Føroya kunngerðasavn A og B - 22.08.1996, Blaðsíða 85
1233
ikki vera partur av próvtøkupensum. Ein tekstur ella eitt tekstaúrtak má í mesta lagi vera 40 normalsíður. Við tí
uppgivna tilfarinum kann fylgja gjøgnumgingið myndatilfar.
4.4 f fyrireikingarrúminum skulu hesir hjálparmiðlar vera til taks: orðabøkur, mállærur, og aðrar handbøkur,
sum próvtakarin hevur brúkt í undirvísingini. Herafturat koma rein eintøk av øllum uppgivnum tekstum, við
orðalistum og viðmerkingum, sum hoyra til. Verður úrtak av einum størri lisnum teksti ella úr einum størri lisn-
um tema givið upp, skal allur tann lisni teksturin ella tað lisna temaið vera til taks. Próvtakarin kann hava egnar
uppskriftir við til fyrireikingar. Til tess at styðja framløguna, kann próvtakarin undir próvhoyringini hava tær
uppskriftir, hann hevur gjørt í fyrireikingartíðini, men eitt beinleiðis handrit til upplestur telur ikki positivt við
í dømingini.
4.5 Próvhoyrt verður fyrst í einum ólisnum prosabroti á hóskandi torleikastigi á 1,5 normalsíðu, sum próv-
Idómarin hevur valt. Síðani verður próvhoyrt í einum broti úr uppgivnu tekstunum á 0,5 normalsíðu. Ólisni tekst-
urin skal hava regluteljing og skal hava ein stuttan inngang á føroyskum/donskum. í umsetingarpartinum kunnu
upp í 5-6 orðatýðingar verða tilskilaðar. Frásagnarparturin skal ongar orðatýðingar hava, um ikki talan er um
neyðugar realviðmerkingar ella sermerkt orð. 1/3 normalsíða av ólisna tekstinum verður umsett, helst frá byrj-
anini av tekstinum. Restin verður í høvuðsheitum tikið saman um á føroyskum. Tað lisna tekstabrotið verður
lisið upp og verður brúkt sum støði undir eini samtalu á sponskum. Um próvtakarin hevur ringan málførleika,
skal tekstainnlit próvtakarans móti próvhoyringarloki kannast á føroyskum.
4.6 f dømingini av málførleikanum verður størri dentur lagdur á, hvussu flótandi og nátttúrligt próvtakarin mál-
ber seg, heldur enn um allir staklutir eru rættir. Dentur verður eisini lagdur á, at próvtakarin kann draga fram
týdningarmiklar partar av tekstinum. Ein møgulig dýpandi viðmerking á føroyskum verður mett eftir innihald-
inum og kann telja positivt í dømingini.
5. Givið verður 1 próvtal fyri alt tað munnliga avrikið. Próvtalið verður givið við støði í eini heildarmeting.
Hástig
Endamálið
6. Endamálið er,
a) at næmingamir framhaldandi menna teirra munnliga málburð, teirra fatan av talaðum sponskum umframt
evnini at lesa og skilja spanskar tekstir. Miðað verður ímóti, at næmingamir menna evni teirra at málbera
seg munnliga á einum flótandi og einføldum máli,
b) at næmingamir gerast førir fyri at málbera seg skrivliga á sponskum á einum einføldum máli og
c) at næmingamir í arbeiðinum við tekstunum dýpa teirra kunnleika til týðandi partar av søgu og mentan í Spa-
nia og Latínamerika.
Undirvísingin
7.1 Undirvísingin verður løgd soleiðis til rættis, at næmingamir fáa møguleika at arbeiða við týðandi pørtum
av spanskari og latínamerikanskari mentan, bæði úr søguligum og nútíðarligum sjónarhomi.
7.2 Næmingamir skulu venjast at lesa tekstir av ymsum slagi, samtíðis sum krøvini til tekstalestur, breiða máls-
liga vitan og mentanarligt innlit økist so við og við.
7.3 Við støði í tekstunum verður arbeitt miðvíst við orðatilfari og mállæm, soleiðis at næmingamir læra at mál-
bera seg flótandi og nøkulunda rætt um teir lisnu tekstimar og evnini. Meginreglan er, at undirvísingin fer fram
á sponskum.
7.4 Skrivligi málburður næminganna verður so við og við mentur, soleiðis at teir læra at málbera seg neyvt og
á einum einføldum máli. Arbeitt verður miðvíst við skrivligum uppgávum frá skúlaársbyrjan. Ein týðandi part-
ur av skrivliga arbeiðinum skal taka støði í teimum tekstum, sum arbeitt verður við. í góðari tíð skulu næming-
amir arbeiða við uppgávusløgunum, teir fáa til skrivligu próvtøkuna.
7.5 í arbeiðinum við tekstunum skulu evni næminganna at málbera seg munnliga venjast, so teir læra at greiða
frá, viðgera og tulka evni, sum em av týdningi fyri mentanarøkið hjá tí spanska og tí latínamerikanska heimin-
um.
7.6 Arbeiði við edv er partur av undirvísingini. Hetta arbeiðið kann fevna um at lesa tekstir um evnið, at brúka
lærugreinasermerkt forrit, at leita í og brúka dátagmnnar og samskifta við onnur lond sum teleráðstevnu ella um
elektróniskan post.