Føroya kunngerðasavn A og B - 22.08.1996, Blaðsíða 217
365
Stk. 5. Fyri næmingar á málsligu deild, ið velja enskt
á hástigi, verður próvtalið í skrivligum enskum ásett
á tann hátt, at próvtalið á kravdum stigi verður lagt
saman við próvtalinum á hástigi í lutfallinum 1:2, utt-
an so at undirvísingin á kravdum stigi og hástigi hev-
ur verið løgd til rættis samlað. Hækkað/lækkað verð-
ur til næsta tal á próvtalsstiganum. Prøvtølini 00 og
13 kunnu ikki verða givin við hækking/lækking
Stk. 6. Fyri næmingar á støddfrøðiligu deild, ið velja
støddfrøði á hástigi, verður próvtalið í skrivligari
støddfrøði ásett á tann hátt, at próvtalið á kravdum
stigi í skrivligari støddfrøði verður lagt saman við
próvtalinum á hástigi í lutfallinum 1:2. Hækkað/-
lækkað verður til næsta tal á próvtalsstiganum. Próv-
tølini 00 og 13 kunnu ikki verða givin við hækking/-
lækking.
§ 54. Av øllum ársmetunum verður eitt miðaltal við
einum desimali útroknað, tó telur ársmetið í evning,
ítrótti og tónleiki sum kravd lærugrein í útrokningini
við vektini 0,5, smbr. tó studentaskúlakunngerðina §
15, stk. 2, nr. 3. Um næmingurin í 1. studentaskúla-
flokki hevur bæði evning og tónleik, sæmbært stu-
dentaskúlakunngerðini § 2, stk. 6, telur ársmetið fyri
hvørja lærugrein við vektini 0,25.
Stk. 2. Fyri næmingar á málsligu deild telur í útrokn-
ingini ársmetið í munnligari støddfrøði við vektini
1,0, og ársmetið í skrivligari støddfrøði við vektini
0,5. Próvtalið í munnligari støddfrøði telur í útrokn-
ingini við vektini 1,0, og próvtalið í skrivligari stødd-
frøði telur í útrokningini við vektini 0,5. Bert um
næmingurin hevur verið til próvtøku í bæði munnlig-
ari og skrivligari støddfrøði, telur hetta sum ein av
teimum 10 próvtøkunum sambært § 14, stk. 2 í stu-
dentaskúlakunngerðini.
Stk. 3. Av øllum próvtølunum, herundir próvtalið fyri
høvuðsuppgávuna og flutt ársmet, verður eitt miðal-
tal útroknað við einum desimali.
Stk. 4. Próvtøkuúrslitið verður útroknað við einum
desimali sum miðaltalið av miðaltalinum av ársmet-
unum og miðaltalinum av próvtølunum.
Stk. 5. Fyri næmingar, sum taka studentsprógv eftir
serligum treytum í 3. studentaskúlaflokki, sambært
studentaskúlakunngerðini § 15, stk. 2, er próvtøkuúr-
slitið tað sama sum miðaltalið av próvtølunum írokn-
að møguliga flutt ársmet aftaná 1. og 2. studenta-
skúlaflokk.
Serligar reglur fyri stakgreina-
studentspróvtøku/hcegri fyrireikingarpróvtøku
§ 55. Tá ið roknað verður út, um næmingur lýkur
treytimar fyri at standa stakgreinastudentspróvtøku,
skal hetta telja við:
1) próvtølini ( vallærugreinunum, sum eru
nevndar í § 53, stk. 1,
2) próvtølini í kravdum lærugreinum og
3) próvtalið fyri høvuðsuppgávuna.
Stk. 2. Próvtøl í kravdum lærugreinum skulu ikki
roknast við, um próvtakarin hevur verið til próvtøku
í hesum lærugreinum sum vallærugrein. Viðvíkjandi
skrivligari støddfrøði á hástigi fyri næmingar á stødd-
frøðiligari deild verður í hesum sambandi víst til stk.
3.
Stk. 3. Próvtalið í skrivligari støddfrøði á hástigi fyri
næmingar á støddfrøðiligari deild verður ásett á tann
hátt, at próvtalið á kravdum stigi verður lagt saman
við próvtalinum á hástigi í lutfallinum 1:2. Hækkað/-
lækkað verður til næsta tal á próvtalsstiganum. Próv-
tølini 00 og 13 kunnu ikki verða givin við hækking/-
lækking.
§ 56. Tá ið roknað verður út, um næmingur lýkur
treytimar fyri at standa eina samlaða HF-próvtøku,
skal hetta telja við:
1) próvtølini í kravda talinum av vallæmgrein-
um, og bert í hesum tali,
2) próvtølini í felagslæmgreinum, smbr. tó stk.
2, og
3) próvtalið fyri høvuðsuppgávuna.
Stk. 2. Próvtøl í felagslærugreinum detta burtur, um
farið verður til próvtøku í somu lærugreinum sum
vallæmgrein. Hetta er tó ikki galdandi fýri próvtalið í
felagslæmgreinini støddfrøði, uttan so at støddfrøði á
hástigi er partur av samlaðu próvtøkuni
Stk. 3. Próvtalið í alisfrøði-evnafrøði sum felagslæm-
grein dettur bert burtur, um farið verður til próvtøku
bæði í alisfrøði og evnafrøði sum vallæmgrein.
§ 57. Fyri ein næming, ið hevur lokið eina samlaða
HF-próvtøku ella stakgreinastudentspróvtøku og
hevur verið til próvtøku 2 ferðir í somu læmgrein, tel-
ur hægra próvtalið við í útrokningini.
§ 58. Útrokningin verður gjørd av tí skúla/skeiði, sum
útflýggjar prógvið fyri eina samlaða stakgreinastu-
dentspróvtøku ella HF-próvtøku. Em partar av próv-
tøkuni tiknir aðrastaðni, fer útrokningin fram við
støði í einari serligari skjalváttan, sambært § 60.
Kapittul 12
Próvtøkubók
§ 59. Á hvøijum skúla/skeiði verður førd próvtøku-
bók, sum Skúlafyrisitingin letur gera. I próvtøku-
bókini verða fyri hvønn næming skrivað upp øll
próvtølini, sum hesin hevur fingið á skúlanum/skeið-
inum. Um próvtakarin hevur verið til endurpróvtøku,
sambært §§ 7 og 8, skulu bæði próvtølini tilskilast í
próvtøkubókini, eins og frávera frá einari próvtøku
skal tilskilast. Møgulig próvtøl frá einum øðmm
skúla/skeiði, sum er partur av eini samlaðari próv-
tøku, ið skúlin/skeiðið skrivar út prógv fyri, skulu til-
skilast. Møguligar átekningar um undantaksloyvi
sambært § 64, stk. 2, skulu tilskilast.
Stk. 2. Próvtølini fyri skrivligu próvtøkumar verða
skrivað upp sambært próvtalslistunum hjá próvdóm-
amnum.