Føroya kunngerðasavn A og B - 22.08.1996, Blaðsíða 54
202
4.9 í metingini verður dentur lagdur á, í hvønn mun og á hvøijum støði tann setti spumingurin er svaraður. Har-
umframt verður mett um evni próvtakarans at sameina fakliga vitan við greining av útflýggjaða tilfarinum.
5. Givið verður 1 próvtal. Próvtalið verður givið við støði í eini heildarmeting.
Miðstig
Endamálið
6. Endamálið er,
a) at næmingamir fáa størri vitan um og innlit í samspælið millum náttúmgivnar og samfelagsskaptar fortreyt-
ir fyri lívskor menniskjans og frábrigdi tess á jørðini, soleiðis at teir gerast førir fyri sjálvstøðugt at greiða
frá hesum samspæli,
b) at næmingamir venja teirra førleika at brúka náttúmvísindaligt og samfelagsvísindaligt háttalag og tøknilig
hjálpartól, at eygleiða, lýsa og greina geografisk viðurskifti, umframt venja teirra evni at meta um, hvussu
háttaløgini kunnu brúkast,
c) at næmingamir menna teirra førleika at málbera seg munnliga og skrivliga um geografiskar spumingar,
d) at næmingamir fáa økta fatan av, hvørja ávirkan tøknifrøðiliga, búskapararliga, politiska og søguliga menn-
ingin hevur á samspælið millum náttúm og samfelag - staðarbundið og alheimsliga - umframt gerast førir
fyri at greina dømi um hetta samspæl,
e) at næmingamir fáa kunnleika til ástøði og modell fýri skapan av náttúmtilfeinginum og gerast førir fyri at
greiða samanhangin millum nýtslu menniskjans av jarðarknøttinum og tær umhvørvisligu avleiðingar av
hesum, - staðarbundið og alheimsliga.
f) at næmingamir við støði í vitan og innliti framhaldandi menna evnini til sjálvstøðuga og fjøltáttaða støðu-
takan til føroysk og altjóða umhvørvis- og samfelagsviðurskifti, eins og teir gjøgnum hesa vitan og hetta
innlit fáa størri millumtjóða fatan og ábyrgdarkenslu.
Undirvísingin
7.1 Undirvísingin verður løgd til rættis í evnum, sum fevna um í minsta lagi 4 av teimum 8 fakøkjunum:
1) Jarðfrøðiligt tilfeingi og gagnnýting av tí
2) Jarðskjálvta og eldgos
3) Veður og veðurlag
4) Framleiðslu, tøknifrøði og umhvørvi
5) Heimshandil
6) Menningarmodell
7) Menniskjaskapta landslagið
8) Fysiska planlegging
Evnini skulu í samlaðu undirvísingargongdini taka við tær fýra geografisku dimensiónimar, sum yvirorðnað
lýsa geografilærugreinina:
a) Samspælið millum náttúm og samfelag
b) Lívskor
c) Staðarbundnar, økisbundnar og alheimsbundnar dimensiónir
d) Altjóða sambond
7.2 í undirvísingini skulu veljast 3-5 ymisk evni, sum hóska væl at lýsa týðandi partar av samspælinum millum
menniskjað og umhvørvi tess, náttúrugivið eins væl og menniskjaskapt. í viðgerðini av evnunum skal dentur
vera lagdur á samanhang og heild. At umheimurin er dynamiskur og ávirkiligur, verður gjørt greitt. Evnisvalið
verður gjørt soleiðis, at bæði samfelags- og náttúruparturin verða gjølla viðgjørd og skulu viga eins nógv í undir-
vísingini. Avleiðingamar av samspælinum millum samfelag og náttúm er homasteinur í viðgerðini av evnunum.
í evnisvalinum skal høvuðsdentur leggjast á alheims og millumtjóða viðurskifti. Framtøkan frá kravdum stigi
fæst við meiri umfatandi nýtslu av ástøðum og at fara í dýbdina í tí.ástøðiliga tilfarinum. Sjálvstøðugi parturin
í arbeiði næminganna økist og í størri mun verða tilfar og upplýsiagar, sum næmingamir sjálvir hava savnað,
brúkt.
7.3 Arbeiði við edv er partur av undirvísingini. Hetta arbeiði kann fevna um:
a) at brúka forrit, ið em serliga ætlað læmgreinini,
á) at brúka almenn brúkaraforrit og
b) at viðgera geografiskar avleiðingar av at brúka edv.
7.4 Námsferðir eru natúrligur partur av undirvísingini. Arbeiði uttan fyri skúlan og royndararbeiði er fastir tátt-
ir í undirvísingini. f undirvísingini verða brúkt kort, fylgisveinamyndir og hagfrøðiligt tilfar eins og tekniskur
útbúnaður til økisarbeiði og royndararbeiði.