Føroya kunngerðasavn A og B - 22.08.1996, Blaðsíða 15
163
artíð umrøðast. ísogan av joniserandi geislingum verður viðgjørd saman við geislareinføri. Molhugtakið og
hugtøkini molarur massi, konsentratión (mol/L) og massaprosent verða tikin upp. Dømi um einfaldar brenn-
ingsreaktiónir og syru/basu-reaktiónir verða viðgjørd. Einfaldar mongdarrokningar skulu eisini gerast og
pH-hugtakið umrøðast. Dømi um orkukeldur, orkusløg og orkubroytingar, har orkuvarðveitsla verður havd
í huga, verða viðgjørd.
3.2 í mest møguligan mun verða tey heiti, súmbol og mátieindir nýtt, ið Dansk Standardiseringsrád mælir til at
nýta. Eisini eigur skipaða navnagávan eftir IUPAC viðvíkjandi evnum at verða nýtt í mest møguligan mun.
3.3 Tá ið arbeitt verður við kemikalium, verða tey ymisku vandasúmbolini og vanda- og trygdarsetningamir (V-
og T-setningar) umrødd. Reglur fyri, hvussu slepst av við evnafrøðiligt burturkast, verða gjøgnumgingnar.
Trygdarviðurskifti í sambandi við geislavirkin evni verða eisini umrødd.
3.4 Økini “Bygnaður hjá evnum” og “Evnis- og orkubroytingar” taka ávikavist umleið 1/6 og umleið 1/2 av
samlaðu undirvísingartíðini. Valtilfarið tekur umleið 1/3 av undirvísingartíðini.
3.5 Lisnar verða 120-160 síður, alt eftir undirvísingartilfarinum, ið nýtt verður.
Próvtøkan
4.1 Hildin verður ein munnlig próvtøka. Fyrireikingartíðin er umleið 25 minuttir, og tá eru vegleiðing og tilfars-
útflyggjan íroknað. 2,5 próvtakarar verða próvhoyrdir um tíman, íroknað próvdøming.
4.2 Próvtøkupensum hjá næmingum, ið fara til próvtøku eftir serligum treytum, er umleið 80-100 síður av lesi-
pensum, alt eftir undirvísingartilfarinum, ið nýtt er, og teimum frágreiðingum, ið eru knýttar at undirvísingar-
tilfarinum. Skrivligt heimaarbeiði og dagbøkur skulu vanliga vera partur av próvtøkupensum. Próvtøkupensum
skal veljast soleiðis, at tað fevnir um stórar samanhangandi eindir bæði úr høvuðsøkjum og valtilfari.
4.3 Próvtøkupensum hjá sjálvlesandi og næmingum, ið fara til próvtøku eftir serligum treytum, er tað sama sum
lesipensum umframt allar frágreiðingamar frá einum starvsstovuskeiði ella onkrum tflíkum.
4.4 í fyrireikingartíðini er próvtakaranum loyvt at nýta hesar hjálparmiðlar: Skrivligir samandráttir, talvur, upp-
gávur, frágreiðingar og annað skrivligt tilfar, ið hevur verið nýtt ella hevur verið gjørt í sambandi við undirvís-
ingina. Tól, ið hava týdning fyri royndarliga partin av próvtøkupensum, og góðkendan lummaroknara.
4.5 Til tess at styðja framløguna kann próvtakarin undir próvhoyringini brúka tær uppskriftir, hann hevur gjørt
í fyrireikingartíðini umframt møgulig fylgiskjøl í sambandi við spumingin, men eitt beinleiðis handrit til upp-
lestur telur ikki positivt í dømingini. Eisini kunnu talvur, myndir o.tfl. frá ífágreiðingum hjá próvtakaranum ella
øðmm hjálparmiðlum nýtast. Tá ið royndararbeiði er við í próvtøkuspuminginum, eiga týðandi tól at vera tikin
við í próvhoyringina.
5. Givið verður 1 próvtal. Próvtalið verður givið við støði í eini heildarmeting.