Føroya kunngerðasavn A og B - 22.08.1996, Blaðsíða 22
170
Høvuðsuppgávan
12.1 f høvuðsuppgávuni skal næmingurin seta seg inn í eitt sjálvvalt evni og sýna evni til sjálvstøðugt at taka
saman um og bera øðrum tað innlit, ið hann hevur ognað sær.
12.2 Evnið á uppgávuni og arbeiðshátturin skal liggja innan karmamar hjá lærugreinini. Evnið kann vera fram-
hald av tilfari, sum er gjøgnumgingið í flokkinum, men tær brúktu bókmentimar skulu vera nýggjar.
12.3 Grunđbókmentimar og meginparturin av stuðulsbókmentunum skulu verða lisin á enskum, so at nærum øll
sitat í svarinum eru á enskum.
12.4 Dømingin byggir á eina heildarmeting, har fylgjandi spumingar hava serligan týdning: verður nóg neyvt
og fjøltáttað greitt frá teimum týdningarmestu táttunum av evninum? verða tey nágreiniliga viðgjørd? er fram-
løgan greidliga skipað? er málburðurin greiður og klámr? em stuðulsbókmentimar í rímiligan mun tiknar við?
og em kelduávísingamar neyvar og viðkomandi? At skrivað verður á enskum, verður ikki í sjálvum sær roknað
sum ein fyrimunur í dømingini.
Próvtøkan
13. Hildin verður ein munnlig og ein skrivlig próvtøka.
14.1 Munnliga próvtøkan fevnir um próvhoyring í einum lisnum og einum ólisnum teksti. Til tann lisna tekst-
in er fyrireikingartíðin umleið 30 minuttir, og tá em vegleiðing og tilfarsútflyggjan íroknað. 2 próvtakarar verða
próvhoyrdir um tíman, íroknað próvdøming.
14.2 Næmingar, ið fara til próvtøku eftir vanligum treytum, og sum hava luttikið í undirvísingini ella verið til
próvtøku á kravdum stigi á málsligu deild, geva upp eitt nágreiniliga lisið úrval á 125 normalsíður av lesipens-
um. Tey 3 skaldskaparsløgini, tað serliga lisna evnið (við ástøðiligum teksti/tekstum), tekstir frá fyri 1900 og
tekstir frá teimum seinastu 10 ámnum, skulu vera umboðað. Úr tí lisna sjónleikinum eftir Shakespeare skulu
gevast upp í minsta lagi 15 og í mesta lagi 20 normalsíður. Eingin einstakur tekstur má telja meiri enn 20 nor-
malsíður. Einans tekstir í prentaðum líki kunnu vera partur av próvtøkupensum.
14.3 Næmingar, ið fara til próvtøku eftir vanligum treytum, og sum ikki hava fylgt undirvísingini ella verið til
próvtøku á kravdum stigi á málsligu deild, geva upp eitt nágreiniliga lisið úrval á 125 normalsíður av einum
lesipensum á 900 normalsíður, sum er ájavnt lesipensum fyri kravt stig á málsligu deild og hástig á málsligu
deild til samans.
14.4 Sjálvlesandi og næmingar, ið fara til próvtøku eftir serligum treytum, geva upp eitt próvtøkupensum á 900
normalsíður, sum er ájavnt lesipensum á kravdum stigi á málsligu deild og á hástigi á málsligu deild til samans.
Hevur tann sjálvlesandi ella næmingurin, ið fer til próvtøku eftir serligum treytum, fylgt undirvísingini ella ver-
ið til próvtøku á kravdum stigi á málsligu deild, verður pensum minkað niður í 400 normalsíður, sum er ájavnt
við lesipensum á hástigi.
14.5 Undir fyrireikingini og próvhoyringini skulu brúkast rein eintøk av teimum tekstútgávum, sum eru givnar
upp í lesipensum. í fyrireikingarrúminum kunnu brúkast egnar uppskriftir, tær uppskriftir og teir orðalistar, sum
eru útflýggjað í sambandi við undirvísingina, umframt allir teir tekstir, sum eru tilskilaðir í lesipensum. Aðrir
hjálparmiðlar eru ikki loyvdir. Til tess at styðja framløguna kann próvtakarin undir próvhoyringini brúka tær
uppskriftir, hann hevur gjørt í fyrireikingartíðini, men eitt beinleiðis handrit til upplestur telur ikki positivt í
dømingini.
14.6 Próvhoyringin í lisnum teksti tekur støði í einum tekstbroti á umleið 3/4 normalsíðu. Brotið verður lisið
upp og undir samtaluni á enskum verður próvtakarin royndur í sínum evnum at málbera seg og í síni fatan av
a) týðandi innihaldsligum og málsligum staklutum í tí givna tekstbrotinum og leikluti tess í heildini, og
b) tekstinum sum heild og tí høpi, hann stendur í.
Próvtakarin byrjar samtaluna við sjálvstøðugari framløgu av tekstinum.
Tá umleið 1/3 av próvtøkutíðini er eftir, fær próvtakarin handaðan ein prosatekst, sum próvdómarin hevur valt,
til støddar umleið 3/4 normalsíðu á hóskandi leksikalskum og syntaktiskum torleikastigi. Eftir ein kunnandi
gjøgnumlestur av tekstinum skal próvtakarin prógva, hvussu væl hann hevur skilt enska tekstin við at umseta
hann til føroyskt.
15. Givið verður 1 próvtal fyri alt tað munnliga avrikið. Próvtalið verður givið við støði í einari heildarmeting.