Føroya kunngerðasavn A og B - 22.08.1996, Blaðsíða 153
301
Próvtøkan
5.1 Hildin verður ein munnlig próvtøka, ið fevnir um próvhoyring í einum lisnum og einum ólisnum teksti. Fyri-
reikingartíðin er umleið 50 minuttir, og tá eru vegleiðing og tilfarsútflýggjan íroknað. 2,5 próvtakarar verða
próvhoyrdir um tíman, íroknað próvdøming.
5.2 Næmingar, ið fara til próvtøku eftir vanligum treytum, geva upp 60 normalsíður av lesipensum, býttar yvir
í minsta lagi 3 tekstir og temu. Ein tekstur ella eitt tekstaúrtak má í mesta lagi vera 25 normalsíður. Einans ótil-
lagaður tekstur má gevast upp. Tilfar ífá byrjanarbókum kann ikki vera partur av próvtøkupensum. Við tí upp-
givna tilfarinum kann fylgja gjøgnumgingið myndatilfar.
5.3 Sjálvlesandi og næmingar, ið fara til próvtøku eftir serligum treytum, geva upp 120 normalsíður, býttar yvir
í minsta lagi 5 tekstir og temu. Einans ótillagaðir tekstir mugu gevast upp. Tilfar frá byijanarbókum kann ikki
vera partur av próvtøkupensum. Ein tekstur ella eitt tekstaúrtak má í mesta lagi vera 40 normalsíður. Við tí upp-
givna tilfarinum kann fylgja myndatilfar.
5.4 f fyrireikingarrúminum skulu hesir hjálparmiðlar vera til taks: orðabøkur, mállærur og aðrar handbøkur, sum
próvtakarin hevur brúkt í undirvísingini. Harafturat koma rein eintøk av øllum uppgivnum tekstum, við orðalist-
um og viðmerkingum, sum hoyra til. Verður úrtak av einum størri, lisnum teksti ella úr einum størri, lisnum tema
givið upp, skal allur tann lisni teksturin ella alt tað lisna temaið vera til taks. Próvtakarin kann hava egnar upp-
skriftir við til fyrireikingar. Til tess at styðja framløguna kann próvtakarin undir próvhoyringini brúka tær upp-
skriftir, hann hevur gjørt í fyrireikingartíðini, men eitt beinleiðis handrit til upplestur telur ikki positivt við í
đømingini.
5.5 Próvhoyrt verður í einum ólisnum prosabroti á 1,5 normalsíðu, sum próvdómarin hevur valt, og í 0,5 nor-
malsíðu úr lisna pensum. Ólisni teksturin skal hava regluteljing, og hann skal hava ein inngang á føroyskum/-
donskum. í umsetingarpartinum kunnu upp í 5-6 orðatýðingar verða tilskilaðar. Frásagnarparturin skal ongar
orðatýðingar hava, um ikki talan er um neyðugar realviðmerkingar ella sermerkt orð.
5.6 1/3 normalsíða av ólisna tekstinum verður umsett, helst frá byrjanini av í tekstinum. Restin verður í høvuðs-
heitum tikið saman um á føroyskum. Tað lisna tekstabrotið verður lisið upp og verður brúkt sum støði undir eini
samtalu á fronskum. í samtaluni verður tekstainnihaldið dýpað. Um próvtakarin hevur ringan málførleika, skal
tekstainnlit próvtakarans móti próvhoyringarloki kannast á føroyskum.
5.7 í dømingini av málførleikanum verður størri dentur lagdur á, hvussu flótandi og natúrligt próvtakarin mál-
ber seg, heldur enn um allir staklutir eru rættir. Dentur verður eisini lagdur á, at próvtakarin kann draga fram
týdningarmiklar partar av tekstinum. Ein møgulig, dýpandi viðmerking á føroyskum verður mett eftir innhaldi
og kann telja positivt í dømingini.
6. Givið verður 1 próvtal fyri alt tað munnliga avrikið. Próvtalið verður givið við støði í eini heildarmeting.
Hástig
7. Undirvísing og próvtøka í lærugreinini á hástigi fara fram sambært reglunum í kunngerð um studentaskúlar
og stakgreinalestur á studentaskúlastigi (studentaskúlakunngerðin).