitt tilskila, hvussu teksturin skal vera partur av svarinum,
ella um næminginum stendur frítt fyri.
5.6 Próvtakarin verður próvhoyrdur í evnunum at orða seg, greina og taka støðu til tað ella tey heimspekiligu
greiðsluevni, sum em í próvtøkutekstinum, umframt at draga fram týdningarmiklar partar av tí evni, sum er til-
skilað í próvtøkuspurninginum, og at taka lut í einum dúpandi orðaskifti.
6. Givið verður 1 próvtal. Mett verður um heimspekiligu vitan og førleika næmingsins, og próvtalið verður givið
við støði í eini heildarmeting.