Føroya kunngerðasavn A og B - 22.08.1996, Blaðsíða 178
326
Próvtøkan
12. Hildnar verða ein skrivlig og ein munnliga próvtøka.
13.1 Til munnligu próvtøkuna er fyrireikingartíðin umleið 30 minuttir, og tá eru vegleiðing og tilfarsútflýggjan
íroknað. 2 próvtakarar verða próvhoyrdir um tíman, íroknað próvdøming.
13.2 Próvtøkupensum hjá næmingum, ið fara til próvtøku eftir vanligum treytum, er umleið 300 síður lisið til-
far. f minsta lagi skulu 75 síður av hesum vera annað tilfar enn úr lærubókum. Uppgivna tilfarið skal fevna um
øll 4 kravdu økini.
13.3 Sjálvlesandi, sum hava staðið próvtøkuna í samfelagsfrøði, á felags- og vallærugreinastøði, geva upp 400
síður lisið tilfar til próvtøkuna. Sjálvlesandi, sumjkki hava staðið próvtøkuna í samfelagsfrøði á felags- og/ella
vallærugreinastøði, skulu umframt tær kravdu 400 síðumar á hástigi, geva upp lisna tilfarið, sum krevst fyri
sjálvlesandi til felags-og/ella vallærugreinina.
13.4 Loyvdir hjálparmiðlar til munnligu próvtøkuna em:
1) Ifyrireikingartíðini:
Tilfar, sum hoyrir til próvtøkuspumingin, og tilfar, læmbøkur og egnar uppskriftir, sum em nýtt í undirvís-
ingini.
2) Til próvhoyringina:
Uppskriftir, sum próvtakarin hevur gjørt í fyrireikingartíðini, og tilfar, sum hoyrir til próvtøkuspumingin.
13.5 Próvtøkuspumingamir verða settir við støði í útflýggjaðum tilfari, sum ikki er nýtt í undirvísingini. Út-
flýggjaða tilfarið skal líkjast tilfarinum, sum er nýtt í dagligu undirvísingini. Hvør próvtakari fær ein spuming,
sum er býttur sundur í stigvíst torførari undirspumingar. Til tess at styðja framløguna kann próvtakarin undir
próvhoyringini brúka tær uppskriftir, hann hevur gjørt í fyrireikingartíðini, men eitt beinleiðis handrit til upp-
lestur telur ikki positivt við í dømingini.
13.6 Givið verður 1 próvtal. Próvtalið verður givið við støði í eini heildarmeting.
14.1 Skrivliga próvtøkan varir í 5 tímar. Til próvtøkuna verður í minsta lagi ein uppgávurøð nýtt. Uppgávurøðin
skal vera soleiðis háttað, at svarið skal vera givið við støði í útflýggjaða tilfarinum.
14.2 Førleikin at svara uppgávunum skal vera treytaður av, at næmingurin er inni í kravdu økjunum bæði á
felags- og vallæmgreinastigi eins og á hástigi.
14.3 Lovdir hjálparmiðlar til skrivligu próvtøkuna em:
Góðkendur lummaroknari, millimeturpappír, einkult logaritmiskt pappír,
Árbók fyri Føroyar, fremmandaorðabók, føroysk-donsk og donsk-føroysku orðabøkumar.
14.4 Givið verður 1 próvtal. Próvtalið verður givið við støði í eini heildarmeting.
HF-kunngerðin
Fylgiskjal 21
Juli 1996
Sálarfrøði
Vallærugrein
Endamálið
1. Endamálið er,
a) at næmingamir ogna sær vitan um sálarfrøðiligu menning menniskjans og um fortreytir fyri munum og broyt-
ingum í hesi menning,
b) at næmingamir fáa kunnleika til ymisk sálarfrøðilig ástøði og háttaløg, teirra menniskjaáskoðan og ítøkiligu
nýtsluna av teimum,
c) at næmingamir menna evni síni at frambera, greina og meta um sálarfrøðiligu greiðsluevni bæði á einstak-
lingsstøði og á sosiala støði, og
d) at næmingamir læra at seta sálarfrøðiliga vitan í samband við dagliga lívið.