Føroya kunngerðasavn A og B - 22.08.1996, Blaðsíða 146
294
skulu vera dagfest og hava frámerki. Próvtakarin velur sjálvur út, setur fram og heingir upp. Lærarin hjálpir
einans við tí praktiska. Settir verða 1-2 dagar av til at fyrireika framsýningina - alt eftir hvussu nógvir próvtak-
aramireru.
7.4 Sjálvlesandi og næmingar, ið fara til próvtøku eftir serligum treytum, leggja fram, tá ið próvtøkan byrjar,
10-15 sjálvstøðug arbeiði. I minsta lagi tvey avrik úr bólkunum flata, rúmi og tíð skulu vera umboðað í so stór-
an mun, at próvtakarin vísir fakliga breidd. Tey sjálvstøðugu avrikini verða ikki dømd. Sjálvlesandi og næming-
ar undir serligum treymm fara í staðin fyri at hava framsýningina (sí niðanfyri pkt. b) til eina verkliga próvtøku,
ið varir 4 tímar. Henda verkliga próvtøkan byggir á tey sjálvstøðugu arbeiðini, sum eru løgd fram, tá ið próv-
tøkan byijar. Harumframt verða givnar upp 150 síður f próvtøkupensum.
7.5 I fyrireikingarrúminum skulu tær lærubøkur og handbøkur, sum hava verið brúktar í undirvísingini, vera til
taks. Próvtakarin kann harumframt taka við sær egnar uppskriftir, yvirlit, ljóstøk av tekstum og annað tilfar frá
undirvísingini.
7.6 Próvtøkan er í tveimum pørtum:
a) Ein hoyring, ið byggir á ókent myndatilfar, sum er í samsvari við undirvísingina. Próvhoyrarin velur mynda-
tilfarið, og tað skal svara til tey øki, sum hava verið partur av undirvísingini. Hesi øki skulu vera umboðað
í próvtøkuspumingunum: 2 av 3 bólkum, sum hava verið neyvari viðgjørdir - samtíðarlist - list úr øðmm
tíðarskeiðum - list úr øðmm mentanum - visuellar framsagnir, sum ikki em serstøk myndlist. Orðaðir skulu
vera í minsta lagi 5 spumingar. Talið á spumingum skal vera tveir fleiri enn talið á próvtakamm.
á) Próvdómari og próvhoyrari meta um framsýningina hjá næminginum, uttan at hann er hjástaddur. Sjálv
framsýningin av avrikum í bólkinum “myndir í tíð” kann krevja, at próvtakarin er hjástaddur. Hesar sýning-
ar mugu í mesta lagi vara 8 minuttir. Hjá sjálvlesandi og næmingum undir serligum treytum, verður - ístaðin
fyri framsýningina - mett um avrikini frá verkligu próvtøkuni upp á 4 tímar.
Tað ókenda myndatilfarið skal í sambandi við próvtøkuna hjá sjálvlesandi og næmingum undir serligum treyt-
um svara til tey øki, sum em partar av uppgevingini.
7.7 í próvtøkuparti A skal próvtakarin metast eftir evnum sínum at greiða frá, greina og meta, eins og evnum
sínum at seta myndatilfarið í samband við gjøgnumgingna tilfarið og annars evni sínum at seta í frásjón. í próv-
tøkuparti B verður - við støði í framsýningini - mett um fatan próvtakarans av myndlistaligum tilgongdum og
evni hansara at hugsa visuelt og bera tað fram. í metingini kann verða hugsað um ta visuellu framsýning av ar-
beiðunum. Næmingaarbeiði, sum ikki em sýnd fram, kunnu verða tikin við at byggja metingina á.
8. Givið verður 1 próvtal fyri alt avrikið við støði í eini heildarmeting.
HF-kunngerðin
Fylgiskjal 7
Juli 1996
Filmur og sjónvarp
Vallærugrein
Endamálið
1. Endamálið er,
a) at næmingamir menna evni síni sjálvstøðugt og skapandi at greiða frá í mynda- og ljóðmiðlunum,
b) at næmingamir gerast virknir og tilvitandi nýtarar og brúkarar av teimum elektronisku miðlunum og film-
um,
c) at næmingamir menna evni síni at greina ijølmiðlaframleiðslur til tess at ogna sær innlit í og vitan um
mynda- og ljóðmiðlaframleiðslur í søguligum, politiskum, búskaparligum og institutionellum høpi, og
d) at næmingamar økja um møguleikar sínar fyri upplivingum av sosialari, kensluligari og intellektuellari nátt-
úm gjøgnum tað verkliga og ástøðiliga miðlaarbeiðið.