Føroya kunngerðasavn A og B - 22.08.1996, Blaðsíða 40
188
4.9 Ástøðiliga einstaklingapróvtøkan fer fram við støði í einari ikki gjøgnumgingnari ftlms-, sjónvarps- ella
radioupptøku, møguliga við nøkrum still-myndum og/ella prentaðum tilfari løgdum aftrat, og valt soleiðis at
gjøgnumgingið tilfar verður partur av próvhoyringini. Próvtakarin verður próvhoyrdur í evnum sínum at draga
fram týdningarmikil sjónarmið í tilfarinum. Saman við films- og sjónvarpsframleiðslunum/uppafturtøkunum
skal vera eitt ark við neyðugum realupplýsingum umframt møguligum vegleiðandi spumingum, sum greitt skal
vísa próvtakaranum tað sjónarhomið, sum viðgerðin skal taka støðu í. Próvtøkuendurgevingamar em vanliga
ikki longri enn 6-7 minuttir. Hvør próvtøkuupptøka verður sett fyri seg á eitt óinnspælt band, og einki annað
mynda/ljóðtilfar má vera á bandinum.
4.10 I dømingini av próvtøkuframleiðsluni skal høvuðsdenturin leggjast á miðlaframleiðsluna, t.e. evni bólka-
luttakaranna at bera fram egnu hugskot og førleika teirra í at brúka teir serligu framsagnarmøguleikamar í nýtta
miðlinum. Hammframt skulu innleiðandi framsetingar hjá bólkinum saman við eftirfylgjandi samtaluni verða
partur av metingin. Serligt próvtal verður ikki givið fyri próvtøkuframleiðsluna (bólkapróvtøkuna), men met-
ingin av henni vigar við somu vekt í ásetanini av endaliga próvtalinum sum metingin av einstaklingapróvtøk-
uni.
5. Givið verður 1 próvtal fyri alt avrikið. Próvtalið verður givið við støði í einari heildarmeting.
Studentaskúlakunngerðin
Fylgiskjal 9
Juli 1996
Fiskivinna
Endamálið
1. Endamálið er,
a) at næmingamir fáa gmndleggjandi innlit í tey náttúm- og samfelagsviðurskifti, sum hava týdning fyri ftski-
og alivinnuna í Føroyum
b) at næmingar gerast førir fyri vandaliga at meta um upplýsingar, sum hava við fiski- og alivinnuna at gera,
og at taka støðu til sjónarmið í dagliga kjakinum
c) at næmingamir fata fortreytimar í hugburðinum hjá teimum, sum starvast í vinnuni, og teimum, sum skulu
leggja ein langtiðar fiskivinnupolitikk til rættis, soleiðis at næmingamir læra at nýta sína vitan at taka støðu
til spumingar og tmpulleikar í fiski- og alivinnuni.
Undirvísingin
2.1 Undirvísingin er býtt sundur í 6 høvuðsøki, sum øll skulu viðgerast. Fakliga dygdin verður tryggjað við, at
farið verður gjølla um í minsta lagi 4 av høvuðsøkjunum. Ein verkætlan, sum fevnir um minst tvey høvuðsøki,
kann gerast.
2.2 f undirvísingini skal serstakur dentur leggjast á føroysk fiskivinnuviðurskifti og fiskivinnuspumingar. Tó
kunnu útlendsk og millumtjóða viðurskifti viðgerast, har tey økja um fatanina.
2.3 Sum ein nátúrligur partur av undirvísingini, kann virksemið uttan fyri skúlan fevna um vitjanir á virkjum,
skipum og stovnum.
2.4 í undirvísingini skulu dagsins mál eiga innivist.
2.5 Næmingamir skulu læra at viðgera lærugreinina bæði munnliga og skrivliga. Lærarin kann bæði lata
næmingamar gera eitt ávíst tal av starvsstovuroyndum og virkisvitjanum við tilhoyrandi frágreiðingum og lata
næmingamar loysa skrivligar uppgávur í sambandi við høvuðsøkini í undirvísingini, umframt at ein verkætlan
kann gerast. í øllum fømm skal lærarin meta um og gera viðmerkingar til skrivligu avrikini.
Innihaldið í undirvísingini
3.1 Undirvísingin fevnir um hesi øki:
1) Lív og umhvørvi
í undirvísingini skal kunnast um djóra- og fiskaskipanina við serligum denti á teir bólkar, sum beinleiðis ella
óbeinleiðis hava týdning fyri fiskiskap. Næmingamir skulu duga at nýta ein fiskagreingarlykil. Kropsbygnaður-
in og lívsvirkið hjá einum vanligum fiskaslag skal viðgerast saman við krøvunum hjá fiskum til umhvørvið. f