Føroya kunngerðasavn A og B - 22.08.1996, Blaðsíða 92
240
13.3 Fyri sjálvlesandi og næmingar, ið fara til próvtøku eftir serligum treytum, er próvtøkupensum tað sama
sum lesipensum.
13.4 í fyrireikingartíðini eru hesir hjálparmiðlar loyvdir: læribøkur og annað tilfar við tilknýti til lesipensum,
heruppií egnar uppskriftir og roknitekniskir hjálparmiðlar.
13.5 Hvør próvtakari fær ein spuming. Spumingurin skal vera soleiðis orðaður, at próvtakarin fær høvi til at
vísa evni til gjølla at viðgera eitt serstakt evni og vísa, at hann hevur yvirlit yvir eitt fakligt øki. Dentur verður
lagdur á, at próvtakarin sjálvstøðugt leggur fram spumingin, men tað forðar ikki læraranum av og á at seta
spumingar, ella at samtala fer fram ímillum próvtakara og próvhoyrara.
14. Givið verður 1 próvtal við støði í einari heildarmeting.
15.1 Skrivliga próvtøkan varir 4 tímar. Roknað verður eitt uppgávurað. Nakrar uppgávur em valuppgávur. f
raðnum stendur, hvussu nógvar valuppgávur skulu latast til dømingar. Verða ov nógvar valuppgávur latnar inn,
verður í dømingini sæð burtur frá teimum, sum standa síðst. Uppgávumar verða settar í høvuðsevnunum. Skúla-
fyrisitingin sendir út leiðbeinandi dømi um próvtøkuuppgávur.
15.2 Til skrivligu próvtøkuna em hesir hjálparmiðlar loyvdir:
a) Støddfrøðiligt formlasavn, støddfrøðilig deild, hástig, sum Skúlafyrisitingin hevur góðkent. Verður út-
flýggjað á skúlanum, tá ið próvtøkan bytjar.
b) Góðkendur roknari, sum próvtakarin hevur við.
c) Millimeturpappír, einkultlogaritmiskt pappír við 3 tíggjundum á uppásini og dupultlogaritmiskt pappír við
2 tíggjundum á útásini og 3 tíggjundum á uppásini. Verður útflýggjað á skúlanum eftir áheitan.
16. Tá ið uppgávumar verða dømdar, verður dentur lagdur á, at hugsanarháttur próvtakarans greitt sæst í svar-
inum, at rætt er roknað og at skilagóð mannagongd er nýtt. Givið verður 1 próvtal við støði í einari heildar-
meting.
Málslig deild
Kravt stig
Endamálið
17. Endamálið er,
a) at næmingamir fáa støddfrøðiligan kunnleika, sum kann verða teimum til gagns í øðmm læmgreinum og í
gerandisdegi teirra,
b) at næmingamir fáa kunnleika til støddfrøðiligar hugsanarhættir og háttaløg, og
c) at næmingamir fáa førleika at nýta gmndleggjandi støddfrøðilig hugtøk og háttaløg at loysa ymsar uppgáv-
ur.
Undirvísingin
18.1 f undirvísingini skal dentur verða lagdur á, at støddfrøðilig evni, hugtøk og háttaløg verða viðgjørd bæði
úr ástøðiligum og verkligum sjónarhomi. Undirvísingin skal menna rokniførleika næminganna, bæði rokning
við tølum og við bókstavum, soleiðis at gmnd verður løgd undir viðgerðina av høvuðsevnunum.
18.2. Skrivligt arbeiði er partur av undirvísingini. Næmingamir lata inn 12-14 uppgávurøð, sum lærarin rættar
og ger viðmerkingar til. Hvørt raðið skal í arbeiðsbyrðu svara til 50%-100% av einum próvtøkuraði.
18.3. EDV skal verða nýtt í undirvísingini. Til dømis kunnu forrit og amboðsforrit verða nýtt at loysa líkning-
ar, ella verða nýtt til at læra faklig hugtøk og háttaløg.
Innihaldið í undirvísingini
19. Undirvísingin fevnir um 6 høvuðsevni:
1) Tøl
Heil tøl, brot og reell tøl. Roknireglur. Talmongdir. Rokning við potensum og rótum. At loysa einfaldar líkn-
ingar og ólíkningar.
2) Prosent- og renturokning
Prosentrokning, einføld renturokning, miðal prosent, vigað miðal, vísitøl og prístal.
3) Geometri og trigonometri
Tríkantar, einsvinklaðir tríkantar og rættvinklaðir tríkantar. At rokna síður og vinklar í rættvinklaðum trí-
kanti. Sin, kos og tan.