Føroya kunngerðasavn A og B - 22.08.1996, Blaðsíða 171
319
14.2 Próvtøkupensum fyri sjálvlesandi og næmingar á 1 ára skeiði er tað sama sum próvtøkupensum á hástigi í
lívfrøði á studentaskúlanum.
14.3 Loyvdir hjálparmiðlar eru bøkur, evnissøvn, og annað tilfar, sum stendur á pensumlistanum. Harumframt
egnar frágreiðingar, dagbøkur, uppgávur, uppskriftir umframt góðkendur lummaroknari, fremmandorðabók,
donsk-føroysk orðabók og papír, sum hevur týdning fyri grafiskt at loysa uppgávur (t.d. millimeturpappír, lík-
indapappír, logaritmiskt pappír).
14.4 Givið verður 1 próvtal. Próvtalið verður givið við støði í einari heildarmeting.
HF-kunngerðin
Fylgiskjal 18
Juli 1996
Religión
Felagslærgrein
Endamálið
1. Endamálið er at lýsa religiónir í fortíð og nútíð, soleiðis at næmingamir
a) fáa vitan um kristindóm, aðrar religiónir, religiónsfilosofi, etikk og lívsfatanir í fortíð og nútíð í sambandi
við verðsliggeringina
b) fáa førleika at greina og tulka dokumentariskt tilfar av ymsum slag, sum lýsir hugmyndir og fyribrigdi í
religiónum og lívsfatanum, og
c) menna fjølbroytt og umhugsað innlit í, hvønn týdning religión og lívsfatan hava í mentan og søgu.
Undirvísingin
2.1 Undirvísingin fevnir um hesi religiónsvísindaligu øki:
a) Religión hjá náttúrufólki, har dentur verður lagdur á at lýsa eitt ávíst fólk ella ein ávísan ættarbólk (15-20%).
b) Kristindóm (30-35%).
c) Eina av hesum religiónum: jødadómur, islam, hinduisma, buddhisma, kinesiskar ella japanskar religiónir
(20-25%).
d) Religiónsfilosofi, etikk og lívsfatanir í nútíðini (15-20%).
2.2 Evnislestur
í mesta lagi 20 % av samlaðu undirvísingartíðini kunnu nýtast til sjálvvald evni innan eitt ella fleiri øki undir
2.1.
Innihaldið í undirvísingini
3.1 í undirvísingini verða átrúnaðarlig, heimspekilig og siðmenningarlig fyribrigdi og hugtøk viðgjørd, sum
lýsa heimssýni, gudssýni, náttúrusýni, samfelagssýni og menniskjasýni. Sambandið og stríðið millum átrúnað
og mentan, herundir verðsliggerðingin, verður lýst, og víst verður á tann týdning, átrúnaður og lívsfatan hava
politiskt, samfelagsliga og sálarliga.
3.2 Hvør einstøk undirvísingargongd skal lýsa átrúnað og lívsfatan bæði í fortíð og nútíð. Undirvísingartilfarið
skal fevna bæði um klassiskar og nýggjari tekstir. Myndir, filmir, sjónbond og annað hóskandi tilfar kann eisini
nýtast.
3.3 Teld kann takast við í undirvísingina, um hetta hevur fakligar og pedagogiskar fyrimunir.
3.4 150-200 síður av teksti verða lisnar. Bakgrundstilfar verður eisini lisið í tann mun, tað er neyðugt. Hvør
pultstími, sum burturav verður brúktur til audiovisuella undirvísing, kann umroknast til 2 normalsíður í lesi-
pensum, tó í mesta lagi 25 síður.