Føroya kunngerðasavn A og B - 22.08.1996, Blaðsíða 184
332
c) Talvuverk, fevnandi um binomialbýti. Verður útflýggjað á skúlanum, ella próvtakarin hevur tað við.
d) Millimeturpappír, einkultlogaritmiskt pappfr við 3 tíggjundum á uppásini. Verður útflýggjað á skúlanum
eftir áheitan.
6.3 Tá ið uppgávumar verða dømdar, verður dentur lagdur á, at hugsanarháttur próvtakarans týðiliga sæst í svar-
inum og á, at rætt er roknað, og at skilagóðir mátar eru nýttir. Givið verður 1 próvtal við støði í einari heildarmet-
ing.
7. Givið verður 1 próvtal, ið verður roknað sum miðaltal av próvtølunum frá skrivligu og munnligu próvtøkuni.
Vallærugrein
Endamálið
8. Endamálið er,
a) at geva næmingunum innlit í nakrar støddfrøðiligar meginreglur, hugsanarhættir og arbeiðshættir,
b) at næmingamir fáa hollan kunnleika til støddfrøðina sum eitt amboð, ið kann verða brúkt til at orða, greina
og loysa uppgávur, eisini innan aðrar læmgreinir, og
c) at næmingamir fáa støddfrøðiligan førleika, sum kann vera teimum til gagns í framhaldandi lestri.
Undirvísingin
9.1 Undirvísingin skal miða ímóti, at næmingamir fáa almennan kunnleika og vitan um støddfrøðina. Næming-
amir skulu arbeiða víðari á tí gmndarlagi, teir hava, og skulu fáa innlit í deduktivu náttúmni í støddfrøðini; hetta
við at arbeiða við argumentatión og próvførslu. Næmingamir skulu fáa hollan kunnleika til, hvussu vit í stødd-
frøði kunnu áseta heiti, at vísa seg leyst av vemleikanum ella gerandisdegnum (abstrakt), og skilja hvussu hesi
heiti vera nýtt sum eitt serstakt mál, har sum torgreiddir spumingar kunnu verða settir greitt upp við støddfrøði-
ligum heitum og formlum. Næmingamir skulu gerast førir fyri at orða seg bæði munnliga og skrivliga um stød-
dfrøðiligar spumingar og at prógva støddfrøðiligar setningar.
9.2 Skrivligt arbeiði er partur av undirvísingini. Næmingamir lata inn 25 uppgávurøð, sum lærarin rættar og ger
viðmerkingar til. Hvørt raðið skal í arbeiðsbyrðu svara til 50%-100% av einum próvtøkuraði. Skrivligu uppgáv-
umar kunnu vera smáar venjingamppgávur ella meiri samansettar, størri uppgávur. Næmingamir kunnu eisini
lata inn skrivliga frágreiðing um avís evni. Tílík sløg av skrivligum uppgávum kunnu koma í staðin fyri eitt ella
fleiri uppgávurøð.
9.3 Edv skal verða nýtt í undirvísingini, eitt nú forrit til loysn av líkningum, ella onnur forrit, sum kunnu verða
nýtt at innlæra faklig hugtøk og háttaløg.
- Innihaldið i undirvísingini
10.1 Undirvísingin fevnir um 3 høvuðsevni:
1) Funkur
At seta saman funkur. Øvuta funkan. Polynom, tikin sundur í faktorar. Eksponentfunkur, eksponentiellar
gongdir, natúrliga logaritmufunkan og 10-tals logaritmufunkan. Potensfunkur. Trigonometrisku funkumar.
Einfald dømi um atfellingar. At seta upp, greina og loysa einfaldar líkningar og ólíkningar við nevndu fun-
kum.
2) Geometri og trigonometri
At rokna síður og vinklar í tríkantum. Líkning hjá rættari linju. Fjarstøða ímillum punkt, og fjarstøða ímill-
um punkt og linju. Líkning hjá sirkli. Skeringspunkt hjá linjum, og hjá linju og sirkli.
3) Differentialrokning
Differentialkvotientur. Viðberi hjá rás, tillagandi polynom á 1. stigi. Roknireglur fyri differentiatión. Mono-
toniviðurskifti og ekstrema. Dømi um nýtslu.
10.2 Nærri um einstøku høvuðsevnini:
Viðv. I) Funkum:
Polynom á 2. stigi verða gjølla viðgjørd, hemndir røtur, faktorisering og rás. Lært verður at býta polynom,
og setningurin um tal av rótum verður nevndur. Atfellingar verða viðgjørdar í sambandi við polynombrot.
Trigonometrisku funkumar sinus, cosinus og tangens verða viðgjørdar, eisini við radianum.
Viðv. 2) Geometri og trigonometri:
Cosinus- og sinusrelatiónimar verða nýttar at rokna síður og vinklar í tríkanti. Rætta linjan og sirkulin verða
viðgjørd við rokning. Fjarstøða ímillum punkt, og fjarstøða ímillum punkt og linju verða viðgjørd við rokn-
ing. Við myndum verður víst, hvussu geometriskir spumingar kunnu verða orðaðir og loystir við rokning;