Føroya kunngerðasavn A og B - 22.08.1996, Blaðsíða 159
307
c) umhvørvisviðurskifti, henmillum sambandið millum ávirkan, viðkvæmi og broytingar í tí fysiska um-
hvørvinum.
2) Demografi
a) íbúgvasamanseting og íbúgvaútviklingur, herundir íbúgvaútvikling í Føroyum eins og demografisk
transitión í ymsum londum ella økjum.
b) lokalisering og flytingar.
3) Vinnulívsgeografi
a) vinnulívsbygnaður og vinnulívsmenning,
b) í sambandi við eitt av teimum valdu evnunum: samanseting, menning og geografiska býtið hjá fram-
leiðsluni; tann tøknifrøðiliga menningin sum fortreyt fyri framleiðsluni umframt geografisku avleiðing-
amar av tøknifrøðiligu menningini,
c) greining av einum einstøkum føroyskum vinnuvegi,
d) sambandið millum iond og øki, soleiðis sum tað kemur til sjóndar í vøruhandli, tænastuveitingum, kapi-
tal- og vitanarflutningi.
4) Menniskjaskapta landslagið
menniskjaávirkaða landslagið - á bygd ella í bý - sum úrslit av náttúrugivnum fortreytum og virksemi
menniskjans, herímillum broytingar í lendisnýtsluni og sínámillum støðan hjá pørtum í mentanarlands-
lagnum.
3.3 Lesipensum fevnir um 160-180 síður. 011 viðgjørd evni skulu vera umboðað.
Próvtøkan
4.1 Hildin verður ein munnlig próvtøka. Fyrireikingartíðin er umleið 25 minuttir, og tá eru vegleiðing og tilfars-
útflýggjan íroknað. 2,5 próvtakarar verða próvhoyrdir um tíman, íroknað próvdøming.
4.2 Próvtøkupensum hjá næmingum, sum fara til próvtøku eftir vanligum treytum, er lesipensum umframt
skrivligt arbeiði, sum er gjørt í sambandi við undirvísingina.
4.3 Próvtøkupensum hjá sjálvlesandi og næmingum, ið fara til próvtøku eftir serligum treytum: Pensum verður
skipað í evni, sum fevna um tey 4 fakøkini, og sum taka við tær 4 geografisku dimensiónimar. Uppgivnar verða
230-250 síður, soleiðis at øll uppgivnu evnini eru umboðað. Próvtøkupensum skal hemmframt fevna um eina
innførslu í keldur og háttaløg í geografiini, um ikki so er, at tann lesandi gevur upp egið skrivligt arbeiði, sum
er góðkent í sambandi við undirvísing, ið fyrr er farin fram.
4.4 Sum hjálparamboð í fyrireikingartíðini kann alt tilfar brúkast, sum hevur verið brúkt í sambandi við undir-
vísingina, herandir egnu uppskriftir og skrivligu arbeiði próvtakarans.
4.5 Givin verður ein spumingur, sum skal orðast skrivliga og dýpast við undirspumingum við greiðari fram-
tøku. Undirspumingamir skulu við atliti at breidd og neyvleika vigast soleiðis, at próvtakarin hevur møguleika
at leggja til rættis sína próvtøkuframløgu so sjálvstøðugt sum gjørligt, uttan at tað gongur út yvir ætlanina í
próvtøkuspuminginum.
4.6 Próvtøkuspumingurin við undirspumingum verður stuðlaður við tilfari, stuttum tekstaúrtaki, kortum, fylg-
isveinamyndum, strikumyndum, talvum, fotomyndum ella tílíkum. Tilfarið skal í mest møguligan mun vera
próvtakaranum ókent, men sum heild ikki bróta frá tí tilfari, sum kemur fyri í lesipensum, íroknað tí tilfari, sum
verður givið upp til próvtøku frá teimum geografisku og jarðfrøðiligu søvnunum.
4.7 Spumingar og hjálagt tilfar skal hava eitt innihald og eitt vav, sum ger tað gjørligt hjá próvtakaranum at nýta
fyrireikingartíðina munagott og skilagott, og sum verður støðið undir einari liðiligari próvhoyring.
4.8 Hendingaferð kann annað tilfar takast við úr fyrireikingarrúminum, strikumyndir, kort, talvur o. t., um próv-
takarin ynskir at brúka hetta undir próvhoyringini. Skrivligu arbeiðini kunnu verða drigin inn í próvtøkuna.
4.91 metingini verður dentur lagdur á, í hvønn mun og á hvøijum støði tann setti spumingurin er svaraður. Har-
umframt verður mett um evni próvtakarans at sameina fakliga vitan við greining av útflýggjaða tilfarinum.
5. Givið verður 1 próvtal. Próvtalið verður givið við støði í eini heildarmeting.